Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn munurin? HØVUDSBODSKAPURIN hjå Dagbladnum er sum kunnugt at leggja Gud og hvønn mann undir at vera umboð fyri russisku kommunismuna. Og ein tann størsti ágangur verður framdur móti útvarpinum, tí tað í síni tíð- indatænastu einoygt skal rekja sovjetisk áhugamál. Undirbygg- ing av hesum skuldsetingum er einki av. Men í DB varð herfyri nytt sum »progv« fyri hesum på- standi, at útvarpið í einum tíð- indastubba um Afganistan um- framt at lýsa sjónarmiðini hjá konservativa bretska uttanríkis- ráðharranum eisini lýsti sjónar- mið, sum vóru sett fram av Moskva! Meðan DB heldur hetta vera einoygda propagandu er hetta júst tað vit vænta okkum av eini óheftari tíðindatænastu. ÚTVARPIÐ fær jú meginpartin av sínum uttanlandatíðindum frá Rit- zau. Stjóri har er ein fyrrverandi blaðstjóri á Kristeligt Dagblad. Samansetingin av uttanlandatíð- indum í útvarpinum er ræottuliga lík tíðindum í donskum borgarlig- um blødum, sum fáa síni tíðindi frá somu keldu. BESTA prågv fyri, at útvarpið er á rættuliga góðari leið er måtin, sum DB nýtir at »prégva« tað mótsatta, og skal hetta verða lýst við einum demi. Tá toppfundurin skuldi vera í Reykjavík var nakað av skriving um, hvert konurnar hjá Reagan og Gorbatjov skuldu við til Íslands. Í hesum sambandi hevði Dagblaðið fylgjandi við- merking: »Kona Reagan, Nancy, kemur IKKI við til Reykjavíkar. Kona Gorbatjovs, HARAFTURI- MÓTI, kemur við til Reykjavikar. Serfrødingar skilja ikki støduna hjá Reagan« (leysliga eftir útvarp- inum). Kann nakar nú ivast í, at HESI tíðindi vóru eisini í donsk- um blødum, og tað sum varð sagt um hendan spurning ljóðaði so- leiðis á donskum: >Talsmanden for det Hvide Hus, Larry Speakes, sagde, at »vi er forbavsede over, at fru Gorbatjov kommer. . .« So »leyslig« hevur endurtøkan úr út- varpinum verið, at útvarpið verð- ur lagt undir at hava sagt tað mót- satta av tí, sum teir søgdu. MEN um endurgivið verður rætt ella skeivt hevur ongan áhuga hjá Ábyrgdarblaðstjóri: P/t Sosialurin = Jan Múller Krisjan Dahi Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Kalmar Lindenskov P/f Sosialurin P/ Pressan 1981 Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: Dagblaðnum. Uppgávan er at fyrigylka ein kommunistiskan vanda alla staðni. Royndir vórðu gjørdar at prógva hetta innan skúlagátt, men har vóru prógvin eisini følsk. Men teir á Dagblaðn- um vita eisini, at halda teir áfram við hesum pástandum, so eydn- ast at fáa onkran at trúgva tí. Tá er heldur ikki so avgerandi um teir hava prógvini, ella um pá- standurin passar ella ikki. SAMBART sama blað so er ein- asta verja móti hesum kommun- istavanda Dagblaðið og tann flokkur tað umboðar, og verður tað endurtikið nóg ofta, gevur tað atkvødur og meira vald til DB og tann flokk, sum tað umboðar! Tað kundi nú verið áhugavert at hugt nærri at, hvat hesin politikk- ur mest av øllum minnir um. HANN minnir nevniliga ótrúliga nógv um onnur ódemokratisk fyribrigdi. Nevnast kann, at ein av teimum orsøkum fyri tí stuðli, sum Hitler fekk at koma til valdið var, at hann var „besta bolverk móti kommunismunil«. Hann hevði nú ikki so nógv at kasta kommunismuni fyri, og tað hevur Dagblaðið fyri so vítt heldur ikki. SUM vit vita, er høvudsuppgåvan hjå hesum blad at leggja øll onnur undir at reka ørindi fyri Sovjet. Sum longu vist á verður hetta ikki gjørt í sannleikans áhuga, men heldur fyri at nýta hetta sum vápn móti annarleiðis hugsandi. Vit í javnaðarflokkinum hava einki til avlops fyri sovjetisku styrisskipanina, og ein av orsøk- unum er tann, at teir nyta just somu våpn sum Dagblaðið. Har hava teir vald til at fáa politiskar andsteðingar fyri rættin, og at fáa teir í fongsul. Og hvat er so tann vanliga ákæran? Jú, hon er, at viðkomand reka »antisovjetiskt virksemi«. Bert tað at hava eina aðra hugsan og at bera hana fram er nóg mikið fyri at koma í fongs- ul fyri hesa ákæru. OG SO kunnu fólkafloksmenn sjálvir koma at greiða okkum frá, hver munur er á at verða åkærdur fyri »antisovjetiskt virksemi« i Sovjetsamveldinum og at verda åkærdur fyri »prosovjetiskt virk- semi« i Føroyum,og hvør munur, ið er á demokratiska sinnalagn- um. Tað má sigast, at eg gjørdist ikki sørt skakkur, tå eg hoyrdi undir umrød- uni av fíggjarlógini, at fíggjarnevnd legtingsins nú hevði lagt seg rættiliga nógv út í ítróttin, at teir royna at kvala vetrar- ítróttin. Av upphæddini, sum hvert ár hevur verið sam- tykt til Ítróttasambandið, hevur seinastu árini verið ein upphædd til bóltvenj- arar upp á 50.000 kr. Hendan upphædd hevur verið latin Fótbóltssam- bandinum burturav, með- an stjórn ÍSF's ger av, hvussu restin av pengun- um verður býtt. Men nú hevur fíggjar- nevndin óbiðin hækkað upphæddina til bóltvenj- arar upp til 300.000, og hevur tað við sær, at tað verður minni til hini ser- sambondini. Fyri mær tykist tað ógvuliga legið, hví leg- tingið leggur seg so nógv út í, hvenn ítrótt feroying- ar skulu íðka. Tað er ein sannroynd, at fótbóltur er stersta ítrótt- argrein í Feroyum, og sjálvsagt skal fótbólturin eisini hava semdir. Men harfrá og til at hevja fót- NT. I Óheppin avgerð hjá løgtinginum bøltin so nógv upp á kostnað av hinum ítrótt- argreinunum, tykist mær ofatuligt.] Føtbølturin er ein summarítrótt, meðan vit hava hópin av vetrar ítrótti eisini, sum roynir at gera eitt miðvíst ung- dómsarbeiði. Men tað tykist sum teir fólkavaldu als ikki hava lagt merki til tað! Fyri teimum er ítróttur bert fótbóltur, hóast úrslit okkara í fótbólti ikki hava verið góð, og fótbóltur er stersta klandursítrótt, vit kenna til. Ein kundi skilt atburð legtingsins í hesum máli, um so var, at hesin pen- ingur varð settur av til venjaraútbúgving yvir- hevur, og ikki bert til fót- bóltin. Tí venjara- og leið- araútbúgving er avgjert neyðug, og tað verður eis- ini gjert so frægt sum fíggjarviðurskiftini loyva tí, sjálvt um legtingið „bert“ hevur eyguni opin fyri fótbólti. Men kanska er tað tí, at løgtingsmenn við hvert spæla »klovn« á einum fótbóltsvelli til frama fyri eitthvert endamál? Kanska skuldu vit fingið 15. Janua! 198 løgtingsmenn at roynt sef í hondbólti, svimjing róðri, badminton, flog bólti, borðtennis, judo fimleiki, ella aðrari ítrótt argrein? So kanska høvdi teir lagt merki til, at tað er annað til enn fótbóltur ítróttarheiminum. Í ellum føri, so kenn: vit, sum hava tilknýti ti vetrarítróttin, okkum ikk so væl í dag. Tað er eins og at arbeiði okkara als ikki verður virt, og vit kunnu tað sama halde uppat. Eitt er vist. Tílíka uppíblandingar í ítróttin sum fíggjarnevnd leg tingsins her hevur gjert skapa bert ósemju millum tær ymsu ítróttargreinir nar, og skal tað stóra frí villiga arbeiði, ið verður lagt í ítróttin, enda klandri, so er lítið vunið. Men vónandi tekur løg tingið ikki fleiri tílíkar óhepnar avgerðir í fram tíðini. Ein hevur ið hvussu sc er loyvi at vóna. vid itrøttarkvødu Sofus Johanneser formadur i Judosam bandinun Stutt viðmerking til Ossur Dam Jacobsen Ivadist eitt sindur i, um eg skuldi svara uppå tad, tú kemur við i Dagblaðn- um, tí tað er ógvuliga einkisigandi, men mær dámar ikki, at ein ósann- heit stendur óátalað. Eg kann enn einaferð undirstrika, at fíggingin av Blue North var ikki í lagi fyrr enn undir hesum landsstýrinum. Annars er at siga, aft- aná at hava lisið greinir- nar hjá Svend Áge Ellef- sen og hjá Øssur Dam Jac- obsen, at steðan tykist at vera heldur flekjaslig, tí Øssur Dam Jacobsen kemur við einum ógvuliga longum lista yvir alt tað, hann ikki hevur fingið gjert í Norður-Streymoy, og er hetta óivað grundin til, at hann er fluttur hað- ani, meðan Svend Áge kemur við einum minst líka longum lista yvir alt tað, sum er gjert í Vág- oynni, og er tað kanska grundin til at hann næst- an er fluttur haðani. Viðvíkjandi berghols- gerðum og eðrum stendur fast, at fólkaflokkurin vildi lóggeva fyri at taka aðra bergholsgerð framm- um hana, ið skal gerast millum Oyrareingir og Kaldbaksbotn. Tað at ar- beiðið ikki er farið í gongd enn og tað, at kanska onn- ur arbeiði liggja á láni, hongur saman við, at ak- tiviteturin í landinum í letuni er so stórur, at tað almenna roynir at halda aftur allastaðni, har sum tað kann, men arbeiðið skal nokk eingin ivi um tað. Fólkaflokkurin kann ikki vera so >dupult-mor- alskur«, at hann í tingin- um rópar upp um at halda aftur í almennum aktivi- tetum, samstundis sum Tit ringja verða gjørt, hann vil krevja alt megu ligt og ómeguligt gjør innan fyri heilt stutta tíð Tað kann ikki vera tanr rætta leiðin. Annars havi eg ber! eina viðmerking aftura! til Ossur Dam Jacobsen — tå hann harmast um, aí útbyggingin av Norður Streymoy ikki heldu fram við somu ferð sun frammanundan — at tal harmar ikki meg, t frammanundan hend einki, men nú hendir nak að og tað kemur at hende enn meira. Virðingarmest Thomas Arabo — vit skriva Ringið teiefon 118 20