týsdagur 13. januar 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Fótbóltssambandið skjýtur upp:
SS) sOSialurin ÁÁ
Avtakið FII-
kappingarnar,
skipið økis-
kappingar
á staðin !
Hetta er tó bert galdandi fyri yngru deildirnar.
Fótbóltssambandið hevur gjørt uppskot um
nýskipan av kappingunum hjá teimum yngstu
og sent hetta til feløgini til viðmerkingar. Upp-
skotið, ið er lítil bóklingur uppá 19 síður,
verður endaliga vidgjørt á eykaaðalfundi um
miðjan mars mánað.
A seinasta aðalfundinum
hjá Fótbóltssambandi
Feroya varð m.a. tosað
um kappingarnar í teim-
um yngru deildunum.
Breið semja var um, at
neyðugt var við ávísum
broytingum í landskapp-
ingini í hesum deildum.
Fótbóltssambandið hev-
ur í hesum sambandi gjørt
eitt uppskot um hvussu
kappingarnar kunnu skip-
ast. Uppskotið er ætlað til
tjak og verður endaliga
viðgjert á komandi eyka-
aðalfundi, sum verður um
miðjan mars mánað. Upp-
skotið verður sent feløg-
unum, soleiðis at tey hava
hevi at kunna seg við tað
og gera meguligar við-
merkingar. Fótbólstsam-
bandið vil í hesum sam-
bandi heita á feløgini um
at senda FSF meguligar
viðmerkingar, broytingar-
uppskot o.a. í seinasta lagi
1. mars, soleiðis at tað ber
til at senda hesar út til øll
feløgini áðrenn eykaaðal-
fundin.
Gjert verður vart við, at
broytingarnar i lands-
kappingini ikki kunnu
koma í gildi fyrr enn til
kappingina 1988.
Í uppskotinum hjá Fót-
bóltssambandi Feroya
stendur m.a.
Talið av leikarum er mun-
andi ekt seinnu árini,
hetta millum annað av tí
at serstek smápiltadeild
er sett á stovn og av tí at
kvinnu- og gentufótbóltur
er vorðin fastur táttur í
virksemi FSF's. Nevnast
kann, at til landskapping-
ina 1987 hava tey 22 felog-
ini boðað frá, at tey koma
at taka lut í lands- og
steypakappingunum við
tilsamans 213 liðum — og
er meginparturin av hes-
um, nevniliga 138 ella
65%, lið í yngru deild-
unum.
Hóast talið av liðum í
yngru deildunum hevur
verið steðugt vaksandi
seinnu árini, so er einki
dulsmál, at tað hevur
verið sera torfert at finna
rætta kappingarháttin til
hesar deildir. Fleiri hættir
hava verið royndir, men
eingin tykist tó at hava
verið tann rætti og á aðal-
fundi Fótbóltssambands-
ins tann 15. november
1986 var breið semja mill-
um fundarumbodini/feløg-
Nr. 5 -
13. januar 1987
ini, at just landskappingin
hjá yngstu leikarum
okkara átti at takast upp
til álvarsliga viðgerð.
A áðurnevnda aðalfundi
var m.a. nomið við, at ein
kappingarháttur, ið hevði
verið verdur at royna, var
um kappingin varð skiað í
ymisk eki í staðin fyri sum
nú í veruligar landskapp-
ingar.
Hetta lítla rit er tí ætlað
sum »upplegg« til tjak um
hvussu kappingarnar hjá
teimum yngstu kunnu
umskipast, soleiðis at
bæði feløgini og leikarar-
nir fáa sum mest burtur
úr. Vart verður gjert við,
at hóast ymisk uppskot
verða sett fram í hesum,
so er ikki neyðugt at hetta
skal verða endaliga >mod-
ellid«, ið skal nýtast, men
kann tað meguliga geva
onkur hugskot, ið til ber at
nýta í komandi kapping-
um.
Nýggj skipan
Í dag eru tað ymsu nevnd-
irnar hjá Fótbóltssam-
bandi Feroya, ið umsita
tær lógir og reglugerðir,
sum ovasti myndugleiki
sambandsins, aðalfund-
urin, ásetir. Nevndirnar
skipa eisini fyri lands- og
steypakappingum, taka
sær av landsdystarsam-
starvinum, skipa fyri ym-
iskum skeiðvirksemi,
m.a. útbúgving av venj-
arum, dómarum og fót-
bóltsleiðarum o.ø. Øllum
skilligt er kostnaðarmikið
at reka Fótbóltssam-
bandið og fíggja feløgini
sjálv bert ein lítlan part av
øllum virkseminum gjøgn-
um luttekugjald teirra.
Afturat hesum fær FSF
ávísan part av ladskassa-
studninginum, ið verður
veittur ítróttarsamband-
inum og harafturat hevur
FSF annan fíggjarligan
stuðul frá privatari fyri-
tøku.
Négv ferding
Hóast tað altíð verður
roynt at leggja kapping-
ina so væl til rættis sum
til ber, so slepst tíverri
ikki undan nógvari ferðing
hjá ymsum feløgum. Tær
broytingar, ið eru framdar
í feroyska samfelagnum
hava eisini havt við sær,
at ferðingarmynstrið er
broytt munandi. Fyrr var
fyrst og fremst ferðast við
skipi ella báti millum
ymsu plássini, men í dag
er nógv tann stersta ferð-
ingin við bilum. Tað er oft-
ani soleiðis, at tá liðini hjá
teimum yngstu skulu »av
bygd« at spæla, so verða
ellir leikararnir koyrdir í
einum ella tveimum van-
ligum persónvognum, ið
ikki eru bygdir at taka so
nógv fólk. Hetta kann
hava við sær, at trygdin
hjá leikarum og bilferara,
ið lættliga kann verða
órógvaður, ikki verður so
góð sum hon eigur at vera.
Syrgiligur sannleiki er, at
vit føroyingar nærum
hava heimsmet í ferðslu-
óhappum og at ferðslu-
óhapp á føroysku vegun-
um hvert ár hava bæði
deyða og avlamni við sær.
Vitandi um hetta er tað
eitt ivamál um ítróttar-
leiðarar framvegis skulu
senda yngstu leikararnar
langar — og kanska eisini
vandamiklar — túrar fyri
at náa fram til ymsu leik-
vallirnar. Vit meta, at m.a.
hetta talar fyri at tað er
rættast at skipa kapping-
ina hjá teimum yngstu
sum serstakar »økiskapp-
ingar«. Harafturat er einki
at ivast i, at leikararnir
neyvan eru gladir fyri at
nýta heilar dagar til ferð-
ing fyri bert at spæla fót-
bólt í ein tíma. Mangan
fara teir heiman í frá tíð-
liga á morgni og eru ikki
við hús aftur fyrr enn
seint á kveldi.
Leikararnir vilja sleppa
at spæla fótbólt, ikki ferð-
ast!!
Økiskappingar
Millum annad omanfyri
nevnda talar fyri, at skip-
aðar verða veruligar økis-
kappingar i stadin fyri
sum nú har spældar verða
innleiðandi kappingar, ið
—