Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 1987síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — tvamál? Ein spurringur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lysaran. Hver morgun í skúlanum á Brekku byrjar við morg unsangi á gongir eru lærararnir Anfir Justinussen g Pau Andreasen saman næmingunum ur baðum flokkunum Skúlin á Brekku bara neyðloysn — Vórðu lærararnir spurdir, fluttu vit ongantíð niðan á Brekku við fyrsta og ødrum flokki, sigur Paulina Andreasen, stuðuls- lærari Tað var heilt galið við plásstrotinum í Ósáskúl- anum í Klaksvík. So galið, at flokkarnir noyddust at skiftast um at halda frí úr skúlanum. Samtykt er at byggja ein nýggjan skúla Undir Fossum, men tað tekur sína tíð. Fyri at minka um tað ringasta trýstið leigaði skúlin ovaru hæddina á sjóklædnavirkinum til fyrsta og annan flokk. Hetta varð ongantíð ætl- að annað enn sum ein neyðloysn. Hølini eru leig- að fyri fimm ár. — Vónandi verður henda neyðloysnin ikki fyri longri tíð, tí hetta ber ikki til. Og eg tori at siga, at vórðu lærararnir spurd- ir, vórðu vit ongantíð flutt niðan her. Vit vistu av ongum, fyrr enn alt varð avgjørt, sigur Paulina Andreasen. Hon er stuð- ulslærari og virkar um- framt sum kontaktfólk millum skúlan á Brekku og Ósáskúlan. 80 næmingar Tað ganga umleið 80 næmingar í skúlanum á Brekku, sum flutt varð inn í 24. november. Har eru tveir 1. flokkar og tveir 2. flokkar. 2. flokkur er í skúla fyrrapart og 1. flokkur seinnapart. Fýra skúlastovur eru. — Tað er ikki ov nógv, tí vit hava fleiri stuðuls- næmingar á Brekku. Hes- ir næmingarnir eru so veikir, at teir mugu hava stuðulslærara. Tá tað upp á nakran máta ber til, fer tann undirvísingin fram í somu skúlastovu sum hin undirvísingin. Tað er jú ætlanin við at hava teir veiku næmingarnar sam- an við hinum. Men við- hvert er neyðugt at hava hesa serundirvísingina fyri seg, sigur Paulina Andreasen. Sjálv er hon stuðulslærari nakrar tím- ar um vikuna. Nakrar tím- ar undirvísir hon evna- veikum næmingum í Klaksvík. — Hølini eru annars góð og ljós. Tað er rúmligt inni, og umframt tær fýra skúlastovurnar hava vit lærarastovu og kek. Vit vóru frammanundan bangin fyri at skula hava skúla í sama húsi sum sjó- klædnavirkið er, óttast m.a. fyri at tað fór at vera gangur, men eingir trupul- leikar eru av tí, sigur Paul- ina. Eingin skúlagarður Men skúlin hevur enn ongan skúlagarð. Arbeitt verður við at gera garð oman men hann er ikki liðugur enn. So leingi fyri, eingin garður er, ber ikki til at sleppa børnunum út í fríkorter, tí uttan um er ferðsla. I fríkorter unum eru tey á gongini og eina skúlastovu hava te} eisini at fara í. Bernini kunnu hava leikur við sær og sita so í smáum bólk- fríkorterunum og nógv um í spæla. Paulina heldur, at bern- ini trívast væl í nýggja fyribils skúlanum. Fyri so ung bern er ikki verri at tey eru á einum minni skúla. Men hon ivast í at tað er rætt at 40 bern í senn bara skulu vera sam- an við sínum egna aldurs- bólki. Tað er ikki so menn- andi fyri bernini og er eis- ini ónatúrligt, sigur hon. Við at fara í skúla á Brekku í staðin fyri at fara í Ósáskúlan hava bernini fingið styttri veg í skúla. Bernini í skúlanum á Brekku búgva á økinum frá Bumshamri og heim- eftir. — Men ferðslutrygdin hjá teimum er framvegis líka vánalig. Gongubreyt- ir eru ongar, og ferðslan er nógv niðan til skúlan, tí vegurin er samstundis einasta ferðsluæðrin til tann býarpartin. Tey flestu foreldrini velja tí at koyra bernini í skúla. Ikki fyriskipað Tå tímaætlanin var fyri skúlaárið, hevði Oså skúlin ikki í huganum, at ] og 2. flokkur kuidi flyta niðan á Brekku. Ti eru arbeiðsumsteðurnar hjá lærarunum, sum und irvísa á Brekku, ógvuliga ólagaligar. Bara ein lærari er burtur av á Brekku Hinir noyðast at koyra ímillum fleiri ferðir dag- liga. Lærararnir fingu lyfti um ein bil, men hann kom ikki. Vånaligt samband Skulin å Brekku er partur av Osåskulanum. Hetta merkir, at skulin å Brekku ikki hevur nakra sjålv- støduga leidslu. Tad er ógvuliga óheppið, tí sam- band vantar millum skúl- arnar. Tey, sum arbeiða á Brekku, kunnu ikki fylgja við, hvat fyriferst á hinum skúlanum, og er ein lærari sjúkur ein dag, skulu boð gevast til báðar skúlar. Og sjúkravikarurin noyð- ist so at ferðast ímillum. Við fýra skúlaflokkum á Brekku eru nógvir lærar- ar, ið undirvísa á Brekku. Tá bernini á Brekku skulu hava fimleik, verða tey koyrd í bussi aftur og fram. — Tí missa vit nógva tí av. Fríkorterini eru stutt, og nakað fer altíð burtur % t n børnir K 1 fl eik sig Paulina Hon heldur tað vera harmiligt, at lærararnir kki vórðu spurdir eftir einum føri sum hesum. 7 arð lurtað eftir teimun flutti skúlin ongantíð nið an á Brekku. Nú er bara at vóna, at tað ikki tekur ov langa tíð at byggja skúlan og 2 flokkur eisini skulu verða randi undir Fossum, har 1 Óli í Áarstovu Miðbýurin í Havn er vorðin sovibýur. Fyrst kom Litbrá við songunum. Nú koma dýnurnar.