Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 6 — 15. januar 1987 Minningarorð um Hans Andreasen Sunnudagin 11. januar bórust tey syrgiligu tíð- indi, at Hans Andreasen var farin. Hans hjá Óla, sum hann vanliga varð róptur, var feddur í Vági 28/3-1938, so hann var bert 48 ára gamal, nú hann so bráddliga doyði. Hans var sonur Almu á Óla Andreasen í Vági. Aftaná skúlagongd í Vági fór hann til Dan- markar at ganga á Niels Brock, heimafturkomin arbeiddi hann í 2 ár á skrivstovuni hjá D.P. Høj- gaard á Toftum. Men kom síðani á skrivstovuna hjá SEV í Vági, har hann nú hevði arbeitt meira enn 26 ár. Hann metti til arbeiðis tórsmorgunin, men fór heim aftur, tí hann kendi seg ikki væl — og longu sunnudagin var hann ikki ímillum okum meira. Ein steðgar á og undrast yvir, hvussu lítið, ið okur menniskjur vita, tá ið ein maður, sum ikki sást høgg á fóti á, so skjótt kann verða ryktur burtur. Av tí at bróðurin Pól og eg sótu á skúlabonki saman, so kom eg oftani í uppvekstrinum í heimið hjá Almu og Óla. Nú eru 19 ár síðani Óli doyði, so tey flestu av hesum av hesum árum hava Alma og Hans verið tvey eini í húsi. Hansara frálíku eginleikar, ið hann hevði fingið í veggugávu, komu honum til góðar í tí arbeiði hann rekti stóran part av lívi sínum, og var ong- antíð neyðugt at hyggja aftur um aftur eftir tí, ið Hans læt úr hondum. Hann gleddist um alt, sum kundi verða til gagns fyri Vágs bygd og ikki minst gleddi tað hann, tá stór útbygging varð gjerd í tí felag hann sjálvur arbeiddi í, tá nýggja SEV-verkið varð bygt í Vági. Hans hevði stóran áhuga fyri samfelagsviður- skiftunum, hann vaks upp í eini tíð, har broyting- arnar í samfelagnum hava verið stórar. Hann duldi ongantíð, hvar hann stóð politiskt, og í 1962, tá ið menn tóku seg saman at stovna Javn- aðarfelag í Vági, var Hans ein av undangongu- monnunum, og varð valdur í fyrstu nevnd felags- ins og hevur hann sitið so gott sum øll árini í nevndini. Hjá okum sum seinni komu uppí, hevur hann verið ein góður stuðul við millum eðrum sín- um frálíka góða minni, hann var álítandi og dugdi at siga sína hugsan greitt við fáum orðum. Stutt áðrenn jól hildu okur ein fund um ymisk viðurskiftir, og tá skjeyt Hans upp, at okur skuldu metast aftur aftaná nýggjár, men soleiðis bleiv ikki. Tað varnaðist ongan av okum, at so ikki skuldi verða. Hann sat eisini í mong ár í Líkningarnevndini hjá Vágs Býráð, og tað rekti hann til fulnar, hjálpsamur sum hann altíð var, tá ið heitt bleiv á hann. Hesar reglur eru ætlaðar sum ein seinasta tekk og ein stutt lýsing sum okur minnast Hans. Týðiliga kom til kennar, hvussu hegt hann virdi og elskaði mammu sína, og tað verður tómligt nú hansara sessur stendur tómur í heiminum. Ein heilsan til Almu, Martin og Pól við familj- um og øll tit sum stóðu Hans nær, má Guð styðja tykkum í komandi degum. Friðhalgað veri minnið um Hans hjá Óla. H Ellisheimið í Havn: Nakað fyri jól stóð eitt les- arabræv í Dimmalætting og Sosialinum um arbeiðs- viðurskiftini á Ellisheim- inum í Havn. Tað var eitt opið bræv til Tórshavnar Kommuna Starvs- og Tænastumannafelag, har starvsfólkini eru limir, og til — Starvsmannafelagið, hvers sáttmála starvsfólk- ini á Ellisheiminum verða lont eftir. Brævið varð undirskrivað »arbeidsfolk á Ellisheiminum«. Í brævinum varð Tórs- havnar Kommunala Starvs og Tænastumanna- felag lagt undir ikki at hava hjálpt starvsfólk- unum at fáa ótolandi ar- beiðs- og lonarviðurskifti í rætt lag. Sagt varð, at leiðslan ikki vil halda sátt- málan. Brævið endaði við ynskjunum um, at starvs- fólkini kundu halda jól við virðing sum menniskju. „Arbeiðsfólk á Ellis- heiminum< fingu einki svar. Og sum skilst, er einki gjørt fyri at beta um viðurskiftini Tað arbeiða umleið 20 kvinnur á Ellisheiminum. Summar teirra arbeiða bara parttíð. Arbeiðið teirra er at vera um og røkta tey gomlu, at gera reint og mat til teirra. Mat gera tær eisini til Umlætt- ingarheimið. 28 búfólk eru á Ellisheiminum. fólkini halda seg vera ov fá, tí nógv meira tíð átti at Starvs- verið til at tosa við búfólk- ini. Vaktarskipan vantar Starvsfólkini eru ógvuliga ónegd við, at tey onga rættiliga vaktarskipan hava. Tær vita ongantíð í góðari tíð, nær tær skulu arbeiða, og nær tær hava fri. Og sum á eðrum stovn- um á => almennaøkinum kunnu tær ofta verða kall- aðar til arbeiðis, tá tær skuldu havt frí, tí tær eru so fáar. Á jólum og á nýggjárinum noyddust allar at arbeiða sum van- ligan gerandisdag. Utbúgving hava starvs- fólkini onga. Tey hava bið- ið um at sleppa á skeið, men tað er ikki játtað teimum. Tey arbeiða við menniskjum og kenna tí stóran terv á at læra nak- að. Royndir eru ikki nóg mikið, halda tey. Lenina eru tey ónegd við. Tær. sum ganga náttarvakt, verða lontar eftir 7. lenarflokki hjá Starvsmannafelag- sum bara ar- dagin, verða løntar eftir 5. lønarflokki. 7. lønarflokkur umfatar vanliga skrivstovufølk uttan utbugving. I 5. løn- arflokki eru kahutsgentur og -dreingir og lætt- matrósar. Starvsfólkini á Ellisheiminum halda tað stak num. Tær, beiða um Løntar sum kahútsgentur vera legið, at teirra arbeiði ikki verður meira virt, tí á Ellisheiminum hava tey stóra ábyrgd við 28 bú fólkum. Nevnt verður, at ein, sum hevur arbeitt á Ellisheiminum í 16 ár framvegis er í 5. lenar- flokki. Endalønin í 5. løn- arflokki er 11.547 krónur, og tað er við 14 ára starvs- tíð. Byrjanarlenin í báðum lønarflokkum er undir 10.000 kr. Starvsfólkini fáa tó viðbetur fyri skeiv- ar arbeiðstíðir. Hvussu stórt trotið á starvsfólki er, duga tær. sum Sosialurin hevur tos- að við, ikki at siga. Tað er ógjerligt at siga nágreini- liga, tá eingin vaktar- skipan er, siga tær. Gera reint um náttina Fyri einum ári síðan var bara ein náttarvakt á Ell- isheiminum. Tað hildu tær vera skilaleyst, og semja varð so gjørd við býráðið um, at tvær náttarvaktir skulu vera. Ein varð tá flutt av dagvaktini til náttarvaktina. Tað hevði eisini við sær, at onnur náttarvaktin varð sett at gera reint, til stóran ampa fyri tey gomlu, sum vakna av ófriðinum. Onnur nátt- arvaktin noyðist eisini yvir á Umlættingarheimið at hjálpa, tá á stendur har. Sjálvt um umsteðurnar Síða 3 eru vanaligar, stødast starvsfólkini Vit eru sjálvandi góð við tey gomlu. Tað er jú tí, vit arbeiða á Ellisheimin um. Ellisheimið kundi ver- ið eitt gott arbeiðspláss, men nú orka vit hetta ikki longur. siga starvsfólkini. — Vit royna at dylja fyri búfólkunum, hvussu ónegd vit eru við arbeiðs- umsteðurnar, men sjálv- andi merkja tey tað. Hví skal alt vera galið á teim- um stovnum, sum hava við gomul og sjúk at gera? Tey hava tað ikki uppibor- ið, siga starvsfólkini. Tey sipa til Almannastovuna, trotið á sjúkrasystrum og sjúkrarektarum o.a Gjørdu semju í fjør Eyðun Jensen, leiðari á býráðsins sosialu deild, váttar, at starvsfólkini ikki fáa hægri len enn sáttmálin fyri 5. og 7. løn arflokk sigur. Men tað er sambært semju, sum varð gjørd fyri einum ári síðan millum býráðið og Tórs- havnar Kommuna Starvs- og Tænastumannafelag At so øll ikki eru negd við sáttmálan er ein annar spurningur. Hann sigur seg ikki vita annað enn, at sáttmálin verður fylgdur. Tá sáttmálin varð gjerd- ur fyri einum ári síðan fóru lenirnar nógv upp. sigur Eyðun Jensen randi Starvsfólkini gera tað, tey kunnu, fyri at tað skal vera hugnaligt hjá búfólkunum. Myndin er frá 50 ára haldinum á Ellisheiminum í august 1985