Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 1987síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 7 — 17. januar 1987 Sunnudagin kl. 10.25 Sunnudagskonsertin „Nú leikar brim við havsins sand< stendur sum yvirskrift til send- ingina við klassiskum tónleiki í útvarpinum sunnudagin. Hetta sipar til eina kompositión hjá Anton Bruckner, sum spæld verður í sending- ini »Helgoland« fyri kór og orkestur. Hevuðs- verkið á skránni er Sym- foni nr. 1 hjá Beethoven, og ætlanin er at teir komandi sunnudagar- nar, tá tónleikasending- in er hálvanannan tíma, at spæla eina Beethov- en-symfoni í hverjari sending, soleiðis at tær allar verða spældar í rað- fylgju, hver við einari stuttari frágreiðing. Av eðrum, sum er á skránni í konsertini sunnudagin, kunnu nevnast tríggir sangir av bretska tónaskaldin- um Frederic Delius, brot úr eini violinsonatu av Mozart, og ungverski klaverspælari | Gyorgy Cziffra fer at spæla. Ove Olsen og Janus Mohr leggja til rættis. Sunnudagin kl. 12.00 Gudstænasta úr Hvalbiar kirkju Hvalbiar kirkja, bygd 1935 Hvalbøur er gomul kirkju- og prestbygd. Síðani trúbótina hava einir fjøruti prestar havt sæti har, og kirkjurnar hetta langa tíðarskeið hava sjálvandi verið fleiri, men hendan, sum er bygd í 1935, er tann fyrsta, ið bygd er á hes- um staðnum, millum bý- lingarnar við Neyst og Toftir. Aður stóð kirkjan í Skálum, t.e. uttarlaga í bygdini á norðursíðuni á fjorðinum. Til er mynd av seinastu kirkjuni, ið stóð har. Hon gjerdist ikki gomul, varð bygd í 1859 og tikin niður i 1934. Av áhugaverdum og virðismiklum lutum í kirkjuni eigur fyrst og fremst at verða nevndur doypifunturin úr fer- oyskum gróti, sum kom í 1964. Juul Andreasen, steinheggari á Velba- stað, gjørdi hetta listar- verkið. Núverandi urgan í Hvalbiar kirkju er donsk, og hon varð tikin í brúk í 1968. Sunnudagin á middegi sendir útvarpið guds- tænastu úr Hvalbiar kirkju. Jónsvein Bech, prestur, prædikar. Gamla kirkjan í Hvalba, bygd 1859, tíkin niður í 1934 ' tt DGS PGP PP DE DD KEDE DD DEDE Sunnudagur kl. 13.40 >Móðurlandið, tær í favni« Vit skulu hoyra Havnar Sangfelag vid Hans Jac- ob Højgaard sum leidara syngja nakrar sangir. „Móðurland vil eg teg kalla« er tað fyrsta lagið. Lagið er danskt. Jóann- es bóndi hevur yrkt. Aðrir sangir verða >Tús- und røddir kvøda« og „Um eg vítt um vereld fór<. Fyrst í fimtiárunum varð kommunuskúlin í Havn vígdur. Í hesum sambandi varð ein kant- ata gjørd. Heðin Brú yrkti, og Hans Jacob Hejgaard gjerdi tónleik- in. Vit fara at enda at hoyra Havnar Sangfelag syngja hesa kantantuna „Fedranna tala«. Olavur Håtun resiterar, og Rig- mor Restorff Rasmus- sen hevur klaverfylgi- spælið. Janus Mohr hevur lagt sendingina til rætt- is. Sunnudagur kl. 14.15 aP Steintór Rasmussen og Dánjal Hejgaard vitja í Haraldsundi á eystursíð- uni á Kunoynni. Vitjað verður á handskavirkin- um. Teir práta við Páll Klettskarð um arbeiðið har. Teir tosa eisini við Minnu Sommer Magn- usson úr Klaksvík, sum er flutt til Haraldsundar og við Eriku og Borgar- hjørt, sum arbeiða í hús- unum, sum Landsverk- frødingurin hevur inn rættað til matstovu til arbeiðsmenninar á staðnum. Tær syrgja fyri matinum, breyði og viðskera o.s.fr. Vitjað verður eisini Suðuri á Leiti, har fólk nýliga hava sett búgv. Flestall- ir menninir úr Harald- sundi eru til skips nú. Vit hoyra um tey ungu í Haraldsundi, um arbeiði teirra, og um hvat tey gera í frítíðini. Sunnudagin kl. 17.00 »Hin myrka náttin nú horvin er« — sending við donskum tónleiki Danska tónaskaldið C.E.F. Weyse gjerdist serliga kendur fyri log- ini, hann skrivaði til morgun- og kveldsangir- nar hjá skaldinum B.S. Ingemann. Tveir av hes- um sangunum verða á skránni sunnudagin, og vit fara annars at hoyra eitt lítið stykki fyri solo- floytu av Carl Nielsen, tónleik av Dietrich Bux- tehude, danska barokk- tónaskaldinum, sum varð feddur fyri 350 ár- um síðani, í 1637, og eis- ini fer symfoniorkestrið hjá danska útvarpinum at spæla eina fantasi yv- ir suðurjutsk leg, sum tónaskaldið Emil Reesen legði til rættis. Henda sendingin við donskum tónleiki er tann 8. í reðini. 000,0.0,0,0.0,0.0.0.0% Týsdagur kl. 16 #B0G 14 0004% í Í hesari ungdómssend- ingini = verður evnið „Data í fólkaskúlanum-< viðgjert. Birita Mohr og Petur Mohr Reinert práta við Mikudagin kl. 19 Síða 13 Ungdómssendingin bern og ungfólk um data. Er tað so spenn- andi at arbeiða við teld- um? Tey vitja eisini onkran, sum eigur eina teldu heima. Heilsu- og arbeiðs- umhvórvi í norsku fiskivinnuni Feroyingar eru íkki frammalaga, tá tað snýr seg um at kanna heilsu- og arbeiðsumhvervi hjá fiskimonnum. lkki ti, aðrastaðni eru teir ikki meira enn byrjaðir held- ur at vísa strævna ar- beiðsplássi fiskimanne ans. Men norskir fiskimenn kunnu gleðast um, at teir eiga eina læknabók »Fiskerens Helsebok« sum Per Fugelli, profess- ari i arbeiðsmedisini hev- ur skrivað til teirra Í tveimum sendingum í útvarpinum tosar Bogi Godtfred við Per Fugelli um heilsu- og arbeiðsum- hvervi í norsku fiski- vinnuni, sum hann hev- ur kannað. Fyrra sendingin kem- ur mikudagin 21. januar.