týsdagur 20. januar 1987síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 8 — 20. januar 1987
Síða 13
KÍ
fingið
venjara
Nú landskappingin í
fótbólti fer at byrja
um tríggjar mánaðar,
hava tey ymsu
felegini kring landið
fingið sær venjara at
venja 1. deild. Tó
hava summi feløg
havt trupulleikar hes-
um vidvikjandi. Tad
frættist ur Klaksvik
at teir nå hava skriv-
ad såttmåla vid dan-
an Steffen Petersen,
id er 32 åra gamal og
er ur Århus. Hann
var hjålparvenjari i
fjør hjå danmarks-
meistaranum AGF
Sjålvur hevur hann
leikt vid 1. deildar-
liånum hjå AGF, men
hann mátti gevast
vegna ein skaða.
Steffen Petersen
kemur vónandi til
Feroya í næsta mán-
að. Í fjør gekst minni
væl hjá Kl-liðnum, so
spennandi verður, um
teir ætla at taka sær
um reiggj í ár.
mik
Lesarin skrivar:
= Dómsnevndin, hví hendir
einki, og hvat hendir
HB sendi fyri heldur lang-
ari tíð síðani eina klagu
til F.S.F. um, at GÍ hevði
nýtt ein ólógligan (einki
at ívast í) leikara í sein-
astu landskapping. FSF
vidgjørdi klaguna, men
segði, at alt var í lagi...
ja... nógv síga teir...
HB sendi tíbetur síðan
klaguna til dómsnevnd-
ina, men hvat!!! Enn er
onki hent. FSF skal nú í
gongd við at leggja kapp-
ingarnar íyri komandi
leikár, men hvat skulu
teir gera, GÍ og B36 hava
boðað frá, at teir stilla
upp við hver sínum líði í 1.
deild komandi kappingar-
ár, men eingin veit, hver
av hesum kemur við í 1.
deild.... HVÍ?
Allarhelst man tað
verða dómsnevndin, ið er
í dýrastu neyð, tí straffar
hon GÍ, ja so skal GÍ nið-
ur, ja heldur langt nidur,
men ein dómsnevnd er og
eigur at vera ein nevnd,
har ein ikki skal hugsa
um, hvat onnur/hini 0.s.fr.
fara at siga, men skulu
dema ein rættvísan dóm.
Man sær í bleðunum, at
fjølmidlarnir longu hava
krúnað GÍ sum verandi
1986/87 Føroyameistarar,
og B36 sum komnar i 2.
deild, hetta er ógvuliga
skaðiligt fyri einari rætt-
vísari avgerð, tí hetta
hevur kanska ávirkað
dómsnevndina.
Eitt skal verða sligi?
fast, at verða GÍ ikki revs-
aðir, so verða tvey ósek
feleg, B36 og HB taparar.
B36, tí teir so skulu í 2.
deild, og HB missir
FM-heitid, sum teir eftir
ellum at dema koma at
fáa, um GÍ verða demdir
(GÍ fekk FM-heitið á
sinni, tá HB vórðu demdir
at tapa ein dyst, tí eitt eft-
irnavn varð skeivt stav-
að). Ja, ein kann tá so
sanniliga eisini bæði
snara og dreyga lógirnar
upp og niður á ymsar
mátar, at tað tá einans er
eitt at gera hjá FSF, og
tað er at avskaffa dóms-
nevndina. Ein má vóna,
at dómsenvndin ikki letur
seg ræða av møguligur
hatri, men er við til at
stimbra ein rættvisan fót-
bóltsanda. Tað eru nógv,
ið vóna eina rættvísa av-
gerð.
EIN MØGULIG LOYSN!!
Um so er, at dómsnevndin
ikki kann koma fram å
eina 100% rætta loysn, so
er tad rættast fyri allar
partar, her eisini meint
øll feløg, at déåinsnevndin
lysir seinastu landskapp-
ing ógylduga at vera, tað
skuldi so fert við sær, at
eingin fór niður í aðru
deild, og eingin verður
Feroyameistari, og nr. 1 Í
2. deild flytir upp í 1
deild. Næsta kappingarár
aftur fara so bæði tey nið-
astu liðini í 1. deild í 2.
deild, og eitt flytir upp í 1.
deild, og at déåmsnevndin
áleggur FSF at gera eina
greiða og vælskiljandi lóg
fyri framtíðina, so at fel-
øgini, FSF, Démsnevndin
og onnur vita, hvat tey
mugu og kunnu. Hetta er
ivaleyst eitt av mongum
uppskotum, um ikki at
gera ein dóm, id ein ikki
er 100% visur i.
RÆTT SKAL VERA
RÆTT. be.
Málverjin Zaki arsins leikari í
Afrika!
Tann framúrskarandi lið-
skiparin á marokkanska
landsliðnum Ezaki Badou
varð heiðraður av France
Football við tí »gylta bólt-
inum« 1986.
Zaki!
Í veruleikanum eitur hann
Ezaki Badou, men hvert
mansbarn í Marokki
hevur í nógv ár kent tann
1.87 metur hega og 80 kilo
tunga lítillátna málverjan
sum rætt og slætt Zaki.
Nú er hann kosin sum
besti fótbóltsleikari í Afr-
ika i 1986 av ti væl um-
hildna parisiska viku-
blaðnum France Football í
samlag við Radio France
Internationale.
Fólk, ið minnast hans-
ara framúrskarandi bjarg-
ing av Karl-Heinz Rum-
menigges brakandi kanón-
skoti bert fáar metrar frá
málinum í HM-áttingsfin-
aluni skilja hetta væl.
Samanumtikið kann sig-
ast, at marokkanarin var
millum teir allar bestu
málverjurnar í endaspæl-
inum í Mexico í summar.
Burtur úr hansara frálíka
spæli spurdist eisini ein
sáttmáli við Real Mall-
orca, ið spælir í sponsku
fyrstu deildini.
Tríggir marokk-
anarar millum
teir fimm bestu!
Blaðmenn úr 38 afrik-
anskum londum hava at-
kvøtt og endaliga stødan í
toppinum varð hendan:
1. Ezaki Badou (Real
Mallorca/Marokko), 125
stig.
2. Aziz Bouderbala
(Sion/Marokko), 88 stig.
3. Roger Milla (Mont-
pellier/Cameroun), 80 stig.
4. Taher Abou Zeid (El
Ahly/Egyptaland), 47
stig.
5. Mohamed Timoumi
(Murcia/Marokko), 35
stig.
Tað, at Marokki sum
tað fyrsta afríkanska
landið nakrantíð spældi
seg víðari til 2. umfar í
einum HM-endaspæli hev-
ur helst gjert at tríggir
marokkanarar eru millum
teir fimm bestu. Tað er
sermerkt at eingin av
teimum spælir við afrik-
anskum liðum.
Tann álopsfúsi miðvall-
arspælarin Bouderbala —
sjálv »drivkraftin« á mar-
okkanska landsliðnum —
hevur spælt í Sveits nekur
ár. Leiðbeinarin Timoum i,
ið fekk >gylta bóltin< sum
ársins besti leikari í 1985,
hevur í fleiri ár verið »elt-
ur< av europeiskum felog-
um, men fyrst aftaná HM
fór hann at spæla fyri
Murcia í Spania.
Tann uortodoksi álops-
leikarin Milla hevur í nógv
ár leikað í fronskum fót-
bólti. Hann spælir nú fyri
einum liði í 2. deild, men
fólk minnast hann iva-
leyst best frá HM í Span-
ia, tá ið Cameroun ongan
dyst tapti. Tann ungi
egyptarin Zeid eigur stór-
an part av æruni av teim-
um góðu fuslitunum, ið
liðið hjá honum hevur
havt í Afrika Cup.
Bert trý mál
fóru í netið
í 12 HM-dystum!
Zaki er feddur 2. apríl
1959 í býnum Sidi-Kacem
nær Meknes og hann hev-
ur spælt umleið 70 lands-
dystir. Hann er liðskipari
á landsliðnum og hann var
hevuðsorsekin til, at bert
eitt mál varð skotið í netið
hjá Marokko í teimum
átta HM-kvalifikations-
dystunum. Í endaspælin-
um eydnaðist tað í teim-
um fýra dystunum norð-
urafrikanarar spældu,
bert portugisaranum Dia-
mantino við einum einki-
avgerandi og máli og vest-
urtýskaranum Lothar
Mattháus á einum frí-
sparki við vánaligum mar-
okkanskum verjuspæli at
lumpa norðurafrikanska
málverjan. Áðrenn HM
hevði hann longu fingið
gott umdemi, men í Mex-
ico fekk ein sjón fyri segn:
Zaki er ein målverji i
heimsklassa, id bert hevur
tað lítla brekið, at hann
ongantíð sjálvur sparkar
tey longu málsparkini.
Hann lýsir av yvirvaldi og
hevur eitt yvirlit, ið ein
sum oftast noyðist at fara
til eldri málverjar fyri at
finna. Hansara atsóknir í
brotsteiginum og hansara
tamarhald á luftrúminum
eru framúrskarandi og til
hetta kemur eisini hans-
ara ótrúliga >reaktións-
evni«.
Rummenigge trúði ikki
eygum sínum tann dagin í
Monterrey tá ið Zaki
bjargaði skot hansara!
mik
G
frå 7-190 HK
båtamotorar
D 150 — 6 cyl.
100.000 kr. komplet
vid aksilgreidum
NORDBIL
v/ Martin Dam Jacobsen
Bilverkstaður - Dekksøla
Oyggjarvegur - tlf. 13707