hósdagur 22. januar 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Hvør er
ódemokratiskur,
Jógvan
Sundstein?
TAÐ er ikki oftani, at formaður Fólka-
floksins breiðir veingir sínar út í mál-
gagni sínum Dagblaðnum. Eina tílíka
roynd ger hann so kortini mikudagin
og tykist skrivingin meira veingja-
skerd, heldur enn at hava tað stóra
flogið.
TANN stóri parturin av Javnaðar-
flokkinum, sum hevur ávarað ímóti at
skipa samgongu við Fólkaflokkin
og so Sosialurin standa fyri skotum í
| grein Sundsteins. Hann førir fram, at
| tað er ódemokratiskt og intolerant av
einum flokki at útihýsa øllum møgu-
leikum fyri samstarvi við annan flokk
— í hesum førinum er so talan um
Javnaðarflokkin kontra Fólkaflokkin.
Hann sigur, at grundreglan í demo-
kratinum er, at øll politisk sjónarmið
hava sama rætt og at øll hava loyvi at
royna seg. Køvan av hugsanum og úÚti-
lokan av fólki við ødrum hugsanum
hoyrir diktaturinum til.
HESUM seinasta eru vit samdir i. Og
er tað eisini júst hetta, sum javnaðar-
fólk og eisini Sosialurin ferð eftir ferð
hesi seinastu árini, Óli Breckmann
hevur gjørt sína ávirkan galdandi í
Fólkaflokkinum, hava gjørt vart við.
Og ikki minst hava nógvar av hesum
ávaringum móti teirri sera ódemokrat-
isku skrivingini í málgagni Fólkafloks-
ins verið vendar júst til formann
Fólkafloksins við vón um at hann,
sum tann hampamann mong hava
hildið hann vera, fór at venda sær
ímóti tí fyrst sníkjandi og við tíðindi
fastgrógvna ódemokratisku og
ómenniskjaligu linju, sum Óli Breck-
mann hevur stílað fyri og framvegis
ger tað.
TAÐ er ikki neyðugt her enn einaferð
at siga fólki, at formaður Fólkafloks-
ins — hóast nøkur nærum fjald kroko-
dillutár í Dagblaðnum av og á — ong-
antíð hevur viljað ella torað at sett
stavnamannin uppá pláss. Hetta er
eisini nakað, sum sjálvt fólkafloksfólk
hava sóknast eftir — í málgagni Fólka-
floksins. Tey hava víst á júst hesa
somu ódemokratisku og ómenn-
iskjasligu linju, sum Óli Breckmann so
við og við hevur megnað at gera til
politikk Fólkafloksins.
TÁ tað verður sagt, at javnaðarfólk á
vinstravonginum vilja ikki samstarva
við Fólkaflokkin, so er hetta bert ein
partur av sannleikanum. Tí hin partur-
in er tann, at hesi fólk ynskja ikki at
Utgevari: P/f Sosialurin O
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Blaðfólk: Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Térfinn Smith
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
nýta atkvødur sínar, skulu tær brúkast
í einum samarbeiði við ódemokrat-
isku kreftirnar í Fólkaflokkinum. Tað
er tann ultrakonservativi og ódemo-
kratiski høgravongurin av Félkafiokk-
inum, sum hevur útnevnt Javnaðar-
flokkin og javnaðarfólk sum høvuds-
figginda. Roynt verður við somu met:
odum sum Mccarty brúkti í statunum
á sinni at sverta út øll javnaðarfólk
sum eitt slag av kommunistum, sum
vilja demokratinum til livs í Føroyum.
METODURNAR sum verða brúktar í
hesum miðvísa politikki eru, sum eis
ini Jógvan Sundstein veit, sera skitn
ar, ja so skitnar, at býráðslimir hjá
Fólkaflokkinum hava talað at. Eingin
verður spardur í hesum eirindaleysu
sniðálopum. Hverki einstaklingar,
familjur, bygdir ella feløg.
HVÍ skal tað nú brádliga vera ódemo-
kratiskt, at hesi mongu javnaðarfólk,
sum verða hongd út, ikki vilja góðtaka
at vera í samgongu við ein flokk, ið so
fult og heilt tekur undir við hesum?
Hava ikki hesi fólk eisini tá tey eita
vinstravongurin í Javnaðarflokkinum,
loyvi at hava sínar hugsanir um sam-
felagið, og sum tú sjálvur skrivar
»grundreglan í demokratinum
er, at gil politisk sjónarmið hava sama
rætta.
VIT kunnu ikki lata vera við at minna á
miðvísu royndirnar hjá amerikanska
politikaranum McCarty at undirgrava
tað sama demokratiið, sum hann
segði vera so heilagt, við ikki at kunna
góðtaka fólk við hugsjónum, sum
bóru á vinstrabógvin.
HETTA hevur verið mannagongdin í
Dagblaðnum seinastu mongu árini og
síggja vit nú eisini, at tað hevur borið
åvøkstur sum illgresi. Kring landið har
Viljafeløgini stinga seg fram sum
hundaland. er tað ikki annars siðiliga
framferðin hjá fólkafloksformannin-
um, sum verður brúkt, men haraftur-
ímóti tann av McCarty inspireraða
Breckmanslæran.
TAÐ kann tykjast øvugt, at fremstu
fólkafloksmenn so fegnir vilja sleppa
at samstarva við Javnaðarflokkin og
koma undir hansara skjúrtuvel um
somu tíð, sum hesin flokkur gjøgnum
málgagn sítt, Dagblaðið, sáar hatur og
illgruna um tey, ið hoyra til Javnaðar-
flokkin.
tíðindablaðið i
Soleiðis ljóðaði pråtid aft-
aná bussvanlukkuna
undir Vaðlaknúkum her-
fyri. Tað er sjálvandi lætt
at práta aftaná og at gera
seg klókan, tá ólukkan er
hend, men tað, sum undr-
ar meg mest, er, at á leið-
ini hjá hesi nýggju buss-
rutu, sum er undir útbygg-
ing og vekstri, liggur eitt
vegastrekki, sum er so
smalt, at tveir bussar ikki
kunnu metast, uttan at
annar trekkir út á meti
pláss. Hetta strekkið lá
har, tá Bygdaleiðir komu,
tram
og tað liggur har
vegis, uttan at tveir buss
ar kunnu metast, og uttan
nakað merki
n >»SUI
ppatt St
1 Vi Er
g Ss a £ i
ga u rnif beidi
vid at fyribyrgja ferðsl
deyðan. Góðar kreftir
løgtingi, landsstýri og
aðrastaðir frá, við góðun
meguleikum, at fara í
hernað. At skunda undir
hesar bussar, við at seta
teir í tíðarneyð, er helst
ikki tað fyrsta, sum eigur
at gerast.
Tað, sum lá mær upp á
hjarta, var ein líkasæla frá
myndugleikanna síðu, her
norðuri hjá okkum, sum
uttan iva fer at fera til
eina vanlukku. Stendst
ikki vanlukka av, so er
hetta bert eitt undur.
Stórarbeiði er farið í
gongd, við landsvegi norð
á Strond, byrging um Har-
aldssund og hol gjøgnum
Kunoynna. Í hesum sam-
bandi er legd ein ógvuliga
tung ferðsla á ein gamlan
veg, sum er gjerdur í 30-
unum til Ánirnar, og í 40-
unum víðari til Strond.
Á hesum vegi, sum varð
gjørdur við hvísl, spaka,
eyrheggara og tilluberu
við træhjólum, koyra nú
bilar, sum viga 15-25 tons.
Bóndahúsini, sum upp-
runaliga stóðu 4 metrar
frá vegnum, standa í dag
minni enn 2 metrar frá tí
útflaknaða vegjaðaranum.
Og sjálvandi er tað hent,
sum mátti henda í tílíkum
fori. Húsini eru farin at
geva seg undan. Tey fara
omaneftir undan trýst-
inum av teim stóru ak-
førunum. Í hesum húsi
búgva tvær familjur, við
fimm fittum smádreingj-
um. Ein innilig áheitan á
Klaksvíkar býráð, lands-
stýrið, landsverkfrøding
logting og aðrar. sum
møruliga hava makt til
VAknið kasa
Stoðrið = }
i
I 3
LK ra I
Anunum rapaðu, o K
hesum sambandi, og til
verju tykkara, eiga tit
bert hetta
Hatta var reinur kleyv-
arskapur. Tað er tað al-
menna, sum er komið inn á
hesi fólk, vi tungu ferðslu
síni, og tey mugu eiga
okkurt slag av samfelags-
rættindum, eins og onnur
menniskju.
A STongunum verður
væl og virðiliga stikað
fram við vegnum í breið-
kan, so ikki óhapp skulu
standast av. Eg kenni væl
hesi fólkini norðuri í
Ánunum, sum tað al-
menna, við gravkúm og
tungum lastbilum, trýstir
oman á sjógv. Eg veit, at
hetta eru hampafólk. Vit
eiga lógarfest trúarfrælsi.
Og vit eiga at vísa okkara
kristna sinnalag í tí, sum
vit hava skyldu at gera
móti hesum fólkum.
Eitt hjartasuff havi eg
eisini til Klaksvíkar bý-
Nr. 9 — 22. januar 1987
hetta viðv
Eg kom at
ráð,
Bukkvald.
hugsa um eina hending
og er
aftaná stríðslok. Higar
kom ein sendinevnd frá
donsku stjórnini at vita,
hvussu vit hevdu klárað
okkum gjegnum stríðs-
árini.
Henda sendinevnd kom
eisini til Klaksvíkar. Tá
eingin persónbilur var,
blivu 3 lastbilar leigaðir
norð á Strond at vísa teim
um elektrisitetsverkið
Mortan Justesen, Hans í
Garðinum og eg. Teir
læntu beinkir úr Betesda,
KFUM-K, at seta
eg úr
upp á last:
T
|
na at sita á
x
á vit skuidu tara, seg
k« 1 5
Kt Sun yrdi Væ
| k« 3 si
þ tilb u 1
æt
Lo u 2 Va í
la im vit og serliga
nafólk, hevur livað við
síðani, men vegirnir vóru
holutir eisini tá, so
valdu at koyra lagaliga,
tola luktin, og heldur hava
gestirnar sitandi á beinkj-
unum á lastini.
Hvussu nógv er broytt á
Grótrætt síðani tá? Vil
Klaksvíkar býráð brúka
skattgjaldarans pening til
Kunningarstovuna, so
hon kann biðja bilferarar
koyra skjótt á Grótrætt, á
veg til Haraldssunds ella
viðalundina í Kunoy við
fremmandfólki, sum eru
og ferðast.
Er ikki tíð upp á, at
nakað veruligt verður
gjørt við ruskspurningin.
Burtur frá fólki og býli. ut
í óbygt. Loyst við skili frá
grundini, meðan vit slætta
Bukkvald og sáa tað til
vakra grasfletu. Vónandi
tekur býráðið hetta til eft-
irtektar.
Bestu heilsur og gott
nýggjár.
Kari A. Andreassen
Hvat blívur av
enska fótbóltinum í SVF?
Séinasta heyst stóð at lesa
í donsku blødunum, at nú
fóru 6 týskir og 12 enskir
dystir at verða vístir í
Sportslørdag, sum teirra i-
tróttarsending eitur.
Sum mongum føroying-
um kunnugt senda danir
ein fótbóltsdyst beinleiðis
hvønn leygardag i sam-
band við hesa frálíku í-
trottarsending.
Aðrenn sjónvarp okkara
bleiv alment, var >Sports-
lørdag« sent í heilum líki
eisini her í Feroyum, men
av tjóðskaparligum orsek-
um er hetta ógjerligt í
dag.
Tá SvF byrjaði, bleiv
ikki so nógv klipt burt-
urúr »Sportslørdag«, men
hetta hevur bara tikið til,
soleiðis at vit í dag bert
síggja okkurt hissini brot.
Hendan veturin hava
vit sæð allar teir týsku
dystirnar, men síðani
danir byrjaðu at vísa
enskar dystir, hava vit
bert sæð ein.
Mangur hevur spurt,
hvat t.d. bleiv av dyst-
unum Liverpool-Charlton
og Manchester United
Manchester City.
Eg vil hervið mótmæla
hesum atburði Sjónvarp
Feroya.
Tórshavn, 19.1.87
HB-fan