hósdagur 22. januar 1987síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 13
Tríggjar hava til arbeiði at
pakka tær frystu sneisar-
nar
hava lært arbeiðið. Ikki
sum á flakavirkjum, har
tú fært ein knív í hondina
og tú fært at vita, hvar tú
skalt standa, einki meir.
Tað hava ongar arbeiðs-
vanlukkur verið á Blue
North. Menninir hava
fingið = onkrar smærri
snuddir men einki stór-
vegis. Við maskinurnar
eru neyðsteðgiknettir, og
allar vita hvar teir eru.
Einasta atfinningin er,
at nakað av gangi er. Men
tað bilar ikki. Oyrnavernd
er á virkinum, men hana
halda tær ikki vera neyð-
uga at brúka.
Nógv at vaska
A Blue North leggja tey
stóran dent á reinferi, eis-
ini viðvíkjandi maskin-
unum. Klokkan trý steðga
tey maskinunum og brúka
so seinasta arbeiðstíman
til at vaska. Tað er eitt
stórt arbeiði, tí alt skal
skrúvast sundur. Tá tær
vaska, fara tær í oljuklæð-
ir.
Bara onkur hendinga
dagur er farin burtur ímill-
um við ongum arbeiði.
Sjálvt um maskinurnar
ein dag ikki koyra, er altíð
okkurt at taka hondina í.
So taka tær hamara ella
skiftilykil í hond. Tær eru
jú mekanikarar eisini.
Brúka høvdiå
— Arbeiðið er reinfert.
Deiligt mjúkt fars, tað er
næstan sum køksarbeidi.
Likamliga er tað ikki
tungt. Og so kunnu vit
brúka hevdið eisini.
— Allar mugu arbeiða
eftir hverjari aðrari.
Gongur illa eina staðni,
bagir eisini í hinum lið-
unum.
Tær halda sjálvar, at á-
byrgdin, sum tær hava,
gevur teimum stóran á-
huga fyri arbeiðinum. Tær
vilja sjálvar hava arbeiðið
at ganga væl.
Tað er reglan, at eingin
skal taka trupulleikarnar
á arbeiðsplássinum við
sær heim. Teir skulu loys-
ast á staðnum. Trupulleik-
arnar kunnu tey bara
loysa á staðnum, og teir
mugu loysast í felag. At
ringja til Tokyo, um nakað
er á fatt, gevur einki úr-
slit.
randi
LÝSING
um innskriving í Tórs-
havnar Kommunalu
Skúlar
Foreldur ella verjar, ið ætla at lata síni
børn i 1. flokk í Tórshavnar kommunalu
skúlar komandi skúlaár, verða biðin um
at siga frá á skúlanum mánadagin hin
26. januar 1987 millum kl. 16.00 og
18.00.
Møguleiki er eisini at ringja á skúlarnar
somu tíð. Kommunuskúlin tlf. 11947,
Venjingarskúlin tlf. 11947, Venjingar-
skúlin tlf. 1 3502, Eysturskúlin tlf. $ 4752
og Hoyvíkar skúli tlf. 15073. Takið
dóps/navnaseðil við.
Born, sum búgva eystanfyri Frælsið,
Mattalág, Grønlandsvegin, Hvarvið og í
rætta linju í Marknagilsvegin verða van-
liga tilmeldað í Tórshavnar kommunu-
skúla, meðan børn, ið búgva við nevndu
vegir og vestur til Sandá, vanliga vera
tilmeldad í Venjingarskúlanum.
Børn, ið búgva sunnanfyri Mylnugøtu
við Tinghúsvegin, við Sundsvegin og
eystanfyri, verða vanliga tilmeldað í
Eysturskúlanum. Børn, eystanfyri
Hoydalså, vanliga vera tilmeldad Hoy-
vikar skúla.
Foreldur, sum ynskja børn sini i ann-
an skúla enn tann sambært bústaðin til-
skilaða, kunnu venda sær hagar.
Skúlaráðið fer saman við skúlastjór
anum at kanna eftir um tað er gjørligt
undir galdandi plássviðurskiftum.
TÓRSHAVNAR KOMMUNALU
SKÚLAR
Tórshavnar Skúlaráð
ARKITEKTUR —
KONSTRUKTORUR
Til fjølbroytt projekteringsarbeidi søkja
vit eftir einum ungum arkitekti ella kon-
struktøri, ið kann taka við starvi sum
skjótast.
Nærri upplýsingar um arbeiðs- og
lønarvidurskifti 0. a. fáast við at skriva
ella ringja til skrivstovu okkara.
LBF
Landsbyggifelagið P/F
VERKFRØDINGAR . ARKITEKTAR
Grønlandsvegur 5 . Postboks 236
100 Tórshavn
Tlf. 1 4744