hósdagur 22. januar 1987síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 9 — 22. januar 198
7 -
tíðindablaðið
Hetta plássið við R. C. Effersøesgøtu var upprunaliga ætlað til ungdomshus. Men tann ætlanin er slept. Nú skal
læknamiðsteð byggjast her, um politiskur meirluti verður fyri tí
at verða varðveidd í so
stóran mun, sum til ber.
Innrætting
Tann fyritreytin, at
ferðsluteinarnir bæði hjá
starvsfólki og viðtalufólki
skuldu verða so stuttir og
greiðir sum gjerligt og at-
skildir hver frá eðrum,
gjørdi, at skjótt varð
greitt, at rættast var at
byggja læknahúsið í
tveimum hæddum. Til við-
talufólkið eru serstakar
trappur og lyftir, og er
teinurin frá úthurðini til
læknahurðina sera stutt-
ur.
Til starvfólkið eru eisini
serstákar = trappur og
slepst frá gongini í kjall-
aranum til hverja viðtalu-
eind sær. Inngongdin hjá
starvsfólkinum er í kan-
tinuhúsinum.
Sýnt er dømi um,
hvussu ein læknaviðtalu-
eind kann innrættast, men
eru meguleikar fyri at
stakynskir hjá læknunum
í ein ávísan mun kunnu
uppfyllast.
Fyri at fyribyrgja, a
ferðsluóljóð frá R. C. Ef
ersøesgøtu nervar lækn: -
húsið sum minst, eru sjál
læknaviðtaluhelini legd
vestursíðuna á bygning-
inum, meðan onnur rúm
og trappur eru í eystur
síðuni og tá óbeinleiðis eis-
ini er ljóðverja.
Til starvsólkið í lækna-
húsinum er ætlaður serligt
kantinu- og fundarhús
sunnanvert tjernina.
Til heilsusystrar,
heimasjúkrasystrar og
sosialiráðgevara er eisini
serstakur bygningur, men
»r hann skipaður saman
við helum til fysioterapi-
deild, tí mett varð at hes-
um viðgerðum átti eisini
at verða rúm fyri, tá upp-
skot til læknamiðsteð
varð tilevnað
Handilsligt samskifti við
tilafturskomin lond
SAMHUGI er nýtt fer-
oyskt felag, ið selur verur
úr tilafturskomnum lond-
um.
Føroyska felagið Sam-
hugi hevur sett sær fyri at
styrkja um handilsliga
samskiftið við tilafturs-
komin lond, ella við bónd-
ur og aðrar framleiðarar í
hesum londum, soleiðis at
handilin verður teimum til
størst møguligan fyri-
mun. Har tað ber til, verða
vørurnar keyptar beinleid-
is frå bóndunum, soleiðis
at sum mest av tí peningi,
vit sum brúkarar gjalda,
kemur teimum fátæku
framleiðarunum til góðar
Fyri at tryggja sær, at
góðskan er í lagi, og at
peningurin veruliga kem-
ur fram til tey rettu, sam-
starvast feroyska felagið
Samhugi við líknandi fel-
eg í øårum londum. Hetta
skal tó ikki skiljast sum
olmussa til menningar-
londini, men veruligur
stuðul til varandi sjálv-
bjargni.
Felagið Samhugi selur
til handlar og kioskir, og
hava tey tikið væl ímóti, tí
tey sum higartil hava
smakkað Tanzania teið og
Samhugakaffið, hava latið
sera væl at. Hetta fyrsta
floks teið verður viðgjert
og pakkað í Tanzaniu, og
fær landið av hesum nógv
fólk í arbeiði, og tvær ferð-
ir so stóran ágóða, sum
landið hevði fingið, um te-
ið varð sent av landinum
ópakkað.
Hugsjónin við tiltakin-
um er, at úrtekan skal
samsvara arbeiðinum,
antin liggur
framleiðsluni, viðgerðini,
ella í seluni. Tað ber í sær,
at handlarnir skulu hava
sína vanligu úrteku, eisini
av hesum
um tað gongur væl hjá
teimum at selja, er ætl-
anin at onkur skal koyra
tær út fyri løn. Møguligt
rakstraravlop fer aftur i
felagið at arbeiða víðari
við.
Umframt te og tebrev
úr Tanzaniu, og vanligt
kaffi úr Nicaragua, selur
felagið Samhugi eisini
kaffi, ið indianarnir í Mex-
ico hava framleitt uttan
nýtslu av kunstteðum og
sproytievnum. Frá indian-
arum sum liva í frumskóg-
ini í Lacandona ekinum í
Mexico keypir felagið eis-
ini eitt serliga gott slag av
hunangi, eins og koffein-
frítt kaffi og pulvurkaffi
úr Tanzaniu eru á skránni.
hetta so
verunum, og
Einstakir handlar hava
tikið ímóti Juteberiposum -
úr Bangladesh, gávupakk-
um við úrvali av kryddari-
um úr Sri Lanka og teim
sera væl dåmdu Kasju-
nøtunum úr Mosambique.
Men te, tebrev, og tað
vanliga kaffið er so at fáa í
teim flestu handlum,
kioskum og bakaríum.
Tað er eitt stórarbeiði at
fáa verurnar út um alt
landið, so enn eru bert
Eysturoyggin, Streym-
oyggin og partar a
Suðuroynni so toluliga
væl dekkaðar. Um nakar
hevur hug og stundir at
hjálpa til við at fáa hetta á
føtur, antin tað er fyri eitt
styttri ella longri tíðar-
skeið, eru tey vælkomin at
seta seg í samband við fel-
agið Samhuga á tlf. 13218
ella 43172. Hugsað verður
serliga um tveir teir
fyrstu mánaðirnar, men
umframt at brúka vørur- '
nar, er dyggasti stuðulin
fólk kunnu veita tiltakin-
um, at spyrja eftir teim-
um, har tær ikki enn eru
komnar út, ella har tær
tykjast vera útseldar,
verður sagt í tíðindaskrivi
frá »Samhuga«.
Vorurnar eru nógvar, ið felagið Samhugi hevur altid í handlunum at selja: Ymisk sløg
av kaffi úr Nicaragua, Mexico og Tanzania, leyst te og tebrøv úr Tanzania, hunang úr
Mexico og Kasju-netir úr Mosambique. Onkrir handlar hava eisini tikið ímóti krydd-
aríum úr Sri Lanka og Juteberiposum úr Bangla Desh. Eitt av oddafólkunum í Sam-
huga er Roar Olsen, sum her vísir fram eitt úrval av vorunum. Við at keypa samhuga-
verur stuðla vit teimum tilafturskomnu londunum.