Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Albert Mortensen: Nr. 10 — 24. januar 1987 Helmingurin av eginpeninginum er lagaligt lán frá skipamiðjuni — og hesum hefta partsreiðararnir sjálvir fyri. — Hver veruliga hevur verið fíggjarligi ráðgevin hjá Global, man standa sum ein stór gáta fyri mongum í dag. Ein av nevndarlimununr er ikki í iva um, at Albert Mortensen hevur havt leiklutin sum fíggjarligur ráðgevi, men hesum er Al- bert ikki samdur við hon- um í. Í Sosialinum seinasta leygardag segði Mortan Holm, nevndarlimur í Global, at Albert Morten- sen var fíggjarligi ráðgevi teirra og teir trúðu uppá hansara fíggjarmynstur. Hasum avsannaði Al- bert í sjónvarpinum týs- kveldið. Albert segði tá, at hann hevði Mortan, og at hesin hevði tikið alt í seg aftur. Albert legði enntá aftrat, at teir nú vóru vinmenn attur At Mortan og Albert eru vinmenn ella ikki ikki, skulu vit ikki leggja okkum út í, men at Mort- an hevur tikið alt í seg aft- ur, er tó ikki beint. Hetta segdu vit frá í blaðnum hósdagin. Men hvat sigur Albert Mortensen nú? — Eg havi fyri so vítt ikki verið ráðgevi. Eg var við at stovna felagið eftir at Mortan kom við ætlan- ini, sum hin fyrsti, um at fara undir at byggja tangaskip. Vit prátaðu saman og eg skilti á hon- um, at hann hevði skil fyri tosað við bestu tílíkum, tí hann hevði verið skipari á tangabát- um hjá A. P. Møller i mong Harrans ár og ti kendi til tad praktiska, sum skuldi til, sigur Al- bert Mortensen, og leggur aftrat, at hann kendi av góðum grundum ikki nógv til tangabátar frá at vera sakførari i Føroyum. Albert ikki verið ráðgevi, men bankarnir — Hví verður tú nevndur sum fíggjarligur ráðgevi? Hevur tú ongantid havt hendan leiklutin? Nei. Vit hava havt bankar sum ráðgevarar í figgjarmálum og spurningin um rentu og gjaldoyra hava vit við gjørt í neyndini ote ndi ferðir, áðrenn nøkur støda var tikin til tað Vit roknaðu við, at tá rentan var komin niður móti 8%, fór hon ikki at fella meira, og tað hildu teir bankar, sum vit tos- aðu við, heldur ikki. Ti hildu vit tað vera beint at fastleggja hana í 5 ár, og hetta var ikki nakað, eg kom við, og tað kann eg eisini prógva. Bundið seg til DM — Tit bundu tykkum eis- ini til D-markin. Tað er eisini beint, at vit bundu okkum í 5 ár til tann eina og hverja tíð verandi kurs á DM. Skuld- in var jú í DM og verður verandi í D-markum, so leingi hetta ikki verður sagt upp. Sjálvandi kundu vit skift til annað gjald- oyra til hverja termin meira bundnir hava vit kortini ikki verið. — At geva mær skyld- ina fyri hetta er, er heilt burturvið. tað er nevndin oll. sum hevur verið um hesar avgerðir, sjálvandi tí hon hevur hildið, at hetta hevur verið besta at gera. Eginpeningurin lán frá skipasmiðjuni fyrr er komið eginpeningurin Sum fram, er partvist beinleiðis fra partsreiðarunum og part vist sum eitt lån frá skipa smiðjuni. Men er hetta eitt veruligt lán ella ein gáva? Vit teknaðu fyrst nakrar milliónir í her í Førovum, sum eginpen- ingi eisini er inngoldið, men hetta var ikki nóg mikið. Ti fingu vit eitt lán frá skipasmiðjuni til restina av eginpeninginum. — Hver heftir fyri lán- ið? — Tað ger hver einstak- ur partsreiðari, su hevur bundið seg persónliga fyri sínum egna parti. Hetta er tað vanliga ið hevur verið gjørt, tá menn hava bygt skip. Laniupphæddin er eins stór sum tann part- urin, sum er inngoldin í Føroyum, sigur Albert Mortensen. Spurdur um lánitreytirnar, sigur hann, at tær eru lagaligar. Rent- an er lág og afturgjald- ingartíðin er 14 ár. Hann leggur aftrat, at tá skipa- smiðjan bjóðaði Global lánið, var tað boðið sjálv- um felagnum, men tað vildu vit ikki, tí tá kundi hetta ikki rsknast sum eginogn Um partsreiðararnir hava uppgivið hetta lánið til skattavaldið, visti Al bert tó ikki at siga Atli Dam, legmaður sigur í Sosialinum hósdag- in, at vit eiga kanska at fara burtur frá at krevja eginpening eginogn eru IKK í ðra staðn Mil dømi dansk skipskredittfondurin letur 80% i låni og so menn utvega sæt Á Fondurin blandar seg ikk upp í hvar ella hvussu menn útvega sær tey 20 prosentini. Skipskredittfondurin ger sina egnu metan av projektinum, um teir, sum standa aftanfyri, eru góðir nokk. hevur skipið ein rímiligan prís og kann roknast við, at skipið kann yvirliva fíggjarliga. — Hvat sigur Albert Mortensen til, at líkning- arráðið kannar viðurskift- ini? — Hetta er ikki annað enn teirra uppgáva. Um teir meina, at teir skulu hyggja upp á nakað, gera teir tað sjalvandi. — Tað frættist, at Al- bert verður ikki nevndar- limur eftir at felagið er endurstovnað. — Hetta havi eg ikki fingið at vita frá nøkrum. — Hevur Global verið ein góð forrætning hjá Al- bert Mortensen? Nei, so avgjert ikki, tverturímóti. — Ein bummtúrur? — Tað kann man kanska ikki siga. Tað hevur verið spennandi at bygt nakað upp, sum hevur verið trup- ult, og sum enn er trupult og tær fortreytir, sum vit frá fyrstu tíð bygdu uppá, hildu íkki. Tí hevur tað gingið Farma- gjaldsprísurin er enn lág- ur, at tað verður ikki til meira enn til rakstur og rentur og ein kapital- kostnað upp til einar 50 milliónir. Sjálv skuldin er í dag umleið 80 mill. fyri hvert skipið. — Hevur tú verið við í samráðingunum við lands- stýrið nú? Nei, teir sum sam- ráðast fyri Global, eru sak- førarin, grannskodarin, stjórin og nevndarformad- urin. Um teir hava bruk fy ri eðrum i nevndini, so kunnu teir koma. Eg havi eisini verid uttan- soleidis nógv lands í seinastuni Grovar skuldsetingar Tað eru nógvar rætti- liga grovar skuldsetingar komnar fram móti Albert og eftir at hoyra sjónar- mið hansara í sjónvarpi og bleðunum, kann ein freist- Albert Mortensen: Ég havi ikki verið figgjarligur ráðgevi hjá Global ast at spyrja, hvat ein so skikkiligur sunnudags- skúladrongur sum Albert Mortensen sigur til hesi álopini. — Tá á stendur, so er tað altíð onkur, sum royn- ir at sleppa sær undan ábyrgdini og siga tað var hann. Og tað er rætt og slætt tað, sum ger seg galdandi. — Eg havi verið við til at stovna Global og sjálv- andi má ein standa við síni ábyrgd. Eg fari ikki at lata skyldina á nakran ávísan fyri t.d. at vera komin við hugskotinum at stovna felagið, ella við at gera av- talur við A. P. Møller, sum hevur kostað felagnum væl av pengum móti góð- ari servicu. Tað liggur eisini á ein- um lágum plani at geva mær skyldina í ólukkuni, sigur Albert Mortensen tor.- | AR rr AT AA LL