leygardagur 24. januar 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Térshavn
Demokratiska
og tollynta
sinnalag
Fólkafloksins
TANN, sum fer politiska sjónarringin
runt og á hesi rundferð leitar eftir
politiskum lyndiseyðkennum, vil
finna tað mest demokratiska og tol-
lynta sinnalagið hjá teimum, sum
liggja til høgru. Hinvegin finnur tú
sjálvsgleði og sjálvrættvísi á vinstra-
veinginum.
SOLEIÐIS málber formaður Fólka-
floksins seg í grein í Dagblaðnum 21.
januar '87. Greinin tykist at vera líður
í eini herferð móti Javnaðarflokk-
inum í og við, at ikki minni enn fýra
greinir í sama blaði snúgva seg um
Javnaðarflokkin.
TAÐ kundi tí verið grund at stillað
nakrar heilt fáar spurningar til henda
pástandin frá formanni Fólkafloksins
— altso pástandin um, at demokrati
og tollyndi bert finst í Fólkaflokk-
inum, eftirsum hann er einasti flokk-
ur í landinum sum beinleiðis viður-
kennir seg sum hegraflokk.
FÓLKAFLOKKURIN Manifesterar
seg gjøgnum eitt blað, sum kallast
Dagblaðið. Flokkurin hevur sett blað-
stjóran og í leiðsluni fyri teimum
partafeløgum, sum eiga Dagblaðið,
sita floksins fremstu menn — ting-
menn og andaligir leiðarar. Tað, sum
verður borið fram í Dagblaðnum, er
sostatt eitt og tað sama, sum Fólka-
flokkurin meinar og fyri alt tað er lítil
munur á tí, sum Dagblaðið sigur og tí,
sum tingmenn Fólkafloksins siga á
løgtingi.
HVUSSULEIDIS manifesterar flokk-
urin seg so við Dagblaðnum? Vit
kunnu eins og formaður Fólkafloks-
ins gera eina rundferð í tíð, sum hetta
blað hevur borðreitt við tey seinastu
mongu árini: Við festum millumbil-
um hevur Dagblaðið róst londum við
einaræði t.d. Suðurkorea, Taiwan og
Suðurafrika? Hetta lyndi tiul at fagna
einaræði kom í hæddina tann 5. okt-
ober 1979, tá blaðstjórin, tingmaðurin
v.m. kunngjørdi, at tað var ví tókum
tíma“, at demokratiskt valdi forsetin
í Chile, Salvador Allende, varð koyrd-
ur frá. (Hvussu hann varð frákoyrdur,
veit hvert mansbarn — hann varð
kalt og kyniskt myrdur av hegra
monnum!)
oddagrein
VIT hava hug at spyrja formann
Fólkafloksins, um hetta eru tekin um
demokratiskt og tollynt sinnalag.
MÁLGAGN Fólkafloksins hevur eis-
ini i áravís forfylgt ødrvisi hugsandi
úti og heima. Javnaðarfólk eru vorð-
in søgd at vera meira tjóvsk av lyndi
enn fólk flest, javnadarmenn tola ikki
at síggja almennar kassar, uttan at
tøma teir og javnaðarpolitikarar hava
verið lagdir undir at ynskja neyð og
elendigheit, tí hetta skal geva teim-
um atkvødur. Ein lærari innan hægri
skúla, sum hevði aðra politiska mein-
ing enn fólkafloksblaðstjórin, varð al-
ment lagdur undir at forfylgja næm-
ingum, sum ikki hugsaðu sum við
komandi lærari. Hesin lærari noydd-
ist at verja seg í rættinum, har tað
varð avdúkað, at blaðstjórin nýtti
falsað skjol í síni herferð.
VIT hava eisini hug at spyrja formann
Fólkafloksins, um hetta er tekin um
demokratiskt og tollynt sinnalag.
Á LØGTINGI og í målgagninum hava
umboð Fólkafloksins ferð eftir ferð
avdúkað, at teir hava ikki so lítlan
samhuga við apartheid, við imperial-
istiskum stórveldum og eru í hesum
samanhangi komnir við niðursetandi
orðum um aðrar rasur. Julius Nyerere
er vorðin skýrdur „heimsins fittasti
biddari« og Samora Machel varð her-
fyri av fólkatingsmanni Fólkafloksins
kallaður „svart ódugnavættia frå løg-
tingsins rødarapalli.
VIT kundu hildið áfram, men tað
kann verða eina aðru ferð, ella
kanska í rættinum, hagar fólkafloks-
menn eru skjótir at dragsa tey, sum
våga sær at øva seg ímóti teimum. Í
staðin fara vit at enda her og spyrja
um tílík tala er dømi um demokrat-
iskt og tollynt sinnalag og somuleiðis
spyrja, um tað veruliga er so legið og
so ódemokratiskt, at ein flokkur sum
Javnaðarflokkurin ikki vil samstarva
við flokk, ið leggur navn og rygg til
orð og gerðir, sum omanfyrinevndu.
já
Nr. 10 — 24. januar 1987
Djurholmsk pråvførsla
Eitt sereyðkenni fyri
fólkafloksfólk er, at tá ið
teir hava rent seg fastan
og eru tómir fyri argu-
mentir, so fara teir at falsa
søguna og vevja hugtøkini
saman. Og soleiðis eisini i
dag 21/1 har ein Bjarni
Djurholm sgur, at sos-
ialistarnir uttan at blunka
samantvinna hegraflokk-
arnar við fascismu. Lodd-
rett lygn. Eingin av okk-
um kundi droymt um at
kallað Paula Ellefsen
fascist ella fascistoidan,
sjálvt um hann eftir okk-
ara hugsan sum politikari
hverji nyttar og goymast
ella kastast burtur. Vit
meta heldur ikki at Hilm-
ar Kass er fascistoidur.
Men forfylgingin og
holdningurin á Dag-
blaðnum hevur sett heiti á
ein part av Fólkaflokk-
inum. Holdningurin til og
beranin í betuflaka við ap-
artheid, beranin í betu-
flaka við hegradiktatur-
um. uttalilsi um at tað var
upp á tíðina, at Allende
fekk sekkin, tá fascistar
myrdu hann. Nálganin
uppi í tí ódamliga tíðar-
ritinum »Facet« sum
hálvavegna uppfordraði
til at skjóta Olof Palme
Skemdareftirmæli Olof
Atli Dam, formaður Jat
Palme, sum var eindemi í
blaðheiminum. Alt hetta
hevur sett tað ónossliga
lýsingarorðið fascistoidur
á ein part av Fólkaflokk-
inum. Alt hetta má Djur-
holm smyrja seg vid.
Hesin sami Djurholm
roynir eisini við eini marg-
håttligari próvferslu at
gera fascismu sosialist-
iska. Hann nevnir eina
rúgvu av monnum, sum
hava skift flokk. T.d. at
Mussolini var sosialist,
áðrenn hann bleiv leiðari
fascismunnar, ergo — sig-
ur Djurholm — fascisma
er sosialistisk, og soleiðis
heldur hann áfram við
hópin av líknandi domum.
Vit fara at royna somu
próvferslu. Ein lærari
norðan úr Klaksvík stovn-
aði saman við eðrum
Norðoyar Javnaðarfelag,
seinni bleiv hann leiðari
Fólkafloksins. Erg — siga
vit: Fólkaflokkurin er ein
javnaðarflokkur Vit
halda áfram við Djur-
holmskari próvferslu: Ein
vágamaður var stillari á
sambandslistanum, og
tvey ár seinni var hann
tingmaður fyri Fólka-
flokkin. Ergo — siga vit:
Fólkaflokkurin er ein sam-
bandsflokkur. Djurholm
hevur sagt okku, at Thom-
as Arabo i ungu døgum
var fólkafloksmaður. Ergo
— sigur Djurholmska
próvferslan: Javnaðar-
flokkurin er ein fólkaflokk-
ur (tað Gud forbj6di«.
Adolf Hansen hevur verið
tingmaður Kristiliga
Fólkafloksins. Ergo —
sigur Djurholmska próv-
førslan: Framsóknar-
flokkurin er ein kristiligur
fólkaflokkur. Og soleiðis
kundu vit hildið á fram.
Eingin segumaður, um
hann tá ikki er jútrustaður
við tí akademiska reyð-
fiskapróvnum, sigur fasc-
ismu vera sosialismu.
Fascisturin Pinochet er
meira hegravendur enn
Stavnamaðurin sjálvur.
Og alt hetta ókrútið í út-
landinum, ið kallar seg ný-
fascistar og nýnazistar,
eru uttast á hegraveing-
inum.
Forrestin Djurholm, tú
sum ert so søgukønur.
Hver hjálpti Hitler, sum
hevði 43% av atkveðunum
aftan fyri seg, til valdið?
Hann var demokratiskt
valdur í 1933. Vóru tað
sosialistar ella borgarligir,
Djurholm?
javnaðarmaður
naðarfloksins svarar Jógvani Sundstein
— Vit hava als ongan
áhuga fyri samarbeiði
við fólkaflokkin við
Óla Breckmanni sum
tunguna á vágskálini
— Javnaðarflokkurin hev-
ur ikki útihýst meguleik-
anum fyri samarbeiði við
Fólkaflokkin. Tað stendur
Fólkaflokkinum opið fyri
at luttaka í samarbeiði í
tinginum, men sjálvandi
er tað undir teimum somu
fortreytum sum tá Javn-
aðarflokkurin er í and-
steðu og hinir í samgongu.
Hetta sigur Atli Dam,
formaður Javnaðarfloks-
ins og løgmadur í eini við-
merking til grein í Dag-
blaðnum, har Jógvan
Sundstein, formaður
Fólkafloksins leggur
Javnaðarflokkin undir at
vera ódemokratiskan, tí
hann skal hava útihýst
meguleikanum fyri at
samarbeiða við Fólka-
flokkin.
Tað er rætt, at Javn-
aðarflokkurin ikki ynskti
at fara upp í eina sam-
gongu við Fólkaflokkin
eftir seinasta val. Tað var
orsakað av, at vit vildu
ikki hava ein ultrahegra-
vendan mann sum tungan
á vágskálini. Ein hevði jú
samarbeitt við honum eitt
samgonguskeið framman-
undan og hevði tá boðað
frá, at ein koyrdi hann úr
samgonguni, og tí var tað
ikki so lætt at fáa nakað
samarbeiði við henda
flokk, tá flokkurin helt
fast vid Ola Breckmann og
tann politikk, sum hann
stendur fyri og sum eg
sjålvur havi skyrt fascist-
oidan
Jógvan Sundstein
leggur eftir ávísum parti
av Javnaðarflokkinum og
sigur hann vera bæði in-
tolerantan og ódemokrat-
iskan, ti hann ynskir als
ikki at fara uppi eitt sam-
arbeiði við Fólkaflokkin
aftur. Hvat hevur tú at
siga til tað?
— Tað veldst um, hvenn
politikk Fólkaflokkurin
fer at reka og um flokkur-
in er sinnaður til at sleppa
teimum mongu óhugna-
ligu tendensunum, sum
ein ávísur politikari stend-
ur fyri.
jan
NÚ er at spenna
BELTINI