Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon í 18 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn politikkur — bert tos? JAVNAÐARFLOKKURIN hevur við miðvísa og áhaldandi solidar- iska politikki sínum rikið ein polit- ikk, sum hevur verið tí føroysku familjuni at gagni, hóast tað altíð kann vísast á brek og á ymiskt sum manglar. UNDAN SEINASTA vali gjørdi ein flokkur seg til talsmann fyri familjupolitikki burturav. Hetta hugtakið gjørdist høvudsevnid í valstríði FFF-floksins. Og leikur endaði við, at hesin flokkur kom í landsstýri og fekk »familjupolit- ikk« at umsita. Nú skuldi verið lagað manni og serlig játtan er komin á fíggjarlógina til familju- politisk tiltøk. Men enn er lítið komið fram um henda politikk og fólk bíða í spenningi eftir ætlan- unum hjá landsstýrismanninum. TANN STØRSTA gleðin hjá tveimum, sum hava avgjørt at liva lívið saman, er at fáa børn. Øllum kvinnum er í dag ein barns- burðarorlov tryggjað, men hon er ikki líka long hjá øllum. Hjá tíma- lentum er hon framvegis bert 9 „ vikur, samstundis sum tey flestu fastløntu hava í dag 20 vikur. Til seinasta val legði Javnaðarflokk- urin fram í valskrá síni, at barns- burðarloyvið hjá kvinnum í Føroy- um skal koma á hædd við tað hjá: kvinnum í ødrum Norðurlondum, og tað má henda í hesum ári. MEN TANN GLEÐIN, tá tvey fáa børn, kann lættliga gerast stokk- ut og verða tikin frá teimum, tá tann beiski veruleikin kemur til sjóndar. Eftir barnsburðarorlovið skal mamman útaftur at arbeiða — men einki pláss er fyri barnin- um á vøggustovum ella barna- garði. OG NÓGV mugu — eftir at hava runnið og ringt til dagstovnar og kommunalu fyrisitingina — út á svarta marknaðin, út á »fria marknaðina, fyri einar 1500 krón- ur um mánaðin. Og henda kvinn- an hevur kanska 8 ella 10 børn Utgevari: Ábyrgdarblaðstjóri: Blaðfótk: Ljésmyndari: Uppseting: Prent: frammanundan. Uttan eftirlit! Ja. hetta hevur høvudsstadurin — landsins rikasta kommuna — eis- ini samvitsku at bjóða ti komandi ættarliðnum! FORTREYTIN fyri tí vinnuliga framburði, sum hevur verið her á landi seinastu 25 árini, er kvinnan. Í túsundtali leitaðu tær út á ar- beiðsmarknaðin — út á flakavirkii t.d. — tá tey stungu seg upp. Tí tykist tað ikki lítið sjálvmótsig- andi, tá borgarligir politikarar ferð eftir ferð rópa upp um, at kvinnan skal heim aftur til grýturnar. Utt- an at hugsa, at kvinnurnar sjálvar vilja arbeiða úti, og uttan at gretta orð um, hvør skal skera flakið, fóðra teldurnar, vaska skrivstov- urnar 0.s.fr. Men hetta sigur okk- um so mikið, at neyðugt er við barnaansing — tað má lands- stýrismaðurin í almannamálum gera sær greitt. MEN FAMILJUPOLITIKKUR er annað enn barnaansing. Hann skal tryggja øllum familjum góð kor til at uppala síni bern. Tí mugu lánsmeguleikarnir til set- hús gerast bíligari hjá låginntøk- unum og tí má ein veruligur íbúð- arpolitikkur rekast. Tí má tollur og avgjøld takast av tí sum børn- um tørva. Vit kunnu ikki tosa um familjupolitikk, tá mjólkapulvur til pinkubørn kostar 70 krónur fyri eina dós ella tá enda-smyrslið kostar 55 krónur og luksustollur er á blæðum, barnasápu, tann- kremi o.ø. HIGARTIL er tað vorðið dýrari hjá tí vanligu familjuni hóast vøkstur i real-lønini, tí forbrúkið skuldi tálmast. Men ætlar landsstýrið at fáa skrivað í søguna, at tað rak ein familjupolitikk, so eiga eisini nevndu spurningar at takast við, tá ein heildar familjupolitikkur skal leggjast. Og tað má henda nú! mor- H Nr. 11 — 27. januar 198 RUE SR OR Skulu »Fråhaldsfeløgini« nå avgera, um man skal nyta råsdrekka ella ikki? Nu haldi eg at tad er uppå tíðina, at feroyingar hugsa eitt sindur um rús- drekkalógina. Tað er ov galið, at vit skulu noyðast at ganga eftir ynskinum hjá nekrum minnilutum í landinum fyri at kunna fáa nakað. Vit eru nógv í landinum, sum nýta »sprutt« uppá ein stillan máta. Man er sku ikki alkoholikari um man nýtir vin aftur við mati, og ei heldur um man so er tann, sum heldur av at fara í býin, um tað so er í dans ella á barr — café — ella á restauratión. Men at tosa um at selja tað í grill- barrum, kioskum og smærri selubúðum er nakað sum man má grína at. Lat okkum heldur fáa eina friari log, har markið er 18 ár sum í Noregi og Sveríki. Ti tit kunnu ikki noyða fólk at lata vera Tað ger bara tað, at vit fara yvir til nakað annað. Tvs. stoffir. Tað er longu ein trupulleiki í dag, og tað er reinur »mafia- handil<. Eg veit at tað eru fleiri í Havnini, sum selja. Onkrastaðni kemur tað frá! Um tað er lættari at fáa fatur á hasji enn rús- drekka, so er nakað heilt galið. Til domis kostar ein fløska uml. 150—300 kr., altso 1 litur, og um man dugir at nýta hana, kann man hava hana í langa tid. Meðan 1 gram av hasji kostar 50—60 kr. fyrst í vikuni og friggjadag og út kanska 100—200 kr. og tað er nakað tey roykja upp á nakrar tímar. Er tað stuttligari at loysa trupul- leikan við at fáa rúsdrekka at gera lógina so stranga, at man ikki kann fáa tað, tå man hevur brúk fyri ti. t.v.s. um man nú fær gestir ella hvat tað so er. Ella um man nú ikki ætlar sær í býin og so einki hev- ur mitt í viku. og so ætlar sær hósdag ella friggjadag og dámar at fáa sær eina kenning, so skal noyðast kanska at fáa sær hasj. Tað er kanska mest tey ungu, men hvat við teimum eldru, hvat fáa tey? Eina leinkju tað er tað tey fáa. Vónandi vilja politikararnir verða :neiri demokratiskir yvir fyri okkara bólki, tí vit vilja ikki hava nakrar minni- lutabólkar at kroysta nak- að niður yvir hevdið á okkum. Og fyri Guds skyld, altso ikki bókstavi- ligt, gerið so okkurt við dansiviðurskiftini, so at vit kunnu verða longur í dansi. Tað er eingin sum tímir í dans kl. 9 á kveldi. Tá dansurin endar, so ganga vit úti ella fara i øl- klubbarnar í staðin til kl. 3-4-5 á morgni. For ólukk- an, tá vit eru millum 18 og 21 ár og eldri sjálvandi, so vita og kunnu vit gera tað. sum vit velja sjálv, har eru ikki øll samd í ti? So vælsignaðir gerið okk- urt, áðrenn misbrúk verð- ur vanligt av rúsdrekka. Hon skal verða fríari. Vónandi vilja nøkur onnur skriva og seta sína hugsan fram, ti nú vit ikki gera tað, so fáa vit einki framt. P.S. Latið ikki nøkur fá fólk í samfelagnum kroysta tykkum. P.S.P.S. Stendur hetta landsstýrið ikki eisini í stevnuskrá teirra fyri »likarætti«. Ungur uppå 19 år Ringvegurin Havi — lisid »Havnin i framtidini«, og i blødunum, at åhugi er fyri at hoyra meiningina frå borgarunum. Fyrst vil eg siga, at út- stykkingin i Hoyvikshaga sær skilagóð út og at her sær út til at hugsað verður um trivandin hjá b org- arunum; men hvussu við framtíðar trivnaðinum hjá nógvum av borgarunum í vesturbýnum? Eiga vit ongan góðan í býráðnum? Tað eg hugsi um, er ringvegurin. Ringvegurin, ið skal sambinda flogvøll- in á Glyvursnesi viþ rest- ina av landinum. Á síðu 13 í bóklinginum stendur, at >flogvellurin á Glyv- ursnesi fer at hava týdn- ing fyri 90% av fólk- inum<, so ein kann gera sær eina hóming av, hvussu stór ferðslan fer at verða eftir hesum vegn- um. Vita tit, ið ráða fyri borgum, hvar hesin partur av ringvegnum í veruleik- anum liggur? Jú, eftir at vera komin av Argjum og yvir í Velbastaðvegin leggur hann beint undir vindeyganum hjá teimum, bóklingin - - ið hildu seg vera so hepn- an at fáa grundstykki frá tykkum úti á Fløtum, síð- ani í túninum hjá teim 10—12 familjum, sum keyptu sær hús frá Tekni- con, heldur so áfram eftir Marknagilsvegnum við húsum báðumegin og skal so niðan gjegnum Marknagil. Hetta merkir so at øll tey mongu, sum búgva Undir fjallinum, skulu yvir um ringvegin hverja ferð, tey skulu frá húsum. Hetta kann ikki vera rætt! Hví skal vegur- in endiliga kroystast om- an gjøgnum Marknagil? A síðu 18 stendur at >hevuðsætlanin miðar i- móti ringvegnum gang- andi uttan um sjålva Havnina<; um so er, má tað einasta rætta verða, at ringvegurin heldur fram úr Marknagili út eftir undir Fjallinum, oman fyriøll raðhúsini har, og út á Krossin og síðani út á Glyvursnes. Tá Lands- stýrið samtykti at leggja ringvegin her, var flog- vellurin ikki komin inn í myndina eins lítið og ferjulegan við Gomlu rætt, so fyritreytirnar eru heilt einar aðrar í dag. Kundi E. Arge, for- maður í byggi- og býar- skipanarnevndini ikki komið við eini frágreið- ing? Er ikki onkur í býráð- num, ið vil arbeiða við hesum fyri okkum álvars- liga máli; tann, sum ger tað, skal vita, at hann eig- ur okkara fulla stuðul til komandi býráðsval. Økid uttan fyri út- stykkingina Úti á Fløtum átti so eisini at verða nýtt til sethúsabygging og ikki til ídnað. Vesturborgari MYNT- VASK Jónas Broncksgeta 34 Opið allar dagar kl. 7—21 Sunnudag stongt