Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Biligasta og besta hugskotið: Boðanes aftur í sítt uppruna umhvørvi Tad er fåfongd at byggja konserthøll vid Boðanesgjógu heldur Niels Debes, granni og eykamaður í býráðnum. Lagnan hjá grótbrotinum á Boðanesi og umhverv- inum har liggur framvegis í óvissuni. Herfyri varð avgjert, at arbeiðið í sjálv- um grótbrotinum skuldi steðga, og ætlanirnar hjá felag at byggja nýtt virki við júst hesum grótbrot- inum sum grundarlag vóru tí av ongum. Nú hevur so aftur tikið seg upp tjak um, hvat grótbrotið og ekið har nærhendis skal brúkast til. Friðingarmyndugleik- arnir hava mælt til, at hetta ekið, sum annars er friðað, verður friðað í framtíðini eisini. Mælt verður til, at opið, har grótbrotið er, verður tyrvt. Kapping! Nú um dagarnar kom so eitt uppskot frá lími i byggi- og býarskipanar- nevndini í Tórshavnar bý- ráð um at bjóða út til eina hugskotskapping um, hvat grótbrotið og ekið har nærhendis kann nýt- ast til. Uppskot sum kon- serthell hava verið nevnd. Býráðið hevur vidgjørt málið og er avgjert, at teknikararnir og umsit- ingin skulu gera uppskot til eina tílíka hugskots- kapping. Tvs. at endalig avgerð verður ikki tikin í hesum máli enn. Ein av teimum, sum plagar at tríva í pennin, tá tað snýr seg um tað vakra umhvervið Yviri við Strond ella fyri tað á Boðanesi, er Niels Debes. Hann býr sjálvur í hesum umhvervinum, og har- aftrat er hann so eyka- maður í býráðnum á fólka- flokslistanum. Hann var ikki í býráðn- um, tá hetta málið var til viðgerðar herfyri, og vit hava tí vent okkum til Niels Debes og spurt hann, hvat hann hevði mælt til, um hann var í bý- ráðnum. Í sama líki Niels Debes sigur: — Eg eri ógvuliga fegin um, at náttúran fær frið um hesar leiðir, tí hetta er eitt so sjåldama vakurt um- hvervi. Hetta sigi eg ikki júst tí at eg sjálvur búgvi í hesum umhvervinum, men eg vil bert gera vart við, hvussu stóran týdn- ing tað hevur, at viðt varð- veita hetta ekið við Strond og so á Boðanesi. Ég eri púra samdur við bæði Inga og Zachariasi í, at rættast hevði verið at tyrvt, soleiðis at vit fingu umhvervið aftur í tí líki tað hevði frammanundan. — Tvs. at tú ynskir ong- an koyriveg her ella nógva ferðslu, men heldur varð- veitan av teirri gomlu get- uni, har fólk so kunnu fara til gongu og njóta hetta vakra plássið? — Ja, ja, ongar koyri- vegir og ongar bilar, men binda gomlu getuna, sum nú liggur avkvett, saman aftur. Henda geta hevur nú fingið navnið Boðanes- geta og gongur oman at Boðanesgjógv. Alt tað eg veit um, hevur henda geta verið rópt Kurvegurin, og stavar navnið frá tí tíðini, tá ið teir herviligu tub- erklarnir herjaðu. Sjúkl- ingarnir í Hoydelum gingu hesa getuna, tá ið teir sluppu út at spáka sær, sum eitt lið í roynd- unum at vinna sær heilsu- bót. Í dag hýsa hesir gulu bygningar frískum lesandi ungdómi, og eisini teimum tervar eitt stað, har hann kann ganga í friði og náð- um. Vit eru nekur, sum ofta, ja onkur dagliga, ganga okkum henda túrin. Vit mæla eðrum at gera tað Nr. 11 27. januar 1987 sama, og tey koma, eins og vit, at sanna, at mynd- ugleikarnir eiga at vera ógvuliga varnir við, at órógva nakað av tí sum setir dám á hetta um- hvervið. Hetta eru eisini seguligar leiðir. — Leivur Johannesen, býráðslimur heldur tað er gudsspottan at byggja konserthell á Boðanesi? Tað er nógv um tað, sum Leivur sigur. Tað er fáfongd at byggja kon- serthøll við Boðanes- gjógv, men at landssynn- ingurin spælir uppá violin, eri eg ikki rættiliga samd- ur við honum í. Tá vil eg heldur siga sum skaldið, tá ið landssynningsódnin leikar loyst úr teymum, at tað er eitt kvæði, sum kemur dunandi uttan av havinum frá, eitt kvæði so vilt og so stórt. — Hetta er á vetri, men hvussu um summarið? — Í góðveðri er hetta eitt yndisligt stað, fram- við strondini eru mong góð seidabergsplåssini, og Boanessandur var eitt vælumtókt »utflugts- plåss« í mínum upp- vekstri. Skeljasandurin er tíverri burtur nú, men kortini er hetta eitt vakurt og friðasælt pláss, tí ið helikoptarin ikki flýgur - so eg sigi einaferð enn, latið henda blett og hetta umhvervi liggja sum tað hevur ligið frá fyrndini av Ein konserthøll ella onkur glæstriborgin, við ellum tí skarti og skreyti, ið har hongur við, sampakkar als ikki við henda upphavsins heim, sigur Niels Debes at enda. jan Heilsu- og Heima- systraskipanin Bryggjubakki 4 tif. 17240 Sekt verður eftir avloysara fyri heima- sjúkrasystur í Sandoy í barnferðarfar- loyvi frá 15. apríl. Umsókn vidløgd autorisation verður at senda Ríkisumboðnum, postsmoga 12, 110 Tórshavn, og skal vera innkom- in 3. februar.