Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. januar 1987síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

spyr Síða 16 Móðurmálslærarafelagið: — Stødan hjá almennu fjølmidlunum í málspurninginum merkt av dølskni og Kkasælu, sigur Árni Dahl í samrødu við Sosialin Móðurmálslærarafelag Feroya varð stovnað 1981. Hóast tað er ein ungur felagsskapur, hevur tað ein sera týdningar- miklan leiklut í foroyskum mentunarlívi, m.a. við fyrireiking og útgávu av frálærutilfari á foroyskum fyri fólkaskúlan í sam- arbeiði við Skúlabóka- grunnin. Felagið hevur nú fingið nýggjan formann, Hallgerð Hansen í Vest- manna. Árni Dahl, ið hev- ur verið formaður síðani felagið varð stovnað, hevur lagt frá sær, tí fel- agslógin ásetir seks ár sum hægstamark fyri for- mann. Vegna hesar broyt- ingar innanfelags hevði Sosialurin samreðu við Árna Dahl, har hann greiddi frá virkseminum og endamálinum hjá felag- num og verandi steðuni innanfyri frálæru í fer- oyskum. Nýggi lóg — nýggj støda Vit bóðu Árna fyrst at greiða eitt sindur frá fel- agnum. — Orsekin til at Móður- málslærarafelagið = varð stovnað, segði Arni, var tann, at vit fingu nýggja fólkaskúlalóg 1. apríl 1979. Tann gamla fólka- skúlalógin bygdi á ta fat- an, at undirvísing var nakað, lærararnir máttu pota inn í børnini og borð- reiða fyri teimum. Nýggja lógin legði sterri dent á, at næmingernir sjálvir skuldu leita sær vitan og kunnleika. Tað varð skjótt greitt, at tann broytta steðan mótvegis undirvís- ingini, kravdi sterri skip- an av frålæruni og fjøl- broyttari tilfar. Eitt fremsta endamálið við stovnanini av Móðurmáls lærarafelagnum var at faa móðurmálslærarar i Før- oyum saman til at tosa um ta støduna, teir voru komnir i. Vit hava so ofta valt ta leid innanfyri skul- an at fåa serfrødingar utt- anifrå at koma henda vegin og siga okkum, hvussu alt skal skipast. Nógv av okkum hómaðu, tá ið vit komu til eitt slíkt skeið, at stórur partur av tí, sum var lagt fram, fór langt yvir hevdinum á okkum. Tað, sum vantaði, var at vit komu saman og tosaðu um steðuna, áðr- enn hesir góðu serfrød- ingarnir komu. Samarbeiði við »Nordspråk« — Eitt annað stórt enda- mál var at útvega frálæru- tilfar, helt Árni fram. Ikki minst tí, at frá at hava framhaldsdeild, sum var býtt upp í tey bókliga »sterku« eðrumegin og tey bókliga »veiku« hinu- megin, skuldu vit nú hava allar næmingarnar samar. Tað krevur aftur eina frå- læru, sum er á ymiskum torleikastigum, og tað krevur eisini mikið og fjøk broytt tilfar. Hetta var annað hevuðsverkevnið hjá móðurmálslærarum, og tí fóru vit skjótt í holt við at útvega tilfar, ið hóskaði til tann føroyska fólkaskúlan. Vit hava havt samband við móður- málslærarar i Norður- londum jøgnum tann norður : felags- skapin, sum kallast »Nordspråk«. Soleidis hava vit frætt um, hvat hendir, og hvussu veråur arbeitt aðrastaðni í Norð- urlondum. Tilevning av handritum Sum demi um hvussu vit hava arbeitt, kunnu vit taka tað sum eitur tilevn- ing av handritum. Vit tos- aðu fyrst um, hvussu tað skuldi vera við at útvega handrit, tí vit hava ongar pengar at arbeiða við sjálv. Her hjá okkum er steðan tann, at vit hava ein almennan skúlabóka- grunn og meirlutin í felag- num var fyri at fáa sam- band við henda grunnin. Vit hava tann fakliga før- leikan, meðan skúlabóka- grunnurin hevur penga- játtanirnar og har- umframt munagóðar royndir av skúlabókaút- gåvu. Vit høvdu samband við skúlabókagrunnin, og starvsfólkin vóru ógvu- liga fyrikomandi og fús til samarbeiði. | Samstarvið hevur gingið væl, soleiðis at vit hava sett nevndir ella arbeiðsbólkar innan- fyri tey ymisku økini at útvega handrit, síðani eru handritini farin til skúla- bókagrunnin, sum hevur tikið sær av útgávuni. Skriving — Eitt tað fyrsta sum kom fram á teimum ym- isku skeiðum, sum vit hevdu, var spurningurin um skriving, t.e. háttin. ið skrivast skal uppá. Nógv hildu, at tann lærugreinin var farin eitt sindur aftur um hurðarbak. Nú hava vit fingið frálærubekurnar 1 og 2, og síðani er komin Skriving 3, sum er ætlað til seinnu helvt av 2. flokki. — Ein annar spurning- ur, sum var uppi, var at tær lesibøkur sum eru á marknaðinum, hevdu tekstir, sum vóru ógvuliga Nr. 13 — 31. januar 1987 ——— WII" fornir. Tað er oftani so, at næmingarni rhava dansk- ar lesibekur undir liðini á teimum > føroysku og kunnu bera saman. Í fer- oysku bókini lósu tey um rokkin og hjólberuna, meðan tey í teirri donsku lósu um prutl og annað, sum er uppi í tíðini. Hetta hildu vit vera vandamikla gongd, tí næmingar kundu komið til ta niður- stødu, at donsku lesibøk- urnar vóru spennandi, men tær føroysku keðilig- ar. Tí útvegaðu vit tekstir frá yngri føroyskum rit- hevundunum og settu ar- beiðsbólk, sum gjerdi tvey sevn, Ung Orð 1 og Ung Orð Il. Hesar bøkurnar vóru ikki ætlaðar til at koma í staðin fyri tær fer- oysku bekurnar, sum vóru, heldur at vera nýtt- ar saman við teimum, tí vit mugu ikki heldur gloyma ta seguligu gongd- ina í samfelagnum. Lesibrot til ungdómin — Tað er heilt givið, helt Árni Dahl fram, at vit í eini lesibókareð eiga at hava tekstir bæði frá gamlari og nýggjari tíð, men higartil hava teir gomlu tekstirnir verið so fullkomiliga einaráðandi í føroyskum lesibókum. Eg kann nevna her, at vit seinni fingu eina åheitan um at gera eitt savn til 9. skúlaár ti lesibókin fyri tann flokk var útseld. Hetta hava vit so gjert Vit fáa >Lesibrot til ung- dómin I og Il«, har vit byrja við tekstum hjá teimum hevundum, sum komu fram um aldarskiftið, og so heilt fram til dagin í dag. Hesar bekur eru farnar til prent- ingar. — Eitt annað, sum vit sóu at trot var á, vóru skrivligar feroyskar upp- gávur til framhaldsdeild- ina. Ein arbeiðsbólkur hjá okkum hevur gjert eitt uppgávusavn, bæði til rættskriving og mállæru, og harumframt ymiskar fjølbroyttar stilaupp- gåvur til 7. og 8. skulaår. Hesar bøkur eru longu komnar ut. Bólkurin ar- beiðir nú við skrivligum uppgávusavni til 9. skúla- ár. Annað, sumvit tóku stig til, var at fáa út eitt ar Flakavirki 19.30. 8 FSJ Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag hevur dunnuspæl í kantinuni á Tvøroyr- mánakveldið hefti við foroyskum kvæði og eitt hefti við tátti í. Vit hildu, at tað var eitt sind- ur tungt við longum kvæði inni í einum teksta- savni. Soleiðis hava vit nú fingið Símunartátt, >Frá Kvívík hoyrdist sjongur«. Tátturin er prentaður við viðmerkingum av ymisk- um slagi, málsligum og æviseguligum. Kvæðið, vit hava greitt til prent- ingar, er Jómsvíkingar. Måttøkan — Tu spyrt um, hvussu næmingarnir hava tikið ímóti hesum tilfari. Eg må åsanna, at eg kenni ikki nakrar beinleiðis kann- ingar av tí, men um vit hyggja eitt lítið sindur at seluni, so siga teir, sum standa fyri Bókamið- AA 2/2 kl. NEVNDIN