týsdagur 3. februar 1987síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— Triggir stjornarlimir
leguja frå sær
Nr. 14 — 3. februar 1987
Ur Klaksvik
Taka av gongubreytini
til koyrivegin
Klaksvíkar býráð ætlar nú
at gera nakað við tey
vánaligu ferðsluviður-
skiftini eystaru megin
vánna. Á fundi í kveld fer
býráðið at taka steðu til
uppskotið frá teknisku
umsitingini, at breiðka
Nólsoyar Pálsgetu við at
taka umleið tveir metrar
av ovaru gongubreytini til
parkerinspláss. Tekniska
nevnd, ferðslunevndin og
fíggjarnevndin taka allar
undir við uppskotinum.
Við hesum tiltakinum
verða ikki fleiri parker-
ingspláss á getuni, men
vegurin verður breiðk-
aður. Sum er seta fólk bil-
arnar frá sær fram við
gongubreytini, men veg-
SS
il
Tann gamla nevndin å sinum sidsta fundi, frå vinstru: Frederik Hansen, Jens Nybo, Christian Olsen, Andreas Høj-
urin er so smalur, at tveir
bilar tå illa kunnu møtast.
Og ti fara bilarnir ofta upp
á niðaru gongubreyt fyri
at sleppa fram við.
Ætlanin er at arbeiðið
skal gerast í tveimum.
Fyrst verður vegurin
breiðkaður frá Fjósa-
brekku og norður til bak-
aríið, og seinni verður veg-
urin breiðkaður norður til
býráðshúsið.
Klaksvíkar býráð fer í
kveld eisini at viðgera til-
mælið frá feråslunevndini
um at seta ein parkerings-
verð. Parkeringsskipanin
skal verða sum í Havn við
tíðaravmarkaðari park-
ering.
Klaksvíkin er millum
BE sosialurin
tær kommunur,
flestu bilarnir í mun til
vegirnar. Men parkerings-
eki eru fá. Vestaru megin
vánna hevur kommunan
gjørt nekur parkeringseki
og sett forboð fyri steðgi
ið hava
og parkering á Klaksvíks-
vegnum, men tað munar
ov lítið til teir mongu bil-
arnar.
randi
gaard, Sigmund Hentze, Christian Jacobsen og Óli Jacobsen
Fríggjadagin hevði tann
gamla stjórnin í Feroya
Fiskimannafelag sín
síðsta fund. Og harvið
hava tríggir stjórnarlimir
í nógv ár lagt frá sær. Teir
eru Frederik Hansen úr
Seldarfirði, Christian Ol-
sen úr Miðvági og Christ-
ian Jacobsen úr Sandvík.
Teir nýggju sýslufor-
menninir, ið nú sita í
stjórnini, eru Steingrim
Haraldsen úr Miðvági,
Eyðun Johannesen av
Oyrabakka og Páll Vester-
gaard úr Hvalba. Hinir í
stjórnini eru Jens Nybo úr
Hvannasundi, Andreas
Hejgaard úr Vestmanna,
Sigmund Hentze av Sandi
og formaðurin Óli Jacob-
sen.
Síða 3
Fakfelagsrorslan
mótmælir
Dounreay
kjarnorku-
verkinum
Fyri góðari viku síðan
hevði nevndin í norður-
atlantiska felagsskap-
inum VN/Nassis fund í
Íslandi. Feroysku fak-
feløgini í felagsskap-
inum eru Føroya Ar-
beiðarafelag, Feroya
Fiskimannafelag og
Feroya Handverkara-
felag. Óli Jacobsen er
foroyska umboðið í fel-
ags nevndini.
Á fundinum sam-
tykti nevndin at taka
undir við teimum mót-
mælum, ið send eru
bretsku myndugleik-
unum, at eitt kjarn-
orkuendurvinningar-
virki skal byggjast í
Dounreay í
skotlandi.
Orðaljóðið í samtykt-
ini er henda:
VN/Nassis, sum er
ein felagsskapur av
fakfelagsrerslunum í
Íslandi, Grenlandi og
Feroyum, vilja hervið
loyva okkum harðliga
at mótmæla teimum
ætlanum, sum eru um
at leggja eitt endur-
vinningarvirki fyri
kjartnorkuburturkast í
Dounreay í Norður-
skotlandi.
Okkara lond, sum
hava fiskiveiði sum
hevuðsvinnuveg, ótt-
ast tann vanda, sum
eitt slíkt verk er fyri
okkara hevuðsvinnu,
og tískil fyri grundar-
lagnum hjá okkara
samfeløgum.
Vit vita, at sjålvt
undir vanligum um-
Norður-'
steðum merkir útleið-
ingin frá einum slíkum
endurvinningarvirki
ektan radioaaktivitet í
sjónum, og kann hetta
einsamalt fáa nógv álv-
arsligar avleiðingar
fyri ta avvarðandi
fiskiveiðina.
Men steðan verður jú
beinleiðis sera álvars-
lig, um eitt óhapp
hendir. Og vit vita jú,
at vit hava als onga
trygd móti óhappum.
Hetta verða vit javnan
mint um, og vit vita
eisini, at kjarnorku-
dálking kennir einki
mark. Men eitt óhapp
so tætt at okkara hav-
ekjum sum Dounreay,
fer uttan iva at fáa av-
leiðingar fyri okkara
felags haveki, sum als
ikki er meguligt at
meta um frammanund-
an.
Vit hava sama ótta í
hesum máli, sum fiski-
menn bæði í Bretlandi
og eðrum londum hava.
Og vegna fakfelags-
rerslurnar i okkara
londum fara vit at
krevja, at ætlanin um
at byggja kjarnorku-
endurvinnarvirki í
Dounreay verður
steðgað.
Óli Jacobsen,
Feroyar
Finn Heilmann,
Grenland
Ásmundur Stefannson
Ísland
Vikarur
— søkist til 20 tímar um vikuna.
Starvið, sum fyribils er til 1/8-87, er
leyst at søkja beinanvegin.
Nærri upplýsingar fáast á tlf. 14373
ella 17939.
Umsóknir skulu sendast til:
BARNAGARÐIN við VELBASTAÐVEGIN
100 Tórshavn
|