týsdagur 3. februar 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Borðtennis:
nd
Anna vann aftur
i år
Føroyameistarakapping-
arnar i einmans- og tvi-
mansleiki í borðtennis eru
byrjaðar.
Fyrstu > kappingarnar
vóru nú um vikuskiftið,
har pinkur og smágentur
leiktu í Nólsoy og piltar og
smádreingir á Argjum.
Piltar og
smádreingir
64 piltar og 62 smádreing-
ir kappaðust í ávikavist
pilta- og smádreingja-
kappingini á Argjum.
Hesi komu úr tilsamans 8
feløgum. ;
Såmal Joensen ur GI
gjørdist føroyameistari i
piltadeildini. Í finaluni
vann hann á Bjarna Mort-
ensen úr TBF. Í tvímans-
leiki vunnu Sámal Joen-
sen og Poul Enniskarð,
báðir úr GÍ, á Jan Albinus
og Poul Karl Serensen úr
Tveroyrar Borðtennis-
felag.
Í smádreingjadeildini
gjørdist Petur Jensen, GI,
føroyameistari i einmans-
leiki. I finaluni vann hann
å Signari Johannesen ur
B68.
Í tvimansleiki vunnu
Signar Johannesen og
Petur Lamhauge, B68, á
Peturi Jensen og Arna
Petersen úr GÍ.
Pinkur og
smágentur
17 pinkur og 21 smá-
gentur luttóku í kapping-
ini úti í Nólsoy.
Margit Poulsen úr B68
gjørdist føroyameistari i
einmansleiki i pinkudeild-
ini. Í finaluni vann hon á
Jacobinu Niclasen úr
TBF.
Í tvímansleiki vunnu
Jacobina Niclasen og Bar-
bara Debes úr TBF á
Margit Poulsen og Sheilu
Djurhuus úr B68.
Anna Petersen úr
Streymi vann aftur í ár
kappingina fyri smá-
gentur. Í finaluni vann
hon á Jensinu Magnussen,
eisini úr Streymi.
Í tvímansleiki vunnu
Anna Petersen og Jo-
hanna Joensen úr Streymi
á Jensinu Magnussen og
Maibritt Dam úr Streymi.
Skráin
Annars er skráin fyri før-
oyameistarakappingarnar
í ein- og tvímansleiki í
borðtennis hendan:
Komandi vikuskifti
leika dreingir og unglingar
á Tveroyri, og um hálvan
februar leikar meðaldeild-
in í Getu og gentur og
kvinnur í Hvalvík.
Meistaradeildin og mix-
double-kappingin verður á
Giljanesi vikuskifti 21. og
22. februar.
sj.
II deild menn:
H/1 lættan sigur
— Sandavågsmenn høvdu
ikki någv at visa frma i dyst-
inum móti H71 sunnudagin.
Hoyvíkingar vóru ov kvikir til
teir heldur seinu SÍF-ararnar.
H71-SÍF 25-19 (15-8)
Málskjúttar fyri H71:
Sámal Hansen
Gunnar Djurhuus
Jákup S. Simonsen
Kim Mikkelsen
Erland Jensen
Andras Sivertsen
Gunnar Mohr
het det het DD > OD OD
Málskjúttar fyri SIF:
Torkil Nielsen
Jonhard Joensen
Dánjal Thomsen
Bjartur Samuelsen
Petur Eiriksson
nt MO
Avaringar: Erland, Kim og
Sámal, H71, Jóannes Niel-
sen, SIF
Utvisingar: Jåkup S. Simon-
sen, H71, Jonhard 2, Jóannes
2, Trygvi 1 og Torkil 1, SIF.
Dómarar: Hjalmar Petersen
og Kristian Johansen
Askoðarar: 50
Hoyvíkingar legdu hart
út móti SÍF, og vísti hetta
seg at vera avgerandi fyri,
hvenn veg sigurin skuldi
fara. SÍF-ararnir kláraðu
als ikki at fylgja við teim
kviku hoyvíkingunum,
sum frá fyrsta minutti til
fyrri hálvleikur leið at
enda, ekti um leiðsluna.
Hálvleikstoðan gjerdist
15-8 til H71.
Í eðrum hálvleiki gekk
meira javnt á. Tað så út til
at sandavágsmenn nú
hevdu funnið út av,
hvussu tir skuldu steðga
skjótálopunum hjá H71,
men tað var ikki einans
tað ið gjørdi, at tað gekk
meira javnt á nú. Hoyvík-
ingarnir brendu alt ov
nógvar upplagdar mál-
meguleikar í eðrum hálv-
leiki, í mun til fyrra.
Nærri enn tey sjey mál-
ini, ið vóru á muni allan
seinna hálvleik, komu
SÍF-ararnir ikki.
Besti maður hjá SÍF var
Torkil Nielsen. Hjá H71
var Gunnar Djurhuus
besti maður, men eisini er
at gleðast yvir at Sámal
Hansen nú aftur er farin
at gera um seg á liðnum.
Dómararnir komu tolu-
liga frá demingini, men
vóru kanska ávirkaðir av,
at Halvor Jensen (dóm-
araeygleiðari) var til stað-
ar?
EHH
BERGMENN
spæla allan
tónleik til dans
fyri rímiligan
periga
Tlf. 16134
- -
hlaðjð
Nr. 14 — 3. februar 1987
Anna Petersen úr Streymi. Aftur í ár fær hon góð úrslit. Um vikuskiftið
gjørdist hon føroyameistari í smågentudeildini
Visti tú
at TB tann 24. mai 1915
vann 3-1 á HB.
— HB tann 17. juli 1916
vann 4-1 á KÍ.
— tá Manuel Fransisco
dos Santos
(Garrincha), sum hann
bleiv doyptur í feði-
býnum Pau Grande,
kom til Botafogo í Rio
sum 19-ára gamal,
segði venjari Carsoso:
»Hasum beinunum
kann hann ikki renna
við og yvirhevur ikki
dribla og skjóta vid.«
Garrincha vísti nakað
annað, og undir eyk-
navninum »paradis-
fuglurin — tann litli
fuglurin, ið er so ring-
ur at fanga«, gjørdi
hann i 19 år grin vid
alt og øll, við hjól-
beintum høgra og
kålvakniggjadum
vinstra beini.
Hann spældi sin
fyrsta landsdyst við
HM í Sveríki í 1958
móti Sovjet. Longu í
fyrsta min. driblaði
hann gjøgnum verjuna
og scoraði. Hann
spældi við Corinthians
og seinni Flamengo.
Hann var besti mál-
skjútti í HM 1962 og
leikti eisini við í 1966.
Síðan vann »brenni-
viniå«.
Hann doyði i januar
1983, 49 åra gamal.
EHH
Sorgarleikurin å
Heysel-vøllinum
i Belgia
Albert Roosens, ið er aðal-
skrivari í belgiska fót-
bóltssambandinum, er
ákærdur fyri óbeinleiðis
manndráp í samband við
»Heysel-sorgarleikin« i
mai 85. 39 áskoðarar
doyðu og 450 fingu skaða,
tá víðagitni Europa Cup-
finaludysturin millum
Liverpool og Juventus
varð leiktur í Bruxelles.
Roosens verður millum
annað skuldsettur fyri
ikki at hava syrgt fyri, at
ensku og italiensku åskod-
ararnir ikki sótu ov nær
hverjum eðrum undir
dystinum. Belgiska fót-
bóltssambandið
ábyrgdina av at
skuldi verið gjørt
26 bretskir
eru eins og Roosens
ákærdir. Tó eru hesir
åkærdir fyri brotsverk, ið
eru álvarsligari, sum t.d
manndráp, harðskap o.a
Belgiska ákæruvaldið
kravdi hesar 26 bretarnar
til dóms í juli í fjør
Sambært belgisku tíð-
hevði
hetta
áskoðarar
indatænastuni ljóðar, at
borgarstjórin og aðrir
høgir harrar í Bruxelles
eisini eru ákærdir. Hesi
tíðindi eru tó ikki alment
váttað
P.H.