týsdagur 3. februar 1987síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
;
|
Síða 12
KÍ tveir
venjarar
Klaksvíkingar hava nú
fingið venjarar. Tað eru
teir báðir danirnir Steffen
Pedersen og Poul Erik
Nielsen, ið skulu venja
ymisk KÍ-lið í framtíðini.
Steffen Pedersen, ið
hevur leikt við 3. liði hjá
AGF í Danmark, skal
venja 1. deild og 3. deild
hjá KÍ hetta kappingarár-
ið.
Poul Erik Nielsen hevur
spælt við 1. liðnum hjá
AGF, men hevur tíverri
verið skaddur síðani 1984.
Hann skal i ár venja 1.
kvinnudeildina og ung-
lingarnar hjá KI. Eisini
skal hann leika við 1.
deildini hjá klaksvíking-
um.
Síðsta kappingarár
gjørdust AGF meistarar i
1. deild i Danmark, so
vónandi fáa klaksvíkingar
betri úrslit í 1. deild í ár
enn í fjør.
Síðsta kappingarár ar
eitt satt vónbrot hjá 1.
liðnum hjá KÍ.
PH.
Umboð fyri Fótbóltssambandið:
Á graslíkisfund í
Noregi
Í hesi vikuni fer Torleif
Sigurdsson, formaður í
Fótbóltssambandinum, til
Noregs á fund.
Torleif skal umboða
vallareftirlitið hjá FSF á
fundinum. Við sær hevur
hann Jógvan Johansen,
sum hevur projekterað
graslikisvøllin í Gunda-
dali, og Rúna Heinesen,
verkfreðing hjá Klaks-
víkar kommunu.
Upp á fyrispurning um
hvat hetta er fyri ein fund-
ur, sigur Torleif, at hetta
er ein norðurlendskur
fundur um fótbóltsvellir.
»Anlægsfund«, kalla norð-
menn tað.
Á fundinum verður sak-
kunnleikin frá ellum norð-
urlondum, og skulu teir
har gjøgnumganga tey
stadion, teir hava. Ein
partur av fundinum fer so-
statt at snúgva seg um
graslíkisvellir, og tað er
serliga hesum, feroyingar
eru spentir at hoyra meira
um hverjar royndir onnur
norðurlond hava av hes-
um.
— Vit meta, at hesin
fundurin kemur sera væl
við nú, vit júst hava
mælt landsstýrinum til at
seta eina nevnd við ser-
kenum at gera tilmæli um
m.a. graslíkisvallir, go vit
vænta okkum eina rúgvu
burtur úr hesum fund-
inum, sigur Torleif Sig-
urdsson.
Broyta vallar-
eftirlitið
Torleif sigur víðari, at teir
umhugsa at broyta
samansetingina av vallar-
eftirlitinum hjá FSF, so-
leiðis at tveir serkenir
verkfreðingar saman við
einum umboði fyri Fót-
bóltssambandið.
— Orsekin til, at vit um-
hugsa at broyta saman-
setingina av vallareftir-
litinum, soleiðis at serfrað-
ingar koma at manna
nevndina, er at útvikling-
urin krevur tað, sigur Tor-
leif Sigurdsson.
— Men hvat siga tit nú
bretar mæla frá at nýta
graslíkisvallir, meðan tit
tilmæla nýtslu av teim-
um?
— Bretskur fótbóltur er
sera konservativur, sigur
Torleif Sigurdsson. —
Men har er heldur ikki
semja um at banna gras-
likisvallum. Eg havi ikki
hoyrt so nógv um hatta,
men eg leggi ikki so stóran
týdning í hatta, tí teir
ætla jú at loyva teimum
graslíkisvallum, sum eru.
— Noreg er helst komið
longst við at kanna gras-
líkisvallir, og teir mæla til
ikki at nýta graslíki við
sandi í. Hvat siga tit til
tað?
— Eg haldi meg hava
skilt, at orsekin til, at
norðmenn mæla til ikki at
hava sand í, er at sandurin
lætt frystir so vatnið ikki '
sleppur niður igjøgnum, |
og teir trupulleikarnar
skuldu vit ikki havt so
nógv av her,s igur Torleif
Sigurdsson.
— Annars hava norð-
menn júst skrivað eina
nýggja frágreiðing um
graslíkisvallir, sum ikki er |
almannakunngjerd enn.
Eg rokni við, at hendan
frágreiðingin verður legd
fyri fundin í Noregi, og vit
eru sera spentir uppá,
hvat hendan sigur.
— Men í øllum førum
vænta vit okkum nógv
burtur úr hesum fund-
inum, sigur Torleif Sig-
urdsson, formaður í Fót-
bóltssambandinum, at
enda í stuttari samreðu
við Ítróttarsosialin.
s)
Sp
Fótbóltssamband Føroya:
Nr. 14 — 3. februar 1987
Mælir til graslíki
Fótbóltssamband Feroya
hevur seinasta hálva árið
havt ymsar kanningar í
samband við spurningin
um graslíkisvallir. Í hes-
um sambandi hevur Fót-
bóltssambandið fingið frá-
greiðingar frá fleiri fót-
bóltssambondum kring
Europa. Tey hava greitt
frá hverjar royndir tey
hava av graslíkisvallum
og hverji mistek eru
gjerd.
M.a. vildi Fótbóltssam-
band Feroya fegin frætta
Badminton:
5 dystir í landskapp-
ingini i badminton
vórðu leiktir í ítróttar-
hellini á Kambsdali
sunnudagin.
1. deild:
Fuglafjarðar Badmin-
tonfelag — Havnar
Badmintonfelag 1 1—7
FBF—HBF 3 0—8
FBF—HBF 3 2—6
2. deild:
FBF-HBF. 5
FBF-HBF 6
um nakað av hinum fót-
bóltssambondunum
kundu ávísa onkra ein-
staka graslílisframleiðslu,
ið tey mettu vera ta bestu,
men tað vísti seg, at einki
teirra — hóast við-
mæltu at leggja graslíki á
fótbóltsvallir — metti seg
ført fyri at taka nakra ser-
staka framleiðslu fram um
aðra.
Fótbóltssambandið hev-
ur nú gjert frágreiðing
sína um kanningina lidna
og er hon hsend Feroya
tey
Landsstýri. Niðursteða
FSF's er at viðmæla
landsstýrinum at veita
stuðul til byggjan av gras-
líkisvallum, men heitti
samstundis á Føroya
Landsstýri um at seta
sakkøna trimannanevnd,
ið kann vera rådgevandi
hjå landsstyri, feløgum,
kommunum og ødrum, ið
hava áhuga fyri graslíkis-
vallum