leygardagur 7. februar 1987síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíði BN sosialurin | Nr. 16 7. februar 1987
Síða 2
Starvsfólk á Ellisheiminum í Havn:
Lisbeth ikki skilt
málið um
Starvið at standa fyri mat-
gerðini á Ellisheiminum er
nú lýst leyst. Til starvið
verður sett, stendur onkur
avloysari fyri matgerðini
Ellisheimið
Lisbeth Petersen, for-
kvinna í sosialu nevnd
Tórshavnar býráðs, hevur
als ikki skilt málið um
uppsegnina av álitis-
kvinnuni.
Tað siga starvsfólk á
Ellisheiminum í Havn, eft-
ir at Lisbeth Petersen
bæði í Dimmu og Sosial-
inum hevur greitt frá
steðu síni til uppsegnina.
— Samstarvstrupulleik-
ar vóru ikki orsekin, og
tað hevði Lisbeth Peter-
sen fingið at vita, um hon
hevði tosað við okkum.
Álitiskvinnan varð koyrd,
tí hon kravdi, at sáttmálin
varð hildin, og tí hon helt
fast við okkara rætt, siga
starvsfólkini.
Kvinnurnar halda tað
vera ógvuliga yvirlegið av
Lisbeth at siga í Sosial-
inum, at tær á Ellisheim-
inum sjálvar kunnu koma
til hennara, um tær hava
nakað at siga. — Sum um
vit fara krúpandi, siga
tær.
— Men áðrenn Lisbeth
demdi okkum, átti hon at
spurt eftir okkara frá-
greiðing, siga tær
Fakfelagsskipanin
í vanda
Sambært reglugerð eru á-
litisfólk eitt sindur betur
vard enn onnur starvsfólk.
Tað hjálpti lítið í hesum
førinum. Heldur ikki at á-
litiskvinnan samstundis
er forkvinna í Tórshavnar
Kommunala Starvs- og
Tænastumannafelag. Eis-
ini varð hon av arbeiðs-
plássinum vald til trygd-
arumboð, ið eru vard á
sama hátt sum álitisfólk.
Fakfelagsfólk tosa í hes-
um degum nógv um upp-
segnina á Ellisheiminum.
Fær uppsegnin ongar
fylgjur, so er øll fakfelags-
skipanin í vanda. So
stendur ellum arbeiðsgev-
arum frítt at koyra bæði
álitisfólk og trygdarum-
boð, og at vera forkvinna í
einum fakfelag gevur held-
ur onga trygd.
— Slíkt eigur ikki at
henda, sigur Meta Jo-
hannesen, forkvinna
Sjúkrahjálparafelag. Tað
fakfelagið hevur eingi
demi um, at álitisfólk
hava verið uppsegd
Bíða ikki
eftir
anningini
Starvið hjá ti uppsogdu ålitis-
kvinnuni lýst leyst
Tórshavnar býráð hevur
nú lýst leyst starvið sum
keksleiðari á Ellisheimin-
um í Havn. Tað er starvið
hjá álitiskvinnuni, sum
varð koyrd úr starvinum
1. februar.
Men nú eitur starvið
ikki keksleiðari. Lýst
verður eftir fólki at standa
fyri matgerðini undir
leiðslu fyristeðufólksins
og varaleiðarans.
Við longu nú at lýsa
starvið leyst, ætlar býráð-
ið sær ikki at bíða eftir
teimum samráðingum, ið
nevndin í Tórshavnar
Kommunala Starvs- og
Tænastumannafelag ferir
um málið. Nevndin í fel
agnum hevur síðan upp-
segnina tosað við allar
partar í málinum, við sosi-
aldeildarleiðaran, við
starvsfólkini, ta upp-
segdu álitiskvinnuna og
við fyristeðukvinnuna.
Nú fer nevndin so at
gjøgnumganga upplysing-
arnar og klagrrnar, sum
starvsfólk hava sett fram
Felagið hevur higartil ikki
mótmælt, at álitiskvinn
an, sum samstundis er for-
kvinna í felagnum, er
koyrd. Nevndin fer ikki at
úttala seg. fyrr enn vit
hava gjegnumgingið alt
tilfarið, sigur Øssur Sim
onsen, næstformaður
Tórshavnar Kommunala
Starvs- og Tænastu
mannafelag
randi
— Og hevði eitt álitis-
fólk bara so mikið sum
verið hótt við uppsøgn,
hevði felagið beinanvegin
mótmælt, sigur Meta Jo-
hannesen.
- Eitt álitisfólk hevur
til uppgávu at verja á-
hugamálini hjá starvsfólk-
unum á arbeiðsplássinum.
Og fyri tað kann eingin
koyrast fyri, sigur Meta
Johannesen.
randi
ør 7 SVA 84
MYRKA BLA/R /R
TLBOÐIW ERU
ANDI LEIGARÐ. HAND SR
i
Í