leygardagur 7. februar 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Térshavn
skulan
TAÐ ljóðar helst legið í oyrunum á
fólki, tå Føroya Lærarafelag alment
krevur, at lærararnir skulu hava sterri
skotbrá fyri at søkja um orlov frá skúl-
anum.
MEN HETTA er ikki so legið, tí alt
fleiri lærarar fara úr skúlanum út á
privata arbeiðsmarknaðin, har lønir-
nar eur nógv betri og har arbeiðsvið-
urskiftini kanska eisini eru meira
nøktandi.
SAMMETT við útbúgving og ta
ábyrgd lærarar hava, er lønin afturúr-
sigld í til onnur við líka langari útbúgv-
ing. Harafturat eru umsteðurnar
mangan so sum so, tí fíggjarligu karm-
arnir hjá føroyska skúlanum eru ógvu-
liga treingir.
LÆRARARNIR hava nú í fleiri ár gjørt
vart við stóðu sina, men higartil hava
politikarar og myndugleikar ikki lyft
hond frá síðu fyri at seta seg inn í
stæðu skúlans ella fyri at bóta um við-
urskiftini.
NEI: TAÐ hevur verið deyðans tøgn —
og tøgnin versnar. Heldur ikki teir pol-
itikarar, sum ikki kunnu lata pennin
liggja, tá Óli Breckmann ella onkur
NATO-generalur lyfta dintilin uppfrá,
hava grett eitt orð um støðuna. Eins
lítið og teir koma við nøkrum kon-
struktivum tanka um allar teir sosialu
trupulleikar sum hópa seg upp. tí okk-
ara sosiallóggáva er afturúrsigld í fleiri
Kæru IRF-limir
BIN FEM
Útgevari: P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Fyritaksstjóri: Krisjan Daht
Blaðfólk: Høgni Djurhuus
Tórfinn Smith
Ljésmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting; P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
ár. Nei, eingin viðmerking. Einki orða-
skifti. Men deyðans tøgn!
TAÐ ER torført at spáa, hverjar avleið-
ingarnar verða av verandi gongd. Men
vit kunnu hugsa okkum, at tað eisini
— og kanska serliga — eru tey frægu
lærarafólkini, sum rýma úr skúlanum.
Í staðin skulu fleiri ólærdir vikarar set-
ast og úrslitið verður, at tað verður
torført at halda staðið og tað fær fyrst
og fremst avleiðingar fyri teir veikaru
næmingarnar.
Í LONGDINI kann verandi gongd ikki
halda fram, tí hon kann fáa álvarsligar
samfelagsligar avleiðingar. Tá tey.
sum varða av skúlanum í landsstyri,
landsskúlaráði, -fyrisiting og í komm-
unum ikki taka støduna í álvara, må
javnaðarflokkurin, sum eisini telur
nógvar lærarar, taka sær um reiggj.
TAÐ AT javnaðarflokkurin hevur havt
stóra ávirkan á framburðin í samfelag
okkara hevur gjørt, at eisini børn hjá tí
vanliga fólkinum hava kunnað fingið
eina útbúgving. Javnaðarflokkurin
eigur ti at gera sær greitt, hverjir teir
næmingar eru, sum fyrstir verða fyri
bakkasti.
NÓGV varð tosað og skrivað um skúl-
an í samband við yvirtøkuna, og alt
tóktist so glæsiligt, men nú trupulleik-
ar eru, og lagna skúlans óviss, nú vald-
ar tøgn — vaknið!
Mor-
Vísið tykkum nú sum
menn og metið upp í Norð-
urlandahúsinum 7. og 8.
februar! Ein stevna sum
hendan er neyvan nakað
at vera bangin fyri. Hon
skal jú viðgera tykkara
hjartamál: Hvat gera vit
við okkara burturkast?
Uppskotið, sum Tór-
móður Dahl kom við hós-
kveldið í »Degi og viku«,
er heilt í tráð við tankar, ið
eg sum vanligur sam-
felagsborgari | framman-
undan hevði gjert mær:
VIT MUGU FARA AT
SORTERA OKKARA
BURTURKAST! Jerðin
má fáa tað aftur, sum hon
kann taka til sín, annað
tilfar sum pappír má
kunna fara til endur-
nýtslu, heldur enn at fleiri
skógir verða oyddar o.s.fr.
Mong kunnu halda, at
hetta verður trupult og
metimikið, men ivaleyst
er her bert talan um til-
venjing og góða fyri-
skipan.
Tað at alt burturkast í
Feroyum, eplaflus og
annað degurðarusk, papp-
dósir, reklamur, tómar
fløskur o.m.a. skal frakt-
ast til Leirvikar, må tykj-
ast so himmalrópandi høp-
isleyst. Hin vegin munnu
øll vera samd um, at okk-
urt må gerast vid hetta
vandamål, ti ongin ynskir
eftir, at rúkandi rusk-
dungar skulu liggja um alt
landið, at rustaðar tunnur,
bilvrak og fleskubrot
skulu eyðkenna okkara
fagra landslag, at flótandi
dunkar, plastikkposar o.a.
skulu fylla firðir og sund
o.s.fr. Men tað, ið brenn-
ast skal á einum sentral-
um stað, má minkast nið-
ur í eitt absolutt mini-
mum.
Tað kann væl ikki vera
so, at tit vilja fáa so nógv
at brenna sum til ber,
nógvar lastvognar at
koyra, slúka olju, slíta
motorar og vegir, fylla
ferjur, dálka nærum-
hvervi og órógva fólk
bert fyri at kunna metta
hendan risaovn?
Ása Hátún
TRYGGINGAR
UMBOÐS
Nr. 16 — 7. februar 1987
ERT
Aldan kom við
føroyskum
lesnaði
Aftaná at myndirnar hjá
Rosemmeyer (1778) komu
út á forlagi okkara, hava
fleiri — serliga ung —
spurt hver bakgrundin er
fyri at fara undir »For-
lagið Aldan«. (Gravgngur
hevur verið eftir mynd-
unum so nú fer at minka í
tí tali — 700 sett — ið eru
til selu).
Segan er í stuttum tann,
at ungdómurin í 1920“
unum og 1930'unum var
sterkt ávirkaður av teim-
um stjóðskaparligu rersl-
unum, ið tá vóru frammi.
Hóast tær politisku remb-
ingarnar og floksligu
sundurtekur og saman-
bindingar vóru ringar at
skilja, so var kortini ein
reyður tráður, sum ikki
slapst uttanum.
Hesin reyði tráður var
viljin, at móðurmál okk-
ara skuldu fáa allar tær
semdir, tað eigur — og so
tað at vit vóru føroyingar
og einki annað.
Tá ið nú uppvekstur
mín var í Havn, ber illa til
at siga frá eðrum enn tí,
har hendi.
Eins og dagin í dag —
kanska meira — var Havn-
in ein miðdepil. Hagar
kom fólk úr ellum ættum,
ikki bert at læra, men eis-
ini at arbeiða.
Meldurin í hesi fólkaíðu
ferdu við sær, at ung-
mannafelagið >Merkið<
kom at vera tilhaldið bæði
hjá ungum og eldri, og
eina tíð tóktist tað at vera
hetta felag, ið knýtti bond
millum tey ungmanna-
feløg, ið vóru í Førya Ung-
mannafelag.
Stavnhaldið hjá øllum
var hitt sama, og hugur og
vilji at vinna feroyingum
fótafesti, varð saman-
tvinnað.
Burtur úr hesum meldri
spratt so hugurin at fáa
fram dagliga málið á prent
í slíkum líki, at ell skuldu
fáa hug at lesa føroyskt.
Nú kann tað ljóða, sum
alt arbeiði fyri foroyskum
máli og føroyskum er
sprottið úr hesi tíðini —
men so var ikki.
Hetta var bert eitt veikt
framhald av tí megnar-
arbeiði, gjørt var framm-
anundan av djørvum hug-
sjónarmonnum.
Hví kom so »Aldan« —
segublaðið?
Jú, tá sum kanska enn,
var at kalla allur lestur á
donskum. Tað vóru donsk
vikubleð og skaldsegur, ið
høvdu einaræðið.
Men so kom kríggið.
Tá vóru ungdómar, ið
hildu, at nú var tíðin
komin, til at fáa fram lætt-
an lesnað á móðurmál-
inum, og úrslitið varð
segublaðið »Aldan«, ið
kom eina ferð um mánaðin
í 19 mánaðir. — Tá vóru
tær peningaligu kreftirnar
uppi.
Tó haldi eg — hóast
næstan 50 ár eru runnin —
at henda segblaðaroynd
ikki heilt hevur verið til
fánýtis.
Við hesum í huga er tí
aftan á slaka hálva eld
annar táttur tikin upp-
aftur. Kanska ikki á sama
bógvi í fyrstu syftu.
Nógv er broytt — stórur
partur av fólkinum er
vorðin lærdur og lesandi,
men tað tykist mær sum
gil er komið millum tveir
hevuðsbólkar í fólkinum
— kanska serliga millum
tað unga ættarliðið.
Talað og skrivað verður
um mentan. Málið verður
av summum hildið ein
gudur, ið dyrkast skal við
reinføri og puritanskari
virding, medan summi als
ikki geva sær far um, at
mål fyrst og fremst er sum
musikkur, ið eingin kann
stúva niður i ein kassa,
men tvertur ímóti skal
ljóma á manna tungu og í
manna sinni.
Lat tað vera, at hetta
kanska ljóar eitt sindur
biturt ella fýrakantað.
Men fyri at venda aftur til
Aldunavnið.
Lætt er at hava ætlanir,
men hvussu tær fara at
eydnast er eitt annað. Her
kann verða sagt frá at í
gerð er foroysk útgáva av
heimsgitnu barnabókini
„Alice in Wonderland< —
og á føroyskum „Lisa í
Leikalandi«, sum Axel
Tórgarð hevur umsett úr
upprunamálinum.
Hóast fleiri, bæði gentur
og dreingir, tóku síni
drúgvu tek í samband við
»Alduna« so haldi eg kort-
ini at eitt navn eigur at
vera nevnt, og tað er Pól
Joensen (Pól í Mykinesi
kallaður).
Hesum vinmanni varð
ikki langt lív lagaið, men
langt man vera millum
teirra, ið so væl givin vóru
ella eru, sum hann. Ongan-
tíð vildi hann koma sær
fram í ljósið, hverki tá ið
hansara vit og skil vóru
botnurin undir mongum,
ið tá varð framt, ei heldur
tá ið hansara skapandi
evni, í bundnum sum ó-
bundnum stíli, hevdu
uppiborið at staðið millum
teir fremstu í ardans
viggi.
I Gøtu i februar 1987
Stig G. Rasmussen
P.S. Lat meg skila til, at i
hesum føri er nog so leys-
liga farið um tíðina
framman undan »Alduni«.
Kunngerð
Vinnarin av lutasedlasøluni til frama fyri
FØROYSKT SJÓSAVN
er funnin.
Seðil nr. 1274 vann ferðina til Ísraels við
Norrønu.
Vinnarin bidist vinarligast venda sær
til Tlf. 12952.
ÅHUGABOLKURIN FYRI
FØROYSKT SJOSAVN
Er