Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 1987síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NS - ; - - Síða 16 Oyslið og dálkingin: Vit mugu sjálvi medvirka til at minka um ovurnýtslu og dálking Sjålvt uttan alivinnu kunnu vit koma út fyri at lasta firð- ir okkara ov nógu gjøgnum okkara egnu nýtslu av hent- leikum, sum vit koyra í kloakkina, sigur Andreas Lava Olsen, verkfrødingur og stjóri á Havsbrún í Fuglafirði. Vit prenta brot burtur úr einum fyrilestri hann helt í út- BAR TILLPOS:837 27 # $ * á + * varpinum nakað herfyri: Eitt steðugt meira átrok- andi mál kemur undan kavi í samfelagi okkara. Tað er oyðslið við teim resursum, vit hava at ráða yvir í náttúruni, og tann dálking, sum stendst av at sleppa av við ruskið, sum vit flýggja náttúruni aftur sum takkarløn. Ídnaðurin spýtir út allar hentleikar, sum vit leggja í at keypa. Ídnaðurin er fullkomiliga anonymur, tað vil siga hann hevur einki andlit, hann ger bert tað, vit tráa eftir at fáa og roynir við hvert at fram- leiða ein nýggjan hent- leika og dámar okkum hann og vit keypa hann, ja so heldur hann áfram við at framleiða tað. Men hann ger einki, sum vit ikki vilja keypa frá hon- um. Tað er meguliga rætt, tá tað verður sagt, at ídn- aðurin skapar tervin hjá okkum, men hetta hendir bert, um vit samtykkja. Nógvir eru teir hent- leikar, sum hava broytt okkum gerandislív, seymi- maskinu, vaskimaskinu ella bil og so framvegis. Men listin yvir hentleikar er óendaligur at kalla, og spurningurin er, hvar skulu vit seta markið, hvussu nógv viulja vit ar- beiða og stríðast fyri at fáa ráð til at fáa hendur á hesum hentleikum. Hetta stríð stjelur tíðina frá okk- um. Plastposin Tak ein hentleika sum plastposan, sum vit bera hvenn dag í stórum tali, hverja ferð vit fara tiul handils. Hetta plast er framleitt í onkrum ídnaðarlandi, og framleiðslan av plastinum har skapar onkra dálking, tí ein og hver framleiðsla skapar dálking, veri hon seg lítil ella stór, men hon er har. Í hesum feri mill- um annað tey smyrjievni, sum skulu blandast upp í plastið at mýkja tað. T.d. var evnið PCB nýtt til hetta endamál og vit rakn- aðu ikki við fyrrenn tað vísti seg, at hetta PCH-ið lak út í náttúruna, og savnaði seg saman í teim- um dýrum, sum eru ovar- laga í fødiketuni. Og hetta evnið er eiturkent. Hver hevur nú skyldina av hesum fylgjum. Plast- verksmiðjan, sum fyyllir út ein terv hjá okkum, ella hava vit skyldina, vit sum halda, at hesin posi er hentur at bera við sær úr handlinum. Ídnaðurin gevst ikki við at framleiða plastposar, so leingi vit keypa teir. Sannleikin er nokk hann, at tað eru vit, tú og eg, sum skulu taka avgerðina sum hetta vandamál, skulu vit koma avleiðingunum til lívs. Onnur avleiðingin av gerð okkara at taka plast- posan kemur, tá vit skulu av við plastposan, eftir at hann bert eina ferð var í nýtslu. Vit vita, tað er ikki beint at blaka hann á sjógv. Tað sær ikki gott út, og hann er til ampa fyri útróðrar- mannin, og í seinasta enda rekur hann aftur á land í einum grannalandi, og vit hava bert flutt problemið til onnur at loysa. Vit kunnu ikki tyrva hann. Tað eru vit neku- lunda samd um, tað kann seinni fara at esja úr hes- um tyrvingum út aftur í havið ella grundvatnið. So hava menn her á landi, sum vit hava valt sum umboð okkara í myndugleikar at finna eina loysn, og teir funnu uppá at brenna plastpos- an. Men hetta hevur est okkum upp nú í áravís, so plastposarnir fara heilir og sælir á sjógv tann dag í dag enn, tí brenningin fór aftur at geva onkrum eðr- um trupulleikar. Hvat vit so enn gera, blaka á sjógv, tyrva ella brenna, so er onkur vansi í málinum, stórur ella lítil. vit hava gjørt nakað ella verið at- voldin til nakað, sum ikki vendist við aftur, posin skal oyðast onkursvegna. Her er okkurt galið í hugsunarhátti okkara. Vit eru sjálv atvoldin tiul, fyri tað fyrsta ein dálkingar- ' vanda har plastposin varå framleiddur. Vit fara av- stad vid posanum, vit blaka hann burtur frå okk- um sama dag i eitt rusk- ilat, ruskbilurin kemur eft- ir honum, og fy ri tað næsta krevja vit, at sam- felagið skal fáa henda plastposa at hverva, uttan at nakar fær ampa av tí, og tað letur seg ikki gera 100%. Nu havi eg gjørt nakad nógv burturúr hesum plastposa. Hetta var bara eitt dømi, men er eitt dømi sum er felags fyri eina rúgvu av teimum hentleik- um, vit keypa okkum, og sum sjáldan eru lívsneyð- ugir, fyri ikki at siga púra óneyðugir. Vit kláraðu okkum væl fyrr við at bera sama ílatið aftur og fram, tá vit fóru til handils. Oyðsluljós Lat okkum taka eitt ann- að demi úr okkara verð. Koyr eina náttina fram við Skålafjørdinum. So vilt tú síggja, at frá tí tað skýmir og alla ta líð og longu nátt til tað lýsir aftur, er eitt perlurað av getulyktum, sum lýsa fyri tær. Einar 30 km á longd har brenna, meti eg, eini 80.000 W um tíman í getuljósum og — til onga himmalsins nyttu. Tað fólk, sum fer út um Andreas Lava Olsen, stjóri: egnan barm. dyr kl. 3 um náttina, kann ikki vænta, at samfelagið fer at brenna av 80.000 W um tíman, fyri at tað skal ganga óttaleyst á getuni og millum bygdir. Tað má vera uppá egnu ábyrgd. Samstundis eiga vit at vita, at fyri at brenna hetta oyðsluljósið, skulu vit annaðhvert brenna olju av, sum hevur sínar avleiðingar fyri náttúr- una, ella vit skulu turr- leggja enn eina á, fyri at halda hetta oyðsl viðlíka. Hetta er í sláandi mót- segn við, um tú ferðast — lat okkum siga — gjegn- um Týskland, sum eisini er eitt framkomið ídnaðar- land við reidiliga høgum livifóti, men har tykist samfelagið ikki at lata slíkar tænastur. Um nætur eru sjálvt hevuðs- strokin í býunum ógvuliga lítið upplýst, fyri ikki at tala um á landsbygd. Nr. 16 — 7. februar 198, Vit mugu hver sær taka í Her er annað demi um mótsagnirnar í hugsunar- hátti okkara, tá vit við aðrari hondini tendra lampurnar, og við hinari skriva mótmælisskrivini: at nú er aftur ein á turr- legd. Fosfatið Lat okkum venda aftur til Skålafjørdin, sum vegna sítt skap er eitt sindur av einum deyðavatni. Har eru givin aliloyvir svar- andi til, at tað skulu nýt- ast árliga eini 2500 tons av turrum fóðuri, sum kann medvirka til, at ilt- negdin í sjónum verður betonkiliuga lág. Men hin- vegin kann metast, at gjøgnum kloakkskipanina verða frå húsarhaldunum veitt eini 2000 til 3000 tons av organiskum