leygardagur 7. februar 1987síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
pr
Síða 22
Nr. 16 - 7. februar 1987
Eitt ljós
á
gøtu mint
Gråt ikki
v/ Karl N. Hansen
»Men tå id hann nærkadist bygdar-
lidinum, si, tå var ein deydur borin
út.a (Luk. 7,12)
„Sí, tá var ein deyður borin ut.«
Í einum býi hendir hetta dagliga; eins
tungt er tað hjá teimum kæru, sum fylgja.
Men henda gravarferðin í Náin var burtur úr
syrgilig. Mamman var einkja og hevði fyrr
fylgt manni sínum til gravar. Nú fylgdi hon
syni sínum, sum var einasta barn hennara.
Fólk vóru góð ímóti henni nú í sorgini. Men
sonurin livnaði ikki upp aftur av tí. — Tá
kom Jesus. — Tá ið hann sá hana, tókti hon-
um hjartaliga synd í henni, stendur skrivað.
Og hann segði við hana: »Gråt ikki!« Síðan
nam hann við líkberuna, og teir, ið bóru,
steðgaði. Tá sigur Jesus hesi máttmiklu orð:
„Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!<
Tann deyði settist upp undir seg; og móður-
in fekk sonin heim við sær. Vit kunnu øll
skilja hennara stóru eydnu. Men hon kendi
ikki bert gleðina yvir at hava fingið sonin
aftur. Aftan á alt tað, henni hevði verið fyri
av sorg og pínu, mundi gleðin rekka djúpari.
Tað var gleðin yvir, at hon her í sorgarinnar
og deyðans heimi hevði hitt ein, ið var so
sterkur og var so góður.
Ein dagin skal onkur deyður verða útborin
eisini úr okkara heimi. Tá er tað gott, at
hava hann til vin, sum er sterkari enn deyð-
in. Hann vann yvir deyðanum, iki bert har í
Náin við líkberuna hjá tí dreinginum. Tað
var stórt, men ikki hitt stersta. Drongurin
mátti doyggja einaferð afturat. Nei, hansara
stersti sigur var, tá ið hann vann deyðan fyri
okkum øll eina ferð med alla. Við at doyggja
í okkara stað vann hann á deyðanum og reis
upp úr grevini.
Og nú kann hann bjarga deyðaræddu vin-
um sínum. Hann tekur ikki deyðan frá okk-
um, men hann gevur sál okkara sigur yvir
deyðanum. Hann gevur okkum treysti til at
doyggja.
Þorrablót
; Munið þorrablótið laugardaginn 7. febr.
Íslendingafelagið
Gudstænastur 5. sunnudag eftir trettanda
Havnar kirkja: Axel Tórgarð
Vesturkirkjan: Høgni Poulsen
Hvítanes: Ejvind Vilhelm kl. 11.00
Kaldbak: Hans J. Joensen
Hestur: Kjartan Mørkøre
Kollafjørdur: Marjun Bæk kl. 12.00, altargongd
Hvalvik: Martin R. Jacobsen kl. 12.00. Talvan gongur
fyri Sunnudagsblaðið.
Norðskáli: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd
Leirvík: Torkil Beder, altargongd
Nes: Jákup Kass, altargongd
Sjóvar kirkja: Peter Petersen kl. 12.00
Klaksvík: Henning Begesvang kl. 11.00
Árnafjerður: Henning Begesvang kl. 12.00
Mikladalur: Elsa Funding, altargongd
Servágur: David Johannesen kl. 12.00
Hvalba: Jónsvein Bech kl. 12.00
Øravik: Jónsvein Bech kl. 18.00, altargongd
Leiti: Bjarni Bæk kl. 17.00
Sumba: Bjarni Bæk kl. 12.00
Í ellum kirkjum í Vága prestagjaldi gongur talvan til
frama fyri Guds orðs útbreiðslu.
Norea
Radio
Danmark
Millumbylgju 1467 kHz
kl. 19.30—19.45.
Norskar sendingar eru á
stuttbylgju, 31 metra-bandi-
num hvenn dag kl. 8.00.
Mánadagin: »Med samvittigheden som kompas!«
Birger Pedersen leggur til rættis.
31. januar fingu
Bryngerð Nicolajsen
é og Rosing Lydersen,
I Skopun, ein son.
1. februar fingu Birna
og Jóhan Hansen,
Langasand, ein son.
h ; 1. februar fingu Poul-
ina Reinert og Sámal
í J. Hansen, Tórshavn,
eina dóttur.
Ár
- 3. februar fingu Ann
Mari og Fríðtór Deb-
- ; - es, Argir, eina dóttur
25. januar fingu
Jonna Christiansen, 3. februar fingu Hall-
Leirvík, og Tom gerd og Årni Lervig,
Joensen, Eiði, ein Leirvík, eina dóttur.
son.
4. februar fingu Alisa
26. januar fekk Ørvarodd, Sandur, og
Sunneva Davidsen, Dånjal Jåkup Jacob-
Sørvågur, ein son. sen, Skálavík, ein
son.
30. januar fingu Aimé
Jacobsen og Heini 4. februar fingu
Davidsen, Servágur, Gunnjá og Jóhan
ein son. Joensen, Eiði, ein
son.
30. januar fingu
Kirsten og Dánial Eli 5.
á ; februar fingu
i Hjøllum, Toftir, ein
: Hanna og John
son. Thomsen, Strendur,
eina dóttur.
Samlaður
Heðin Brú sigur í seguni, Emanuel, um tann
gamla mannin, sum eigur bótin, Emanuel, at
dóttir hansar sigur: >Nei, hann liggur í seingini,
hópin fittur, soleiðisni, men hann er so gamal, at
samlingin er farin.“
Tann gamli maðurin sat uppi undir sær og róði.
Í orðabókini hjá M. A. Jacobsen og Chr. Matras
stendur orðið at samla; men víst verður til at
savna.
Tá ið menn tala um seyð, so siga teir ofta, at
teir sauna seyðin saman, teir sauna, á savningini.
Vit kennast øll við hesi orðini í Bíbliuni: Savnið
tykkum ikki gripir á foldum
Vit hoyra so ofta fólk siga, at tey samla okkurt
saman, okkurt, sum liggur og sleðist. Málmenn
siga, at vit skuldu heldur hugsað um at sat nað í
slíkum ferum.
Nú er vorðið so vanligt at hoyra og lesa samlað-
ur, samlaðar. . , soleiðis hava fólk ikki sagt.
Í donskum roknistykkjum stendur ofta saml-
ede udgifter. Lærarar flestir siga altíð: Allar út-
reiðslur. Soleiðis siga fólk.
Í einum blaði stóð: Ikki bara Feroyingar fyri-
reikaðu seg, tað var hin samlaði vesturheimurin
Skuldu vit ikki sagt: allur vesturheimurin ?
Tað samlaða íbúgvaratalið her í bygdini er um-
leið 500, stóð í einum blaði.
Um leið 500 fólk búgva her í bygdini.
Ofta hoyra vit, at samlaði útflutningurin í fjør
var so nógvur
Allur útflutningurin í fjør var
Seiðurin stendur so samlaður nú, soleiðis tók
onkur til.
Tá ið talað varð um nótaseið, so varð sagt, at
seiðurin stóð stúgvaður saman, ella samanstúgu-
aður.
Avfall
Tød, roykur, slógv, rusk, burturkast, eska, slíkt
er ikki avfall. Avfall er regn og kavi
Læknavaktirnar
Tórshavn: Selvi W
Olsen, tlf. 16611,
leygardag og Alvur
| av Kák, tlf. 12557,
sunnudag
Eysturoy: Magnus á
Stongum, tlf. 23006,
leygardag og Andre-
stof
Bryggjari
tif. 147 28
svarar eisini
aftan å kl. 17
as Petersen, tlf
41086, sunnudag.
Norduroyggjar:
Olavur Gaard, tlf.
56900
Vágar: Tlf. 32413
Suduroy (nordur):
Tlf. 71560
Suduroy (sudur):
Tlf. 73030
Tannlæknavakt
Tórshavn
Bráðfeingishjálp
fæst í dag og í morgin
kl. 13.00-14.00. TI.
14544.