Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 i Poul Michelsen, borgarstjóri: Best og við eini tíðindablaðið iligast brennistød Tórshavnar kommuna fingið fyrispurning frå kommunum i Eysturoynni, sum vilja sleppa at brenna rusk å Sandvik- arhjalla, til stødin i Leirvik er klår. Kommunurnar i Eystur- oynni vilja brenna sítt rusk í Havn. Tórshavnar kommuna fekk fríggjadagin ein fyri- spurning frá kommun- unum í Eysturoynni, sum spyrja um tær kunnu brenna sítt rusk á nýggju brennisteðini hjá Tórs- havnar kommunu, til stød- in í Leirvík verður klár at taka í nýtslu. Hetta upplýsir Poul Michelsen, borgarstjóri fyri Sosialinum. Hann lut- tók annars á stevnuni um endurnýtslu av burtur- kasti, sum FNU skipaði fyri í Norðurlandahús- inum seinasta vikuskiftið. Poul Michelsen var við í pallborðinum sunnudagin Uppá fyrispurning um brennisteðin á Sandvíka- hjalla hevur orku til at brenna alt ruskið í land- inum, segði Poul Michel- sen, at tað hevur hon ikki. Men verður ein skiljingar- skipan sett í verk, har eitt nú hvert einstakt húsar- hald í landinum skilir tað rusk, sum íkki kann brennast ella er vælegnað at brenna í ovninum, fra, og samlaða rusknegdin harvið minkar, so er brennisteðin hjá Tórs- havnar kommunu nóg stór til at røkka um alt landið. IRF! Poul Michelsen var annars trekur at svara spurning- inum, at tað er ynskiligt, at IRF gekur upp sam- starv við Havnina, so- leiðis at ein brennisteð kan brenna alt ruskið í landinum. — Landsins myndug- leikar hava givið IRF loyvi at byggja eina brennistød, og eg haldi tað er skeivt av Tórshavnar kommunu at leggja seg út hesa avgerðina, tí vit hava jú kommunalt sjálv- stýri í landinum Men skal eg siga mína persónligu hugsan, so haldi eg tað hevði verið rímiligt við bert einari brennisteð í Føroyum. Tað hevði givið minstu ílegur- nar og eisini verið tað minst vandamikla, hugsa vit um dálkingina Poul Michelsen tað annars vera skeivt av Tórshavnar kommunu at leggja seg út í tjakið, ant- in IRF skal byggja brenni- stød ella ikki metti Brennistødin liðug Borgarstjóri upplýsti ann- ars á fundinum, at nýggja brennisteðin á Sandvíka- hjalla verður klár at taka í nýtslu skjótt. = 2. Við pallborðið frá vinstru: Hanus Vang, Poul Michel- sen, Lars Ottosen, Stig Hirsbak, Mats Tysklind, Anton Elmlund, Ib Larsen og Jóannes Eliassen : Nr. 17 — 10. februar 1987 ENDURNÝTSLA Skiljið ruskið lokalt — tað gagnar globalt! FØROYA NÁTTURU- og UMHVØRVISVERNDARFELAG februar 1987 Í samreðu við Sosialir sigur hann, at kommuna! etlar sær ikki at skunda sær við at taka steðina brúk Tað er nevniliga um ráðandi fyrst at finna fram til, hvussu ein megu lig skiljingarskipan kant setast i verk Í letuni arbeiða fólk við at gera ávíst upplýsingar blað, sum skal sendast hvert hús í kommununi Ætlanin er so at greiða fólki frá eini meguligari skiljiskipan Poul Michelsen sigur, at tað er helst rætt at bíða við at taka nýggju brenni- steðina í brúk til ein ná- greiniliga veit, um og hvussu brenningin kann samskipast við eina skilj- ing í húsarhaldum og á virkjum. Tað umræður nevniliga at fáa eina so góða brenn- ing sum gjerligt. Og slí fæst best, um alt rusk ikki er egnað at brenna verður tikið frá fyrst Eisini verður hesun sambandi hugsað um at taka burturkast frá, sun kann brúkast aftu Poul Michelsen upplýst annars á pallborðsfundin um sunnudagin, at komm unan er í ferð við at gera eina fjarhitaskipan í sam band við brennisteðina á Sandvikahjalla. Kostn aðurin av brennisteðini og fjarhitaskipanini er mett ur til einar 55 mill. kr. til- samans Men hvat fer tað so at kosta hverjum borgara at fáa sítt burturkast brent í nýggju steðini? Poul Michelsen: — Eg rokni við, at hver borgari skal gjalda millum 700 og 800 kr. um árið fyri at fáa Nýggja brennisteðin á Sandvíkahjalla kann brenna alt ruskið í landinum, um ein skiljingarskipan, sum fer at minka munandi um samlaðu negdina, verður sett í verk |