týsdagur 10. februar 1987síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
;
4
Nr. 17 — 10. februar 1987
Nidurstøda á pallbordsfundi:
Føroyingar eiga
at skilja ruskið
í húsarhaldum og á virkjum — bæði tað, sum kann endur-
nýtast og tað vandamikla, sum órógvar brenningina og
dálkar umhvervið
Feroyingar eiga sum
skjótast at skipa fyri skilj-
ing av ellum burturkasti,
áðrenn tað verður brent
og burturbeint á annan
hátt.
Hetta var ein av niður-
steðunum á stevnuni, sum
FNU skipaði fyri í Norð-
urlandahúsinum seinasta
vikuskifti.
Á stevnuni luttóku fólk
úr fleiri Norðurlondum.
Fýra danir og ein svii vóru
bodnir við at halda fyri-
lestrar. Hesir luttóku eis-
ini allir í pallborðsorða-
skiftinum sunnudagin.
Harumframt vóru eisini
Poul Michelsen, borgar-
stjóri í Havn, Hanus
Vang, FNU og Jóannes
Eliasen, cand. scient í pall-
borðinum.
Mangt áhugavert kom
fram undir orðaskiftinum,
og skulu vit tríva í okkurt
av tí.
Teir fýra danirnir Anton
Elmlund, sivilverkfreð-
ingur frá Gendan, Ib Lar-
sen, lívfreðingur frá
»Miljøkontrollen í Keben-
havn«, Stig Hirsbak, um-
hvervisráðgevi og skriv-
ari í »Nordisk samarbejds-
gruppe for affald og gen-
anvendelse« og Lars Otto-
sen, sivilverkfreðingur frá
Jydsk Teknologisk Insti-
tut, vóru allir á einum
máli um, at tað í dag snýtr
seg um at fáa skilt sum
mest frá burturkastinum
og endurnýta hetta. Eisini
tað, sum ikki kann endur-
nýtast og sum er vanda-
mikið at brenna eigur at
vera skilt frá, áðrenn rest-
in fer í ovnarnar.
Húsarhald
og virki
Henda ruskskiljingin eig-
ur at byrja longu í húsar-
haldunum og á virkjum.
Ha eigur so hver einstak-
ur at hava nágreiniliga
leiðbeining at ganga eftir,
hvat hann ger við mat-
restir, við glas, við pappír,
við battarí o.s.fr.
Mett varð, at tað ber til
at minka um samlaðu
ruskmongdina við 30%,
ora |
even ære
um henda skiljing fer fram
sum umrøtt.
Taka vit bert papp og
pappir, so vita vit, at hesi
eru sera stórur partur av
ellum burturkasti. Megu-
leiki er í dag uttan nakran
trupulleika at endurbrúka
hetta soleiðis at tú fært
nýtt pappír. Góðskan á tí
er tó ikki sum á tí upp-
runaliga, men kortini er
hetta rætti vegurin at
ganga.
Hvat viðvíkur matrest-
um, sum er stórur partur
e
KILDELRTENING Kos PRIVATE
<
La
K
øl -
frk 1
Rg
C -
="
GRØN AFFKLDS
MOSAMUNG
SORTERANLÆG
av burturkastinum, so
kunnu tær brúkast aftur
sum fóður ella kompost.
Eisini her liggja stórir
meguleikar.
Hvat so viðvíkur tí
vandamikla burturkastin-
um so sum battaríum fyri
bert at taka eitt demi, so
eiga vit at leggja tað í
ávísar posar ella íletu, so-
leiðis at vit fyribyrgja, at
hesi fara í ovnarnar á
brennisteðini og harvið
eru við til at elva til
vandamikla dálking undir
Tegning: Tom Wikborg |
|
JC lo
og eftir brenning.
Í hesum sambandi varð
m.a. nevnt, at við at skilja
battaríir, PVC og líknandi
frá burturkastinum, ið
skal brennast, ber til at
minka dálkingina frá
tungmetallum, sýrum og
dioxinum niður í eina hevt
ella meira.
Tað hevur eisini stóran
týdning, at vit fáa eina so
góða brenning sum gjer-
ligt á brennisteðini, tí eis-
ini brenningin er endur-
nýtsla. Hitin, ið kemur
IB LARSEN er cand. scient við serfreði innan
evnið »umhvørvi og samfelag«. Hann hevur ar-
beitt sum útbúgvari og granskari við Roskilde
Universitetscenter. Síðani 1984 hevur Ib Larsen
verið umhvervisstjóri í Keypmannahavn. Hann
er eisini limur í fleiri statsligum og kommunalum
nevndum, sum fáast við ruskspurningar og tílíkt.
LARS MORCH OTTOSEN er sivilverkfreðingur
og arbeiðir á Jysk Teknologisk Institut í Árhus.
Hann hevur seinastu seks árini serliga arbeitt við
endurnýtslu av plasti og pappíri. Lars Merch
Ottosen gevur harafturat stati, amtum og komm-
unum ráð, tá tað ræður um at brúka umaftur og
at fáa tøkni, sum ikki dálkar.
ANTON ELMLUND er eisini sivilverkfreðingur
og ruskserfreðingur. Hann hevur síðani 1978
starvast hjá partafelagnum Gendan, sum komm-
unur, statsligir myndugleikar og umhvervisfeleg
reka í felag. Anton Elmlund hevur hesi árini verið
við í fleiri enn 100 donskum og altjóða projektum,
seminarum og arbeiðsbólkum, sum hava havt
endurnýtslu sum mál.
STIG HIRSBAK hevur útbúgving innan tekn-
iska og samfelagsvísindaliga tilrættislegging.
Høvudsuppgåvu sína á universitetinum nevndi
hann: »Endurnytsla — statsligur råevnispolitikk-
ur?« Stig Hirsbak arbeiddi frå 1978 til 1984 i
danska Umhvørvisstyrinum, m.a. å endurnytslu-
kontórinum har. Hann hevur síðani starvast hjá
partafelagnum Gendan. Hann hevur eisini síðani
1978 verið fakligur skrivari í Norðurlendsku sam-
arbeiðsnevndini viðvíkjandi Endurnýtslu og fest-
um ruski. Stig Hirsbak ger í letuni slíkar royndir
sum umfata 8.500 húski.
MATS TYSKLIND er svii. Hann er vistfreðingur
(økologur). Tysklind arbeiðir í letuni tætt saman
við kenda professaranum Rappe, sum er serfrød-
ingur innan dioxin-spurningar. Tysklind hevur í
fleiri ár arbeitt í
Gøteborg.
tr9a brenningini, skal
brúkast til upphitingar-
endamál og júst tí er um-
ráðandi at vit fáa ta rettu
brenningina.
So meguleikarnir eru
nógvir, um vit bert brúka
teir.
Fyribyrgja
Men feroyingar hava so
eisini aðrar meguleikar
framum eitt nú Danmark.
Feroyar eru ikki limir í EF
og kunnu sum so seta
reglur fyri, hvat verður
innflutt og ikki. Her metti
onkur av pallborðsluttak-
arunum, at feroyingar
eiga at kanna hverji evni
og hvat tilfar, so sum inn-
pakkingartilfar kemur til
landið og sum vit vita er
sera vandamikið at
brenna ella at sleppa sær
av við á annan hátt.
Her kunnu feroyingar
rætt og slætt fyribyrgja
dálking við at seta forboð
fyri innflutningi.
Fyri at kunna fáa í
gongd endurnýtslu, so er
eisini av stórum týdningi,
at ein finnur marknaðin
fyri umreddu verunum.
Hetta eiga feroyingar so
eisini at gera.
Hvat viðvíkur endur-
nýtslu, so kann nevnast,
at teir í Keypmannahavn
hava sett upp 1200 kon-
teynarar til pappír og
papp og 180 konteynarar
til glas.
Undir orðaskiftinum
umhvervisumsitingini í
kom annars fram, at fer-
oyingar eiga ikki at
byggja tvær brennisteðir.
Tann eina er nóg mikið.
M.a. segði ein av áhoyrar-
unum, Tummas Laurit-
sen, fyrrverandi formaður
í FNU, at fáa vit framt
eina skilagóða skiljing av
burturkastinum, so hava
vit als ikki brúk fyri eini
brennisteð aftrat. Hann
mælti IRF til at fara sam-
an við Havnini um at
loysa allan ruskspurning-
in í síni heild.
Jóannes Eliassen helt,
at tvær brennisteðir verð-
ur ein alt ov dýr loysn.
Hann spurdi, um tað veru-
liga er ætlanin, at vit við
at gjalda fyri at sleppa av
við ruskið skulu ferðast á
luksusklassa.
Hann helt tað eisini
vera legið, at landið nú
hevði givið IRF loyvi, tí
um sama mundið situr ein
nevnd undir landinum og
arbeiðir við samlaða rusk-
spurninginum.
Hanus Vang helt fyri, at
vit hevdu sæð hvussuleið-
is tað kommunala sjálv-
stýrið varð brúkt til at
gera ein brelara fyri og
annan eftir. Hann nevndi
SEV og IRF og segði, at
tað er uppá tíðina at land-
ið setir karmar fyri tí
kommunala sjálvstýrin-
um, um tað skal vera end-
in at vit fáa tvær brenni-
steðir i Føroyum — beint
ímóti tilmælum frá ellum
serfreðingum. jan