týsdagur 10. februar 1987síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — Ivamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara
Vit eru til reiðar!
0
… 1919 HIER
Myndin er tikin hósdagin í síðstu viku, tá Aluk gjørdi fyrstu royndina. Hon gekk ikki so væl, tí slangan rakk ikki
upp á land. Teir pumpaðu bara hálvthundrað kubikkmetrar tann dagin.
Sandurin er tikin við Kallanes í Kaldbaksfirði
Spennandi roynd:
Umvæla
sandin við
sandi
— Nakrar lastir av sandi skulu gera Sandágerði til betri
hvalvág og vakrari strond
Túsund kubikkmetrar av
sandi skulu gera Sandá-
gerðisvík til eina betri
hvalvág og fjeruna til eina
vakra strond.
Sandbáturin Aluk hevur
verið at sæð inni á Sandá-
gerðisvík í seinastuni. Ør-
indini hjá honum eru at
pumpa sand upp á sandin.
Í fyrsta umfari er ætlanin
at pumpa tríggjar ella fýra
lastir upp. Hver last er
300 kubikk, ella eini 700
tons.
Síðani vil tíðin vísa, um
sandurin verður liggjandi.
Samtykt varð at gera
hesa royndina á einum
fundi millum grindafor-
menninar og sóknarstýr-
ini i fjør summar. Og nú
Aluk, sum hevur ta neyð-
ugu útgerðina, er komin
aftur úr Grenlandi, verður
royndin gjerd.
Betri hvalvág
Nógvur sandur er tikin úr
Sandágerði til bygging,
eitt nú tóku bretar sand
haðani undir krígnum.
Hildið verður, at har krev-
ur at vera meiri sandur,
skal har blíva ein betri
hvalvág. Grindamenn
kæra seg eisini um, at
dýpi er so ymiskt úti fyri.
Endamálið við royndini
er eisini at fáa ein vakrari
og sterri sand. Nú í nekur
ár hevur verið skipað fyri
jóansekutiltaki i Sandå-
gerði.
Ætlanin er, at sóknar-
stýrini skulu býta millum
sín tær útreiðslur, sum
Tit ringja
— vit skriva
(2)
skulu til fyri at gera ein-
astu hvalvágna betri.
hd
Ringið telefon
118 20
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Giv et barn en fremtid
i dets eget land
En lille
hjælp
kan
| betyde
= i 1, meget
»Lad dit næste barn blive et av vore!
Hetta eru loysunarorð hjá Dansk Børnefond, sum
roynir at hjálpa børnum í fátækum londum
Grunnurin hevði aðalfund fyri stuttum og har varð
upplýst, at í roknskaparárinum september 1985 - aug
ust 1986 komu inn 1.924.533 kr. í gávum og festum
månadargjøldum
Grunnurin sendi 1.728.077 kr | skúlar og barnaheim
arbeiðið hjá danska barnagrunninun
sum eisini tær Feroyum, at 2150 børn fáa
minst eina máltíð um dagin, tey sleppa at ganga í skúla
og fáa aðra neyðuga hjálp. So langt rekka 95 kr. um
mánaðin frá »gubba« ella »gzummu« í danska ríkinum
Tad er soleiðis, at fólk fáa »sitt« barn í onkrum landi i
triðja heiminum. Tey rinda antin 95 kr. ella 190 kr. um
mánaðin, eftir at tey frá barnagrunninum hava fingið
upplýsingar um barnið og mynd av ti.
pengar ur
Eisini aðra hjálp
Danski barnagrunnurin veitir eisini aðra hjálp. Í
1985/86 fóru 15.000 kr. til Gambia og 6.500 kr. til Sierra
Leone at keypa rís fyri.
Eitt barnaheim í India fekk 25.000 kr. til at byggja
sovirúm og kek og ein flóttafólkalega í India fekk
45.000 kr. at keypa mat fyri og umbyggja ein skúla.
18.000 kr. blivu sendar til Chile at umvæla eitt barna-
heim, sum fekk skaða í jarðskjálvta
Eisini fingu tvey bern stuðul til torferar skurðvið-
gerðir.
Samstarv
A aðalfundinum varð upplýst, at grunnurin nú eisini er
farin at hjálpa børnum í Pakistan. Har er tervurin á
hjálp stórur, tí familjurnar eru barnaríkar og lenin lág. Í
fyrsta umfari er ætlanin at hjálpa 100 bernum í Paki-
stan
Í Ghana fáa 650 bern hjálp frá grunninum. Har komu
nógv afturat í 1986. Í Norðurghana, har virksemið byrj-
aði á nýggjárinum 1986 við 80 bernum, var talið komið
upp á 140 nú á nýggjárinum
Danski barnagrunnurin hevur samstarv við aðrar fel-
agsskapir, so sum Adventistarnar í Vesturafrika, Frels-
anarherin í Suðuramerika og útbúgvingarnevndina hjá
tibetansku stjórnini í útlegd í India og Nepal.