leygardagur 14. februar 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Starvsfólkið á
flogvøllinum
i Vågum kann
akka sekkin
— kemur fólkaflokkurin í Tinganes og
megna vit ikki at fáa fast samband um
Vestmannasund nú, so sær veruliga svart
út fyri Vágoynna skrivar Frank Davidsen,
í Vágum m. a. í hesi greinini.
Aftaná at Føroya folk
gjøgnum fjølmidlarnar
herfyri fekk serverað eitt
grýtuklárt flogvallapro-
jekt á Glyvursnesi, sam-
stundis sum Sundsdepilin
er við at koma undir land,
má fólk úti um landið
spyrja seg sjálvt, hvat
hesin miðsavningarpoli-
tikkurin, ið Poul Nichel-
sen stýrir við harðari
hond, fer at fera til, bæði
menniskjaliga og bú-
skaparliga.
Verður tað nekur sum
helst meining í framtíðini
at byggja nýggj hús úti á
bygd og hví útbyggja
skúlar, virki og gera dýrar
bygdaplanir, tá bæði vit
og eftirkomarar okkara,
ímóti vilja okkara, verða
tvangsflutt til Tórshavn
og har nærhendis.
Nr. 19 — 14. februar 1987
ør
Verður tað nøkur sum helst meining i framtíðini at byggja nýggj hús á bygd og hví
útbyggja skúlar, virki og gera dýrar bygdaplanir, tá bæði vit og eftirkomarar okkara
ímóti okkara vilja, vera tvangsflutt til Tórshavn og har nærhendis spyr Frank
Davidsen
Sjálvandi er borgar-
stjórin einsamallur ikki
førur fyri hesum, men øll
tekin eru um, at hann full-
komiliga dominerar by-
rådsmeirlutanum.
Einki er at ivast i, at
kemur fólkaflokkurin ut
aftur í Tinganes kunnu øll
tey, ið starvast á flogvøll-
inum í Vágum pakka sekk-
in, enn minni ivist eg ikki
í, at felagskommunan i
Vágum ikki megnar at fáa
fast samband um Vest-
mannasund nú beinan-
vegin, sær tað veruliga
svart út fyri Vágoynna.
Í hesum viðfangi loyvi
eg mær hervið at heita á
landsstýrið um at steðga
arbeiðinum uppá nýggju
ferjuleguna í Vestmanna,
til kanningarnar um fast
samband um Sundið eru
lidnar.
At neyðugt verður at
leingja flogvellin við tí
menningini, nú fer fram
innan fiskivinnuna, er ikki
Frank Davidsen: — Hvat fer hesin miðsavningarpoli-
tikkurin sum Poul Michelsen stýrir við harðari hond, at
fera til bæði menniskjaliga og búskaparliga.
neyðugt at tjakast um.
Aftaná at hava hoyrt
orðaskiftið í útvarpinum
ímillum tann altvitandi
Poul Michelsen og parta-
mannin Svend Aage Ellef-
sen sær ein veruliga,
hvussu einkisigandi og lít-
ið undirbygt flogvallar-
projektið er.
Allar tær kanningar, ið
Poul Michelsen segði seg
bíða eftir fyri veruliga at
kunna taka lut í orðaskift-
inum, eru langt síðani
gjerdar og tað fleiri ferðir
Tað einasta borgarstjór-
in hevði at verja seg við,
var tervandi upplýsingar
og at teir, ið hevdu eina
aðra meining enn hann
vóru lokalpatriotar, jú
skemtiligur var hann, tað
má ein viðganga.
Men at Poul Michelsen
ongantíð í lívinum er so
væl flongdur og tað fyri
opnari mikrofon, tað
kunnu vit ikki koma utt-
anum og tað skal Sven
Aage hava takk fyri, bert
spell at hann ongan stuðul
kann vænta sær frá parta-
monnum sínum.
Tað vísir seg sum um
ágangurin ímóti Vágoynni
heldur áfram. Í 14. Sept-
ember sigur Hergeir Niel-
sen kortanei til berghol
undir Vestmannasundið.
Hvat billar hesin arro-
ganti politikarin úr Suð-
uroy sær inn, tá hann sgi-
ur at henda samgonga
undir ongum umsteðum
fer at kasta seg út í eitt
fíggjarligt vónloysi við
einum bergholi undir
Vestmannasundi
Hann veit væl, at ætl
anin er nevniliga tann, at
landið als ikki skal svíð:
fyri hesum projekti fíggi
við tað
ruga, tað at fast gjald
yri hvønr
A
Ki verða ktergei €
sen, ið skal stinga ut
kortið fyri okkum Vága
fólki, um hvussu vit vilja
beta um sambandið við
meginøkid, líka lítið sum
vit blanda okkum í teirra
viðurskifti hesum viðvíkj-
andi. Eisini skal eg upp-
lýsa Hergeir Nielsen um,
at tað eru onnur enn fólka
floksfólk í Vágoynni, og at
tey allar flestu taka undir
við festum sambandi um
Vestmannasund.
Tað er meguligt, at for-
mansstarvið í løgtinginum
hevur gjert tað, at Hergeir
Nielsen longu nú gongur
við einum lítlum legmanni
í búkinum, og harvið
hevur mist jerðforbindils-
ið. Hann um tað.
Hansara arroganti fram-
ferðarháttur í hesum máli
er mannminkandi og loyvi
eg mær at biðja lands-
stýrismenn javnaðarfloks-
ins um at koma við eini
frágreiðing um s:eðu
teirra um fast samband
um Vestmannasund.
Frank Davidsen