Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 1987síða 24

‹ fyrra síða allar 24 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

> Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — ivamål? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara Vit eru til reiðar! Evnisvika um heimbygdina Eingin vanlig skúlagongd hevur hesa vikuna verið í Fuglafjarðar Skúla. Í staðin hava tey havt so- kallað evnisviku, har allir flokkar frá triðja til tíggj- unda hava luttikið. Teir báðir yngstu flokkarnir hava havt vanliga skúla- gongd. Hetta er fyrstu ferð, at skúlin letur vanligu læru- greinirnar liggja í eina heila viku fyri at viðgera nekur ávís evni á ein hátt, sum als ikki líkist tí van- liga skúladegnum. Upprunaliga var ætl- anin at skipa fyri eini ferðsluviku, men eftir at tað gjørdist greitt, at skip- ast skuldi fyri mentanar- stevnu í Fuglafirði, varð evnið broytt og útbygt so- leiðis at hetta kundi verða ein partur av mentanar- stevnuni Mest um heimbygdina Næmingarnir eru byttir i 15 ymiskar bólkar, hver bólkur við sínum evni. Flestu av hesum snúgva seg um heimbygdina Fuglafjerð. Tey arbeiða við bygdarseguni, savna gamlar bygdarmyndir, vinnuliv, dálking og gera haraftrat ymisk landslags- modell. Við fýra ymiskum modellum vilja tey vísa, hvussu Fuglafjørdur så út í 1801, 1850, 1901 og hvussu bygdin sær út í dag. Haraftrat arbeiða næm- ingarnir við eðrum evnum su mtónleiki, ferðslu, drama og matgerð. Geva blað út Tveir fjølmidlabolkar eru eisini. Annar teirra er blaðbólkur, sum í orðum og myndum fer at lýsa evnisvikuna í einum blaði tey gera. Heta blað — EVNISVIKAN — verður prentað sum vanlig avís og sent út í hvert húsar- hald í bygdini. Hin fjelmiðlabólkurin tekur upp film, sum fer at vísa arbeiðið í evnisvik- uni. Í gjár fyrrapartin skip- aðu næmingarnir fyri framsýning á skúlanum av tí teir høvdu gjørt. Men hetta verdur ikki hin seinasta framsyningin i sambandi vid evnisvik- una. Nógv av ti, sum næm- ingarnir hava arbeitt vid å evnisvikuni, verður á mentanarstevnun Fuglafirði, sum byrjar komandi hósdag. Tá verða bygdarmodellini m.a aftur at síggja, gomlu myndirnar sum næming- arnir hava savnað saman í bygdini og annars úrslitið av ymiskum kanningum, sum næmingarnir saman vid lærarum hava gjørt tór.- Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og einstaklingum í lýsingaspurningum Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Evnisvikan snudi seg um mangt og hvat. Biologisk- ar kanningar, drama og mangt annað. Næmingar- nir luttóku hugagóðir i ell- um tí, sum her fór fram Í fimleikarhellini varð ar- beitt við at gera modell av heimbygdini