leygardagur 7. desember 2002síða 22
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 236 - 7. desember 2002
Nr. 236 - 7. desember 2002
43
Berlusconi má kannast
Ein eysturríkskur ES-tingmaður krevur nú, at sam-
starvsfelagsskapurin hjá ES, EPP, skal kanna tíðindini
um, at italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi,
hevur havt samband við italsku mafiuna.
Ein mafialeiðari avdúkaði undir avhoyringum í
einum rætti mikudagin, at mafian hevur havt sam-
band við flokkin hjá Berlusconi, Forza Italia, síðani
1993, og at mafian m. a. hevur hjálpt fleiri valevnum
hjá flokkinum. Afturfyri fingu fongslaðir mafialimir
betri sømdir í fongslunum, og tað almenna gavst
eisini við at leggja hald á fastar ognir hjá mafiuni,
segði mafialeiðarin.
Eysturríkski ES-tinglimurin Hennes Swoboda, sum
er sosialdemokratur, sigur, at hesi viðurskifti eru so
álvarssom, at tey mugu kannast.
1 mia. í restskatti
Ein 28 ára gamal svii, Robert Tingvall, hevur sett nýtt
svenskt met, tá tað snýr seg um restskatt.
Tann 28 ára gamli maðurin býr heima hjá
mammuni stutt uttan fyri Stockholm, men sambært
blaðnum Dagens Industri eigur hann sjálvur einar 20
milliónir krónur. Hann hevur í fleiri ár roynt seg sum
partabrævahandilsmaður, og í fjør keypti og seld hann
partabrøv fyri tilsamans 9,8 milliardir svenskar
krónur. At hann var so virkin gjørdi, at hann fekk ikki
stundir til at fylla sjálvuppgávuna út.
Líkningarmyndugleikarnir mettu tí um inntøku og
skatt hansara, og teir komu eftir, at Robert Tingvall
skal gjalda eina milliard krónur restskatti. Sjálvur
sigur hann, at talan er um eina misskiljing, sum hann
væntar at fáa rættaða. Tað fær hann kanska eisini. Í
2000 varð hann álíknaður at gjalda 299 milliónir
krónur í skatti, men tá avtornaði, skuldi hann bert
rinda 900.000 krónur.
Bigfoot deyður
Í 1958 vóru amerikanarar á gosi, tá tað frættist, at ein
løgin skapningur var sæddur har norðuri í statinum
Kalifornia. Tann ókendi skapningurin minti um eina
apu, men var væl størri og hevði sjáldsama stórar
føtur. Tíðindini høvdu við sær, at nógvir amerikanarar
leitaðu sær til Kalifornia, og myndamenn lógu upp á
lúr í langa tíð fyri at fáa eina mynd av hesum sjáld-
sama skapninginum.
Men hetta var bara skemt, tí skapningurin æt Ray
Wallace. Hann var byggimeistari í Kalifornia, og ein
dagin fann hann uppá at lata seg í ein stóran lodnan
búna og stórar træføtur, sum hann hevði evnað til. Tá
onkur so kom fram á sporini, fór tað sum eldur um
landið. Øll vildu sígja Bigfoot.
Men nú er Bigfoot deyður. Ray Wallace doyði tann
16. november. Hann var 84 ára gamal.
Gary Glitter rýmdur
Kenda poppstjørnan Gary Glitter, sum í 1999 fekk
fýra mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava
tikið barnapornografiskt tilfar niður á alnótini, fjalir
seg eftir øllum at døma í Kambodja.
Bretsku myndugleikarnir vilja hava fatur á honum,
og nú hava kambodisku myndugleikarnir gjørt av at
fara at leita eftir honum. Í Phom Penh verður váttað,
at Gary Glitter, hvørs veruliga navn er Paul Francis
Gadd, kom til Kambodja fyri átta døgum síðani, og at
hann eftir øllum at døma er onkunstaðni í
høvuðsstaðnum Phom Penh. Hildið verður, at hann
kom til Kambodja úr Vietnam.
Gary Glitter er ikki tann fyrsti, sum er dømdur fyri
kynsligan ólevnað, og sum er rýmdur til Kambodja,
men myndugleikarnir har vilja ikki longur hava
sitandi á sær, at landið verður roknað sum trygt stað
hjá slíkum. Tí skal Gary Glitter finnast, siga teir.
Nú er staðfest, at olja
rennur úr tí sokna
tangaskipinum, og nú
eru portugisar eisini
farnir at stúra fyri
oljnuni
OLJUDÁLKING
Árni Joensen
Sponsku myndugleikarnir
váttaðu í gjár, at olja rennur
framvegis úr tangunum á tí
sokna skipinum "Prestige".
Spaniumenn hava annars
tvíhildið um, at skipið lak
ikki, men í gjár váttaði
Mariano Rajoy, varaforsæt-
isráðharri, at olja rennur úr
skipinum.
Myndir,
sum
franski
kavbáturin "Nautile" hevur
tikið av skipinum, vísa, at
olja rennur úr einum tanga í
tí fremra partinum av
skipinum, men sambært
Mariano Rajoy er talan um
fleiri lekar.
Portugisisku
myndug-
leikarnir hava fleiri ferðir
sagt, at olja er runnin úr
"Prestige", síðani tað brotn-
aði av um tvøran og sakk
tann 19. november, og nú
spaniumenn hava váttað
illgrunan, eru portugisar av
álvara farnir at stúra. Fram
við strondini har norðuri í
Portugal eru nógvar smáar
fiskivinnubygdir, og fiski-
menninir bera nú ótta fyri,
at teirra lívsgrundarlag fer
fyri bakka.
Portugisiski umhvørvis-
málaráðharrin,
Isaltino
Morais, var fyrradagin við
einum flogfari á leiðini, har
"Prestige" sakk. Aftan á
flogferðina segði hann, at
nakað av olju var at síggja,
og at sumt var longu komið
inn ímóti landi.
Hildið verður, at millum
10.000 og 20.000 tons eru
runnin úr tangunum á "Pre-
stige", sum hevði 77.000
tons í lastini, tá tað sakk
115 fjórðingar úr sponsku
útnyrðingsstrondini. Higar-
til hevur ættin forðað fyri,
at oljan er rikin ímóti
portugisisku strondini, men
nú tað er staðfest, at meiri
olja rennur úr skipinum,
stúra portugisar fyri, hvat
kann henda.
Eftir borgarakríggj í
19 ár eru myndug-
leikarnir í Sri Lanka
og teir tamilsku
tikararnir vorðnir
samdir um at binda
frið
SRI LANKA
Árni Joensen
Oslo tykist vera eitt gott
val, tá talan er um fund-
arstað fyri at fáa stríðandi
partar at semjast.
Seinastu dagarnar hava
umboð fyri myndugleikar-
nar í Sri Lanka og teir
tamilsku tikararnar sitið við
samráðingarborðið í norska
høvuðsstaðnum
fyri
at
royna at fáa enda á tí 19 ára
langa
borgarakrígnum.
Fyrradagin
kunngjørdi
samráðingarleiðararnir hjá
báðum pørtum, at teir vóru
vorðnir samdir um ein
sáttmála.
Teir tamilsku tikararnir
hava seinastu 19 árini
stríðst fyri at fáa sjálvsstýri
í norðara partinum av land-
inum, og tað fáa teir nú. Sri
Lanka verður kortini ver-
andi eitt ríki, men tamil-
arnir har norðuri fáa av-
gerðarrætt í nógvum viður-
skiftum.
Semjan ber í sær, at Sri
Lanka skal hava eina
nýggja grundlóg, og tað
arbeiðið byrjar nú. Part-
arnir hava avtalað at halda
fram við samráðingunum í
Thailandi í januar og seinni
aftur í Japan.
Bæði stjórnin í Colombo
og tamilarnir róstu fyrra-
dagin altjóða semings-
royndunum, sum hava verið
undir norskari leiðslu. Í
februar eydnaðist tað at fáa
partarnar at semjast um
vápnahvíld, og báðir sam-
ráðingarleiðararnir
vóru
fyrradagin á einum máli
um, at nú verður friður í Sri
Lanka.
Næststørsta flogfelag-
ið í USA er í svárari
kreppu, men politik-
ararnir vilja ikki
hjálpa tí
FLOGFERÐSLA
Árni Joensen
United Airlines, sum er
næststørsta flogfelagið í
USA, skal hava næstan
tvær milliardir dollarar fyri
at sleppa undan húsagangi.
Felagið bað stjórnina í
Washington veðhalda fyri
1,8 milliard dollarum í láni,
men stjórnarnevndin, sum
hevur ábygrdina av flog-
ferðsluni, sýtti fyri at ganga
umsóknini á møti. Ein
limur atkvøddi fyri, men
tveir
atkvøddu
ímóti.
Grundgevingin var, at met-
ingarnar hjá flogfelagnum
eru ikki nóg álítandi, og at
tað tí er ov stórur vandi
fyri, at rokningin endar hjá
skattgjaldarunum.
Eins og hini amerikansku
flogfeløgini hevur Unites
Airlines verið fyri stórari
afturgongd síðani tann 11.
september í fjør. Í síðstu
viku eydnaðist tað felag-
num at fáa starvsfólkini at
góðtaka, at lønin verður
lækkað, men tað er ikki nóg
mikið til at bjarga felag-
num. Felagið fer væntandi
at biðja um verju ímóti
kreditorunum, soleiðis sum
amerikanska lógin heim-
ilar, meðan leitað verður
eftir øðrum loysnum.
UTTAN ÚR HEIMI
United Airlines nær húsagangi
Aftur ein friðarsáttmáli úr Oslo
Stúra fyri oljuni
Mynd, sum franski kavbáturin "Nautile" tók av tí sokna "Prestige". Myndirnar staðfesta, at
olja rennur úr skipinum og upp í sjógvin
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
43
42