týsdagur 17. februar 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 2
— 17. februar 1987
- -
nyttar einki at hava eina
meining í dag og eina aðra
meining í morgin, eitt
petti av tunnil her og eitt
petti der. Vit eru noyddir
at síggja tað sum eina
heild og út frá tí at arbeiða
miðvíst.
Nú havi eg av góðum
grundum nokk so nógv
samband við vágafólk og
mín niðursteða er — og eg
veit, at tað eru nógv, sum
eru samd við mær — at vit
eiga at fáa eina góða sam-
ferðsluæðr úr miðstaðar-
økinum og líka vestur í
Vágar. Hetta hevur týdn-
ing, bæði fyri oynna og
fyri tann aktivitet, sum
skal vera í oynni, og her
kann serliga verða hugsað
um flogvellin.
Tað, sum sitandi samg-
onga ger við hesar sam-
ferðsluspurningar, ið eru
átroðkandi í Norðstreymi
og Vágoy, er fyrst og
fremst, at vit ætla at fáa
bergholið igjøgnum mill-
um Kaldbaksbotn og Oyr-
areingir, tí tað er fyrsta
stigið á vegnum at fáa
samferðsluæðrarnar til
flogvellin í lagi.
Harafturat verða í let-
uni kanningar gjørdar við-
víkjandi meguleikunum
at fáa fast samband um
Vestmannasund við tunn-
ilsgerð. Samstundis verð-
ur farið í holt við at gera
forkanningar og útrokn-
ingar um, hvat tað kostar
at leingja flogvellin í Vág-
um, soleiðis at samferðslu-
æðrin við útheimin eisini
verður í lagi
ML L|"O"""—"..b."—BMBMSeSeAKIREEAEAERNNNNENAseRNeee AN a EN ðe
Samfelagsliga og
politiska aspektið
Tað er eyðsýnt, at tað
samfelagsliga aspektið er
ógvuliga stórt, um hesar
samferðsluæðrar | kundu
blivið í lagi. Hetta kemur
at mótvirka miðsavnan,
sum í dag má metast sum
stersti vandin fyri at
hetta samfelagið — vit
kunnu hyggja at, hvussu
tað hevur gingið í Íslandi
og Grenlandi. Vit áttu at
tikið ein lærupening av
gongdini har. Tí greitt er,
at út frá einum tekniskum
sjónarmiði, er einki í vegin
fyri, at vit kunnu savna
allar føroyingar i Suður-
streymoy. So kundu vit
sæð, um øll vóru so glad
fyri tað.
Tað eru politiskir flokk-
ar í hesum landi, sum ar-
beiða ógvuliga miðvíst
fyri at byggja hetta landið
upp, soleiðis at legtingið
verður eitt forsterrað
Tórshavnar Býráð. Tað
fer at verða synd fyri okk-
ara eftirkomarar, um so
skal vera.
Tað kemur at vera til
ólukku fyri land og fólk.
Eg havi í fleiri greinum i
Sosialinum víst á, at mát-
in at arbeiða fyri sentrali-
sering í hesum landinum
er at halda bygdirnar
ósamdar. So nógv klandur
sum meguligt, og tí er at
koma á tingborð við so
nógvum ókonstruktivum
uppskotum sum megu-
ligt, „soleiðis at ein kann
leypa eði í grindina. Ég
mm lvur ' SUM
siga
vágamaður feli tað ógvu-
liga beiskt í veruleikanum
at blíva »generadur« út í
húð og ham av einum
manni sum t.d. Svend Áge
Ellefsen, tá hann stendur
á tingsins reðarapalli.
Brikslaður fyri at svíkja
mína feðioyggj, men eg
veit, at endamálið hjá hon-
um er at fáa spjading i, so-
leiðis at sentralistarnir i
Havn kunnu fåa yvirtak-
ið.
Tað skal nú aldri eydn-
ast honum. Ég ætli mær
at arbeiða konstruktivt
við samferðsluspurning-
unum, bæði til og úr Vág-
um. Gera vit tað, og halda
vit saman, so skulu vit
nokk koma igjøgnum.
Gongdin í málinum
Síðan fundin hin 5. oktob-
er 1986 í Vágum er hent
tað, at vit hava hildið tey
lyfti, vit lovaðu tá, vi at
syrgja fyri at seta for-
kanningar í verk av hes-
um samferðslumeguleika
til Vågoynna. Eitt sindur
harmur var eg um, at
beint aftaná at fundurin
hevði verið, tå var øll frå-
greiðingin kunngjerd í
einum ella øårum blað. So-
leiðis fingu felagskomm-
unurnar í Vágum ikki
meguleika fyri at »pres-
entera< hetta uppskotið,
teir hevdu, undir einum
fyri eini samlaðari pressu.
Tað verður so harvið
Hent er hent, og skaðin er
kanska ikki so stórur
Hin vandin við at skapa
»splid« millum landspart
arnar havi eg víst á í
greinum fyrr í blødunum
og tað hendir so sjálvandi
eisini her. Vit mugu bert
standa fastir og siga, at
vit arbeiða sambært av-
talu við felagskommunur-
nar og eiga vit, sum vóru á
fundi, ikki at leypa fram-
av. Ikki tosa ov nógv, men
bert fáa arbeiðið gjørt.
Nú í seinastuni hevur
verið eitt satt rok um eina
ella aðra ferð til Aalesund,
sum tveir legtingsmenn
úr Vágum skuldu fara
saman við umboðum fyri
Landsverkfreðingsstovn-
in. Tað undraði meg ógvu-
liga nógv, at Landsverk-
froðingsstovnurin fer og
keypir fogferðaseðlar til
tveir løgtingsmenn í Vág-
um, ið skulu til Aalesund
at hyggja eftir »undir-
vatnstunnlum«.
Eg må siga, at hatta var
meistarligt.
Eg haldi, at Svend Aage
Ellefsen hevdi ikki kunn-
ad gjørt tad betur fyri at
skapa spjading í um
henda spurning.
Á tí steði, sum projektið
er í dag, og tann mátin, ið
avtalaður er, at vit skulu
royna at fáa tað igjøgnum
uppá, so má arbeiðast var-
isliga. Eg vil siga, at tað
er í og fyri seg í lagi at
fara eina kanningarferð
fyri at hyggja, hvussu aðr-
ir hava gjert hesi ting,
men so eigur man eisini at
hava fyri tað
skulu vera relevantir per-
sónar, ið fara. Skulu tað
vera umboð fyri legtingið,
tað ver
eyga, at
SK vild eg meti
rætt at senda formannin í
samferåslunevndini og
formannin fyri felags-
kommunurnar í Vágum at
hugt at hesum tunnils-
gerðum.
Eitt annað var at sent
samferðslunevndina hjá
løgtinginum at kanna
hetta málið fyri at seta
seg inn í tingini. At fara at
»plukka« tveir løgtings-
menn úr Vágum burturúr
ellum til at kanna hetta,
dugi eg ikki at síggja, at
tað er nøkur grund til.
Ivan Johannesen hevur
allan neyðugan kunnleika
til »undirvatnstunnellir«,
tad veit hann, og Aage
Ellefsen, fólkafloksum-
boðið í Vágum og eftir øll-
um at døma sentralistisk-
ur umboðsmaður fyri
Tórshavnar Býráð, hann
hevur neyvan tær stóru
fyritreytirnar fyri at gera
eina tilika kanning. Eg
haldi ikki, at vit eiga at
lata hesar hugsanir, sum
eru frammi um hetta fasta
sambandið til Vágarnar
Síða 9
koyra av fyr
tað, um tað hevur eydnast
mótsteðumonnunum
sporinum
seta split í. Tað, sum allir
eiga
at spurningurin er um eitt
ferðslusamband um Vest-
ikki um
at gera sær greitt, er
mannasund og
ferðasamband til
eitt
Aalesund.
Nei, lat okkum gera
hetta púra greitt, at skulu
vit ígjegnum við hugsjón-
um, sum hesum, eiga vit
at arbeiða konstruktivt.
Tað er at ansa eftir ikki at
lata seg ørkymla av vill-
um hugskotum, tí sum eg
havi sagt áður, hetta hev-
ur týdning fyri samfelagið
— tað hevur týdning fyri
Vágoynna.
Um vit ikki gera eitt
vala arbeiði her, kunnu
vágamenn og allir aðrar
gera sær greitt, at eitt val
áðrenn ár 2000 kann blíva
tað, at vit sleppa at
umboðsmenn í Tórshavn-
ar Býráð og ikki á Feroya
Legting
velja