týsdagur 17. februar 1987síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
h./
Fr
Stórur
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — Ivamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara
Vit eru til reiðar!
tørvur á
bátahyli
í Skúvoy
Skúvoyar kommuna sent løgtinginum
umsókn at fáa 85% av 8 mill. kr. í studn-
ingi til bátahyl
Tórálvur Mohr Olsen, tingmaður: — Tingið eigur so av-
gjørt at stuðla Skúvoyar kommunu og lata 85% av 8
mill. kr. í studningi til bátahyl
Umsteðurnar at hava bát
og rógva út av Skúvoynni
eru ógvuliga vánaligar.
Hóast atløgumøguleikar-
nir eru munandi útbygdir
og betraðir seinastu árini,
so tervar skúvoyingum
ein bátahyl, har bátarnir
kunnu liggja ein part av
árinum.
Tað er í hesum sam-
bandi, at Skúvoyar
kommuna hevur sent løg-
tinginum umsókn at fáa
pening avsettan til báta-
hyl.
Seinasta vár játtaði log-
tingi 75% av 3 mill. kr. til
havnagerð í Skúvoynni.
Kommunan hevur nú fing-
ið gjørt eitt uppskot til ein
bátahyl, sum er mettur at
kosta einar 8 mill. kr.
Bygdarráðið sigur í um-
sóknini til tingið, at tað
loyvir sær at sekja um 5
mill. kr. aftrat. Eisini
verður sekt um, at ístaðin
fyri 75% verður játtað
85% av upphæddini.
Mannbjern Tórarenni,
bygdarráðsformaður, sig-
ur, at vónandi taka ting-
menn undir við hesi um-
sóknini. Hann vísir á, at
tingmenn vóru sera beina-
samir, tá Hest kommuna
sekti um at fáa 85% og
ikki sum vanligt 75% av
samlaðu upphæddini í
studningi til bátahavn í
Hesti.
— Vit eru ikki ment at
bera heili 25% av so stór-
ari upphædd, og tí vóna
vit, at tingið gongur við til
eina sama slag loysn, sum
teir samtyktu fyri Hest
kommunu.
Mannbjørn Tórarenni
sigur, at landsverkfreð-
ingsstovnurin hevur gjørt
uppskot til bátahyl og
verður samlaði kostnaður-
in fyri havnagerðina einar
8 mill. kr. Verður byrjað
at byggja á sumri í 1988,
so kann hugsast, at báta-
4
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Uppskotið til bátahyl í Skúvoynni
hylurin er klárur at taka í
brúk á heysti 1989 ella í
1990.
Tað er rættiliga avger-
andi fyri framtíðina hjá
hesum lítla bygdasamfel-
agnum at fáa umredda
bátahyl. Tað hevur víst
seg, at nógv fólk eru flutt
av oynni seinastu árini,
men nú tykist henda frá-
flytingin at vera steðgað.
Í dag búgva umleið 100
fólk í Skúvoynni. Tá flest
fólk búðu har, var talið
omanfyri 170.
Mannbjørn Tórarenni
sigur víðari, at fáa teir
båtahvl, so er meguleiki
at hava bát liggjandi frá
apríl til oktober. Tað fer
ikki at vera gjerligt at fáa
eina havn, sum er kyrr alt
árið. Men tað at menn
sleppa undan at skula
draga bát hvenn morgun
teir fara til útróðrar verð-
ur ein sera stór broyting,
og kann tað so vera byrj-
anin til meira miðvísan út-
róður og meguliga eisini
ávíst fiskaarbeiði í bygd-
ini.
Higartil hava teir opnu
bátarnir í Skúvoynni mest
avreitt til flakavirkið á
Sandi. Men verður báta-
hylurin veruleiki, so kann
hugsast, at onkur fer at
byggja saltfiskahús í
Skúvoynni. Tá verður so
arbeiði í bygdini og hevur
tað nógv at siga. Í dag er
lítið og einki arbeiði har
Nekur fólk arbeiða á
flakavirkinum á Sandi
Snípan góð
ppa fyrispurning
1vussu hann er nøgdur
við ferðasambandið til og
úr Skúvoynni sigur Mann-
bjørn Tórarenni, at sun
heild er tað gott.
Sildberin siglir 2 og
ferðir um dagin og har
aftrat hava tey so Sníp-
Á /
7 Á
Í Í þ
Í
Á /
2 fj
una.
— Vit eru ógvuliga fegin
um Sníðuna og hevdu vit
vónað, at hon kanska
onkran dagin mitt í viku
kundi gjert tveir túrar, so-
leiðis at tað bar til at fara
til Havnar um morgunin
og so koma út aftur í
oynna um kveldið. Hetta
ynski hava vit fyrr sett
fram. Vónandi verður tað
veruleiki onkuntíð.
Vit hava eisini spurt
annan av tingmonnunum í
valdøminum, Tórál
Mohr Olsen, hvat hann
heldur um uppskotið at
gera bátahyl í Skúvoynni
Hann sigur, at hetta er
eitt sera gott uppsk t og
heldur fyri, at tað er sera
neyðugt at bátahylur
verður gjerdur í oynni
Vit mugu skapa um
støduri útoyggjunum, so-
leiðis at fólk steðast her
Eg var fyri at geva Hest
kommunu góðar semdir,
tå ið teir søktu um studn-
ing til bátahavn, og eg eri
so avgjert fyri, at skúvoy-
ingar fáa somu semdir.
Tórálvur Mohr Olsen
vísir á, at umsteðurnar at
rógva út úr Skúvoy eru
sera ringar, og tað er tí
neyðugt at betra um hesar
umsteður, soleiðis at fleiri
fólk kunnu fáa sær úrtek-
una á sjónum.
— Her er einki at rafla
um, skúvoyingar skulu
hava handa bátahylin, sig-
ur Tórálvur Mohr Olsen í
eini viðmerking
jan
Umsteðurnar at hava bát og rógva út í Skúvoynni í dag eru sera vánaligar. Teir eru noyddir at draga bátin hvenn
dag teir eru til útróðrar.