hósdagur 19. februar 1987síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 21 — 19. februar 1987
Meira kemur fram um viður-
skiftini á Ellisheiminum
Í morgin eru tríggjar vik-
ur, síðan álitiskvinnan á
Ellisheiminum í Havn
fekk skrivliga uppsegn
sendandi frá Tórshavnar
býráð. Enn hevur Tórs-
havnar Kommunala
Starvs- og Tænastu-
mannafelag, ikki komið
við nekrum alment, men
málið er ikki av enn.
Øssur Simonsen,
næstformaður í felagnum,
vil helst sleppa undan at
siga nakað um málið.
Nevndin fundast dúgliga,
bæði sjálv og við partar-
nar í málinum, men niður-
steða er eingin gjerd enn.
Nær tað verður, dugir
Øssur ikki at siga.
Langa tíð kann tað ikki
vara, um nakað skal koma
frá felagnum, tí í morgin
er umsóknarfreistin til
starvið í køkinum á Ellis-
heiminum úti. Beint um
álitiskvinnan, ið var keks-
leiðari, varð uppsegd,
lýsti býráðið starvið leyst.
Uttan at bíða eftir, hvat
felagið sigur. Sambært
reglugerðini fyri álitisfólk,
kunnu álitisfólk ikki sig-
ast upp, uttan at samráð-
ingar hava verið fyrst
millum felagið og býráðið.
Tað hendi ikki. Arbeiðsfel-
agarnir hjá álitiskvinnuni
mótmæltu uppsegnini,
men tað hevur enn ikki
givið nakað úrslit. Sum
nakrar kvinnur á Ellis-
heiminum siga:
— Álitiskvinnan bleiv
ákærd og demd uttan at
sleppa at geva sína frá-
greiðing. Hvar er demo-
kratii? Og hvar eru
mannarættindini? spyrja.
tær.
Hevur Kommunala
Starvs- og Tænastu-
mannafelagið ikki latið
frætta frå sær ein av døg-
unum, kann væntast at
starvið i køkinum verður
sett. Tå fæst at siggja, um
núverandi álitiskvinnan
verður boðsend til sam-
Tvær milliónir
er kravið fyri
vantandi løn
ráðingar um setanina, so-
leiðis sum reglugerðin
fyriskipar.
At vera við til starvsset-
anir var eitt av krevunum
hjá tí koyrdu álitiskvinn-
uni, sum vísti til reglu-
gerðina. Meðan hon var
álitiskvinna, vóru fleiri
fólk sett í starv, uttan at
álitiskvinnan varð eftir-
spurd.
Vegna starvsfólkið
kravdi álitiskvinnan ym-
isk viðurskifti rættað á
Ellisheiminum. Tær hava
nevnt vantandi vaktar-
skipan, men tað skilst, at
okkurt annað er aftrat, ið
ikki ruggar rætt.
Sakferarin hjá tí upp-
segdu álitiskvinnuni hev-
ur vent sær til býráðið og
kravt, at málið verður upp
aftur tikið. Sakferarin
heldur ikki, at uppsegnin
er lóglig og kravdi svar í
seinasta lagi týsdagin.
Sakferarin var ikki at
hitta í gjár, men fyrr í vik-
uni hevði hann einki svar
fingið.
Men tað býr óivað meira
undir uppsegnini enn so.
Starvsfólkini hava áður
víst á, at tey ikki fáa ta
len, sum sáttmálin ásetur.
M.a. verður drigið frá fyri
degurðatíman, sjålvt um
eingin fer av arbeidsplåss-
inum til døguråa.
Týsdagin varð eitt sak
armál, sum starvsfólkini á
Ellisheiminum hava reist
móti býráðnum, lagt fram
í rættinum. Tað er eitt
krav um írestandi løn,
sum starvsfólkini halda
seg hava rætt til. Kravið
er góðar tvær milliónir
krónur.
randi
Blokkstuðulssamráðingar í mars
Mánadagin 9. mars verða
aftur blokkstuðulssam
ráðingar í Keypmanna-
havn og vónar Atli Dam,
legmaður, at hetta um-
farið verður hitt endaliga.
Síðani seinastu samráð-
ingar hava embætismenn
arbeitt við ávísum spurn-
ingum viðvíkjandi blokk-
inum, serliga tí partinum,
sum landsstýrið sigur seg
at eiga til góðar.
Legmaður sigur, at tað
er ikki óvist, at tað vera
ávísar broytingar í mun til
verandi skipan, millum
annað av teirri grund, at
Helst
endaliga .
umfarið
landsstýrið ikki tók hesar
samráðingar upp við ríkis-
stýrið longu í 1980/81 tá
hesar vóru avtalaðar.
— Tað er tí lítið at ivast
í at hendan skipan sum vit
nú kunnu fáa, verður eðr-
vísi skipan enn hana vit
kundu fingið tá, og í
summum førum kanska
ein verri skipan, um vit
bert hugsa i pengum, sig-
ur Atli Dam.k
Atli Dam er enn av teirri
áskoðan, at landsstýrið
átti at fara undir blokk-
stuðulssamráðingar longu
í 1980/81. Avtala varð
sø
gjørd millum donsku
stjórnina og ftásitandi
landsstýri, men tað lands-
stýrið, sum kom eftir,
avlýsti allar samráðingar,
og hetta hevur eisini kost-
að nakað, sigur Atli Dam.
— Tað hevur kostað inn-
an havnaútbyggingar og
tað kemur eisini at kosta í
samband við útbygging-
ina av sjúkrahúsverk-
inum, og hetta hevur eis-
ini seinkað ájourferingini
av pensiónunum í fleiri ár.
At samráðingarnar ikki
vóru tá sum ætlað hevur
eisini ligið sum ein mein-
bogi fyri ábótum á sosiala
ekinum nú, men í ár verða
hóast tað ávísar ábetur
gjørdar á hesum eki, sigur
Atli Dam.
tór.-
Frá samráðingunum
seinast. Frá vinstru: Ják-
up Lindenskov, Jógvan
Durhuus, Jóngerð Purk-
hús, Niels á Velbastad,
Atli Dam, Sigurd Poulsen,
Hilmar Kass, Niels P.
Danielsen, Klaus Herman
og Johan Djurhuus