hósdagur 19. februar 1987síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási?
tvamál?
“
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara
Vit eru til reiðar!
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og
einstaklingum í lýsingaspurningum Hetta verður
gjørt uttan meirkostnad fyri lýsaran
Býráðið i Havn fyrireikar
Miðbýarhús
Eftir ætlanini verður bygt millum Sjó-
mansheimið og Posthúsið. Landsstýrið
hevur givið prinsipiella tilsogn um stuðul.
Býráðið í Havn hevur nú
tikið eina gamla sak upp
úr skuffuni. Tað er byggj-
an av miðbýarhúsi við bý-
arbókasavni, sum talan
hevur verið um í mong ár.
Á vári 1983 gjerdi arki-
tekturin J.P. Gregorius-
sen eitt skitsuuppskot
hvussu ein tílík bygging
kundi fremjast, og tað
verður eftir hesi ætlan, at
býráðið nú fer undir at
loysa málið.
Eftir uppskotinum hjá
arkitektinum skal byggj-
ast millum Sjómansheim-
ið og Posthúsið og millum
parkeringsekið í gamla
kommunuskúlagarðinum
og Tórsgetu. Upprunaliga
var eisini ætlanin at fara
tvertur við Tórsgetu við
brúgv, og nýtt hús byggj-
ast vestan fyri Tórsgetu
Hetta er nú slept, soleiðis,
at bert verður bygt eyst-
anfyri.
Tingingar hava verið
millum býráðið og lands-
stýrið um byggistudning
og hevur landsstýrið nú
samtykt í prinsippinum at
jåtta byrådnum 50%
studning til hesa bygging.
Hesin stuðul verður latin
sambært legtingslóg um
fólkabókasevn. Henda lóg
sigur millum annað, at
fólkabókasevn, ið hava
meira enn 10.000 bekur,
eiga at hava egnan bygn-
ing áðrenn 10 ár eru liðin.
Hesi 10 árini eru fyri lang-
ari tíð síðani liðin síðani
býarbókasavnið hevði
hetta tal av bókum íleig-
aðu helunum, har tað
heldur til í dag.
Byrja í 1988
Málið um býarhús og
bókasavn hevur verið til
viðgerðar i mentamåla-
nevndini og nú er ætlanin
at seta serliga trymanna-
nevnd at fyrireika upp-
skot til bygging og pro-
jekt sum síðani verður
lagt fyri býráðið.
Ætlanin er, at gera hes-
ar fyrireikingar í so mikið
góðari tíð, at farast kann
undir sjálva byggingina á
vári 1988.
Hvussu endaligu tekn-
ingarnar koma at síggja
út er sjálvandi ikki greitt
enn, men teimum ætlan-
arkitekturin
um, sum
hevði við byggingini, er
talan um at byggja hús í
trimum hæddum, soleiðis
at parkeringsplássini við
Tórsgetu verða varðveitt
Umframt at bókasavn
og alt tað sum harti hoyrir
skal vera í húsinum, er eis-
ini ætlanin, at smærri
selubúðir skulu vera har
tór.-
Tekningin, sum J. P.
Gregoriussen, arkitektur,
gjerdi fyri býráðið í 1983.
Tá var eisini ætlanin at
fara yvir um Tórsgetu.
Hendan ætlan er nú slept,
so bygt verður bert eyst-
anfyri
Eftir øllum at døma verð-
ur miðbýarhúsið og býar-
bókasavnið bygt her.
Selubúðirnar, sum vóru
settar upp fyri hálvum
eðrum ári síðani mugu tå
víkja