leygardagur 21. februar 1987síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
v/Karl N. Hansen
Einum var hann
bangin fyri…
Í 4. eld livid ein biskuppur, sum vegna ótta-
leysu talu sína, kom at standa illa í eygunum
á Akradius keisara. Biskuppurin æt Johann-
es Krysostomus.
Keisarin spurdi ráðharrar sínar, hvussu
hann best kundi revsa biskuppin.
— Send hann í útlegd ! segði ein.
— Tak allar ognir hansara! segði ein ann-
ar.
— Set hann í fangahus! helt tann triði fyri.
— Nei, hálshegg hann ! rópti tann fjórði.
— Hetta nyttar einki, segði tann fimti. Tit
fara allir skeivir. Henda mann kunnu vit ikki
revsa soleiðis, sum tit siga.
Hann helt fyri við keisaran, at um hann
sendi hann í útlegd, so hevði hann Gud og
eydnuna við sær kortini. Tekur tú alla ogn
hansara, so stjelur tú bert frá teim fátæku, tí
hann gevur teimum alt. Setur tú hann í
fongsul, vil hann kyssa leinkjur sínar og lova
og prísa Jesusi fyri, at hann má líða fyri
heilaga navn hansara. Og hålshøggur tú
hann, so vilt tú við bert opna Himmalsins
grind fyri honum.
Ráharrin endaði talu sína við at siga, at
um keisarin vildi revsa hann harðliga, so
skuldi hann royna at lokka hann til at synda.
Tí biskuppurin er einans bangin fyri einum:
at synda ímóti Gudi.
14. februar fingu
Nina og Niklái Niel-
sen, Saltangará, ein
son.
15. februar fingu
Nomi og Edvard
Pauli Ejdesgaard,
Eiði, ein son.
15. februar fingu
Hallfríið Hansen og
Jåkup Martin Kjeld,
Nes, ein son.
15. februar fingu Sól-
fríð Jacobsen og Es-
mar F. Petersen,
Glyvrar, ein son.
13. februar fingu Elin
og Leivur á Torkils-
heyggi, Nesi, eina
dóttur. 16. februar
Sigga og Øssur
Christiansen, Vest-
manna, eina dóttur.
fingu
11. februar fingu
Katrin og Regin
Samuelsen, Tórs-
havn, eina dóttur.
Gudstænastur sexagesima
Havnar kirkja: Axel Tórgarð
Vesturkirkjan: Høgni Poulsen, altargongd
Nólsoy: Hans J. Joensen
Kvívík: Marjun Bæk kl. 12.00, altargongd
Vestmanna: Gerhard Hansen kl. 12.00
Gjógv: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd. Talvan gongur
fyri Guds orðs útbreiðslu.
Glyvrar: Jákup Kass kl. 11.00. Talvan gongur fyri
Sunnudagsblaðið.
Oyndarfjørdur: Peter Petersen kl. 12.00, altargongd
Fuglafjerður: Torkil Beder kl. 12.00
Klaksvík: Henning Begesvang
Hvannasund: Jógvan Johansen kl. 12.00
Servágur: David Johannesen kl. 12.00, altargongd
Skopun: Jákup R. Hansen kl. 16.00
Skálavík: Jákup R. Hansen kl. 12.00
Sandvík: Jónsvein Bech kl. 12.00, altargongd. Talvan
gongur fyri nýggja orglið.
Famien: Jónsvein Bech kl. 19.00
Hov: Bjarni Bæk kl. 12.00, altargongd.
Í Norðskála kirkju gongur talvan til frama fyri Sunnu
dagsblaðið
Skótagudstænastur
Sunnudagin 22. februar eru liðin 130 ár, síðani Robert
Baden Powel varð feddur og 98 ár síðani, kona hansara
Olave, varð fødd.
Robert Baden Powell stovnadi skótarersluna og eins
og vant verða skótagudstænastur á fødingardegi hans-
ara
Vit hava fingið hetta yvirlitið frá KFUM-skótunum:
Havnar kirkja kl. 19.30 fyri skótar úr Havn og av Argj-
um. (Petur M. Rasmussen prædikar).
Kvívíkar kirkja kl. 16.00 fyri skótar úr Kvívík og Kolla-
firði.
Eiðis kirkja kl. 16.00 fyri skótar av Eiði, Oyri og úr
Hvalvík.
Glyvra kirkja kl. 16.30 fyri skótar úr Runavík (Jákup
Kass prædikar).
Tveroyrar kirkja kl. 12.00 fyri skótar av Tveroyri og úr
Hvalba.
Vágs kirkja kl. 12.00 fyri skótar úr Vági.
Og mánadagin 23. februar
Fuglafjarðar kirkja kl. 19.30 fyri skótar úr Fuglafirði og
Leirvík
Christianskirkjan kl. 20.00 fyri skótar úr Klaksvík.
I ellum kirkjunum gongur talvan til frama fyri Føroya
Blindafelag.
Norea
Radio
Danmark
Millumbylgju 1467 kHz
kl. 19.30— 19.45.
Norskar sendingar eru á
stuttbylgju, 31 metra-bandi-
num hvenn dag kl. 8.00.
Mánadagin: >Om han tager, om han giver!<
Birger Pedersen hevur andakt.
Lystiliga prentar
í Gøtu, tlf. 41085
Frimerki
Walther Christiansen,
Lodsvej 31, DK-5270 Od-
ense N, vil fegin koma i
samband við frímerkja-
savnarar í Feroyum.
Vit gera hvat vit kunna -
og kunna tað vit gera
L i !
Óneyðugt er at skriva um orðið at liggja; men av
og á kemur undan kavi málbrúk, tá ið ikki ber til
at siga at liggja.
Ert tú ikki maður at standa, so ligg, hevur onk-
ur sagt í illsinni við ein annan mann, ið gramdi
seg um, at hann ikki var mentur at arbeiða.
Í einum blaði stóð um ein mann, at nú var hann
lagstur á song. Maðurin var lagstur í songini av
elli.
Kona, ið átt hevur barn, liggur á song
Latum okkum minnasti hesi vekru orðini, sum
vóru so vanlig. Vit taka tey úr Feðgum á ferð:
„Mamma bað prest gera so væl at koma oman
og avloysa meg, hon liggur so lágt.
„Ég ætli mær at liggja har norðuri,< segði kona
í Utvarpi Feroya. Hon hugsaði um legstaðin.
Bátarnir liggja fyri íla
Nú er vanligt at hoyra menn siga: >Vit ílaðu
upp.“
Tað man vera tað sama, sum vit hoyra við-
hvert, at skip liggja uppankrað
Båturin liggur fyri ila
Skipini liggja fyri akkeri
Sjukrahusini skulu liggja midskeidis i bynum
stóð í einari grein
Í greinini skuldi staðið: Sjúkrahúsið skal
tanda miðskeiðis í býnum
Utvarpshúsini liggja ikki í Gundadali. Utvarps-
húsið stendur í Gundadali
Onkur hevur tikið soleiðis til: >Húsini liggja
væl við ånna.«
Húsini standa væl við ánna. Húsini eru sethus.
Húsini standa hogt. Húsini standa illa. Húsini
standa væl.
Sv.T.
KFUM og KFUK
Sunnukveldið kl.
KFUK.
Evni: »Livsins djúpasti týdningur< í video og bókum.
(Frá Mariusystrunum í Darmstadt).
20.30 verður almennur fundur í
KFUK
' Samkoma teirra eldru við prestafólkunum Tórgarð
verður mánadagin kl. 15.00.
Ungmannadeildin hevur fund við Sólbjerg Mortensen,
ungdómsskrivara, mánakveldið kl. 19.30.
Vårgledi metir týsdagin kl. 16.00.
Læknavakirnar
Tórshavn: Krist-
ianna Nordendal, tlf.
12979, leygardag og
Kaj Kallsberg, tlf.
13150, sunnudag.
Eysturoy: Andreas
Suduroy (nordur): Tlf.
71560
Suðuroy (suður): Tlf.
73030.
Petersen, tlf. 41086,
Tannlæknavakt
Tórshavn
Bráðfeingishjálp
fæst í dag og í morgin
kl. 13.00 — 14.00. Tlf.
14544.
leygardag og Sigvald
Kristiansen, tlf.
41517, sunnudag.
Norðuroyggjar:
Steingrímur Weihe,
tlf. 55300
Vágar: Tlf. 32413