Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Allar avt ein Simun Rødan, sum Malan Simonsen helt fyri Herbjørg Wassmo i Finlandia- húsinum i Helsinki i gjårk vøldid. Bókmentanevndin hevur samtykt at veita Herbjørg Wassmo Norðurlanda bókmentavirðislenina í ár fyri skaldsøguna HUDLØS HIMMEL, ið er triði partur av skaldsegureðini um »tyskerungen Tora<. Tann mis- nýtta, ið fær styrki til at liva víðari gjegnum onnur. Skaldsøgan er ein óvanliga fjølbroytt lýsing av einum ungum kvinnusinni, skrivað á kenslusomum máli, og er samstundis beisk realisma. Í teimum báðum fyrru bókunum HUSET MED DEN BLINDE GLASSVERANDA (1981) og DET STUMME ROMMET (1983) verður greitt frá teimum sera ringu barnaárunum hjá Tóru á eini oyggj í Norður- noregi. Faðir hennara var týskur hermaður í Noregi í 2. heimsbardaga, men doyði áðrenn hon var fedd. Ingrid, mamma hennara, hevur seinni gift seg við Henrik, ið er fullur av undirlutakenslum og drekkur illa. Hann mis- nýtir Ingrid peningaliga og Tóru seksuelt. Ingrid ar- beiðir á flakavirkinum á oynni, Henrik arbeiðir av og á, men situr mest á drykkjustovuni, stundum verður hann óður og ólátaður. Lagið er altíð tungt og nívandi í hús- inum, tá ið hann er inni. Annars verður lítið talað bæði har í húsinum og í bygdini yvirhevur. So mikið betur gongur fólkatosið. Tey búgva í einum fyrrverandi rík- manshúsið, ið nú gongur undir navninum >Tusindhjem- met« og hýsir teimum, ið ringast eru fyri á oynni. At stjúkfaðirin hevur gjørt seg inn á Tóru hevur ført til. at hon er vorðin við barn, og HUDLØS HIMMEL byrjar við eini lýsing av Toru á veg heim til kamar sítt, har hon býr, meðan hon gongur í realskúla inni á megin- landinum. Vettirnar hevur hon mist burtur, og í rygg- sekkinum liggur ein træoysa og skramblar. Tað er vet- ur, kavi og bítandi kalt, og á vegnum liggja oksaeygu- blømur, tær eru allastaðni, hon gongur gjøgnum eitt hav av blómum. Tóra hevur fyri nøkrum døgum síðan átt barn, sum doyði stutt eftir, og nú hevur hon grivið tað. Tá ið hon ikki kemur heim at vitja um vikuskiftini ein heilan vetur, óra mamman og mostirin Rakul ilt. Á páskum fer mostirin at vitja Tóru: tá er ringur standur, men Rakul fær hana at siga sær alla ta ræðuligu seguna. Raku! fær hana at koma fyri seg aftur, so at hon kann halda fram í skúlanum, og prentar inn í hana, at hon ikki er sek í ti, sum hent er. Men ein spurningur, sum Tóra etur sær í bókini er júst, um hon ikki kortini er sek í, at barnið er deytt. Tóra kemur aftur fyri seg likamliga, men barnsburðurin og jarðarferðin vitja hana aftur og aftur í dreymum Í syrgjandi móðurfuglahami. Símun og Rakul umboða tað góða, kærleikan, um- sorganina og hugkætið. Tey eru tó barnleys, Rakul hevur ógreðiliga krabbameinssjúku. Tey eru einastu hjún á oynni. ið liva væl saman. Tey hava góð ráð, eru arbeiðssom, góð at heita á og gleðast við lívið og hvert annað. Tey hava syrgt fyri, at Tora slapp at ganga í real- skúla og gjalda fyri uppihaid hennara har. Øll henda vælferð skapar evund í tí lítla oyggjasamfelagnum, har Tóra verður skyrd »tyskerunge«, og Henrik setur eld á fiskavirkið hjá Símuni. Tóra identifiserar seg meira og meira við Rakul, bæði tí at tær tosa so fortróliga saman, og tí Tóra líkist Raku! so nógv — so nógv, at Símun undrast á. Tora hevur ongantíð kent seg trygga saman við Henrik. og nú vil hon ikki búgva heima hjá mammu síni og honum, tá ið hon hevur frí úr skúlanum. Hon heldur tí til á garðinum hjá Rakul og Símun. Men Rakul doyr í eini bátsvan- lukku. Tá ið hon er farin til gravar, tekur Tóra klæði hennara og gongur í teimum, verður til Rakul og heldur, at hon á tann hátt skal fáa mann hennara, men Símun fylgir ikki Tóru við inn í dreymar hennara. So við og við yvirtekur Tóra eisini lívssjónina hjá Rakul, sum er, at tey einsteku menniskjuni eru smálutir í tí stóra menn- iskjakroppinum. Sum segan líður, broytist Tóra. Eina staðni hugsar hon: »Tingene forandret seg visst mens en tenkte pá dem.< Nr. 23 — 24. februar 1987 Tá ið hon, eftir, at hon hevur átt, kemur út aftur á oynna í frítíðini og hittir Henrik, verður hon var við, at redd hansara er vekur at kalla. Seinni í somu fritid fer hon at hitta hann á máli og letur hann skilja, at Rakul veit, hvat ið hent er, og at tað er ein vegur hjá honum at bjarga sær: hann skal halda uppat at drekka og fáa sær eitt arbeiði. Hatrið verður til maktkenslu, hon: „Lo stille og lot seg overrisle av en mørk følelse av kontrol. Fullstendig kontroll. Over redslen. Den for- bannede redselen.« At enda hevur hon ikki bert óhuganligt tamarhald á sjálvari sær, men eisini á eðrum. At Henrik hevur gjørt seg inn á hana seksuelt forðar Tóru at geva seg til ein javnaldrandi drong, sum hon verður góð við. Himmalin hevur gjert himmalin húðar leysan og blóðugan fyri henni, og hana einsamalla Hun hadde ingen á dele seg med. Det var som om det gjorde henne til ingen. Likevel sto hon under den evige sola som blødde natta ut i havet. Himmelen ble gjennomtrukket i kanten av det. Tung. Som gjennom blødd gasbind. En himmel som ingen hud, ingen hender hadde.« Skaldsøgan endar á sama stað, sum onnur bók i rød ini, t.e. tá ið Tóra grevur barn sítt. Tað kundi verið líkt til, at Tóra nú er flýdd inn i vitloysið með alla og hevur lagt seg at doyggja — nú hon aftur er einsamall við vit- an síni. Hin vegin hevur Tóra sættað seg við Henrik, hon kennir, at hann er ein partur av kroppi hennara, og samanrenningin við mostrina kann fatast sum hennara ventilur. Eins og DET STUMME ROMMET endar eis- ini HUDLØS HIMMEL á eini dramatiskari hædd. »Vakrasta eg havi lisið um ein mann...« Eg eri sera hugtikin av HUDLØS HIMMEL og hin- um báðum bókunum í reðini. Tað, sum skarar framúr i bókunum um Tóru er eftir mínum tykki tann serligi blandingurin av realismu og poesi, ið gongur aftur í all- ari bókini. Lýsingin tykist autentisk, lesarin identifis- erar seg við Tóru og Rakul, og frásegufólkið er alvit- andi, ferðast frítt út og inn í tilvitanina hjá persón- unum, og vísir ellum sínum persónum trúskap. Í HUDLØS HIMMEL fær lesarin kagað inn í tankarnar hjá Henrik og fær styrkt sín varhuga av, at hann er eitt ólukkudýr. Tær fjálgu kenslurnar hjá frásegufólkinum fyri persónunum í skaldseguni fevna sostatt um øll, bæði tey hjálpsomu, tey kúgaðu og tey óndu. Sam- stundis lýsir tað myndríka málið tað, sum liggur uttan fyri realismurnar eki, tær ótilvitandi sinnisrerslurnar, sum peika frameftir. Skaldsegan rørir seg mest á tí innara lagnun-. Tóra livir í fantasi og ger fantasi til veruleika, við tað at hon identifiserar seg við Rakul. Hon hevur eina kladdubók, har hon plagdi at skriva søgur um ommu sína í Berlin, nú tekur hon hana fram aftur og fer at skriva um kenslur sínar og um longsul sín eftir einum himmali við húð, t.e. hennara ynski um at gerast heil. Vit fáa ikki at vita, um tað eydnast henni. og hennara listagávur bún- ast ikki, so at tær koma ikki til gagns. Líka so full sum segan um Tóru er av ræðslu, líka so heit er søgan um Rakul og Símun, sum fær góða rúmd í bókini. Lýsingin av Sinuni er eitt tað vakrasta, eg havi lisið um ein mann. Hann er veruligur, góður og heitur, men eisini plágaður av ótta og iva. Tóra brennir seg av hansara sólbrenda kropp: og armveddum, soleiðis at hon fær eina nýggja skomm at bera. Og Rakul sigur við Tóru »Alla skulle hatt en Simor « Herbiørg Wassmo ga t út yrkingasavnið VIN- GESLAG (1976). sum varð lýst sum »en associationer- nes rutebåd p d tingene«. Arið eftir ko fagnað. Hon hevur krigshetjurnar. Hon ei 1984. Hon hevur skrivað um til leikrit og skrivað mo fekk frambrot s hemmelige rejse mellem FLOTID, ið eisini varð væl ) eina bók um tær navnleysu r VEIEN Á GÅ og kom út i Segelfoss by« eftir Hamsum itvarpsleikir. Herbjørg Wass- tt, tá ið fyrsta skaldsegan um Tóru kom út í 1981. Hon skrivar um tey veiku og tey kúgaðu Søgurnar ganga fyri seg í Norðurnoregi, hadani hon sjálv kemur SKriva Við skaldsøgunum um Toru hevur Herbjørg Wassmc skapad verk, sum og lesi vid sama eldhuga, sum eg les skaldsøgur William Heinesens, »Kristin Lavrans datter« eftir Sigrid Undset og 4-binda verk Kerstin Ek mans um kvinnurnar og heksaringarnar. Sjåldan havi eg lisid eina skaldsøgu, id er so miskunnarleys og ber- søgin, og samstundis so heit og poetisk sum HUDLØ+ HIMMEL. É Í