Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

UG ———— Nr. 24 — 26. februar 1 987 FNU-ari aftaná endurnytslustevnuna: Føroyingar stovna nyggjan flokk — um javnadar- og tjóðveldisflokkurin í samgonguni ikki veruliga siga frá í teimum ovurhondsstóru náttúru- neyðtokum, sum teir hava lagt rygg til hesi seinastu árini. Hetta sigur Kári Thomsen, limur í endurnýtslubólk- inum hjá FNU. Hann heldur tað er í tokum tíma, at jaun- aðar- og tjóðveldisfólk vísa, hvønn lit tey veruliga hava, tá tað snýr seg um at verja okkara nåtturuumhvørvi. Fyri góðum átta árum síð- ani fór IRF í gongd við ar- beiðinum, hvers endamál var at virka fyri, at burt- urkast og annað órudd bleiv beint burtur. Ongan- tíð funnu IRF granskar- arnir hetta heilaga stað, ið nevnist burtur. Við einari elligamlari teknifreði um brenning og nógvum um- hugsni hjá landsstýris- manninum í kommunu- málum, Niels Paula Danielsen, eydnaðist at finna hetta stað, nevniliga Hagaleiti í Leirvík. Brúkt- ar vóru góðar 2 mill. krónur til kanningar- arbeiðið, og niðursteðan var brenniovnur. Upplýsing og kanningar Eingin upplýsing hevur verið frá IRF um rusk- málið. Og tó hava fólk kunnað seg við viðurskift- ini i eðrum norðanlondum, tí her varð arbeitt annar- leiðis við ruskspurning- inum. Hevuðstátturin var ENDURNÝTSLA. og hevði hetta nógvar fyri- munir í mun til ta gomlu brenningina. Ferð aftan á ferð var í dagbleðum og heilt einstøkum sjón- varpssendingum víst á, hvat hendi innan hetta mál aðrastaðni. Men IRF lætst ikki um vón. Tessvegna fór arbeiðs- bólkur í FNU í gongd við at skipa fyri upplýsing um endurnýtslu. Hetta ar- beiðið tók uml. eitt ár, og má sigast, at væl eydn- aðist. Arbeiðið er sum so ikki liðugt enn. Nú skulu kanningar gerast av negd og innihaldi í ruskinum í Feroyum, og royndir set- ast í verk við innsavnan av pørtum av ruskinum. Hetta skal so geva eina á- bending um, hvussu vit skulu halda okkum í mun til burturbeining av rusk- inum í framtíðini. Fyrilestur Nógv áhugavert varð fert fram av fyrilestrahald- arunum. Finnur Lútzen segði m.a., at roknast má við, at rottur, ið jú altíð finnast har, ið rusk er, nú fóru at koma til m.a. Sandoy og Nólsoy. Hetta er sera harmiligt, tí rott- an legst eftir lunda og eggum og heiðafugli, og eisini er hon smittuberari. Hetta hava sandoyingar neyvan hugsað um fór at verða avleiðingin av lima- skapinum í IRF. Eisini bleiv víst á ta vistfreðiligu ringrásina, ið er grundarlagið hjá okk- um menniskjum og ellum livandi verum. 90% kunnu nýtast aftur Áhugavert var at hoyra teir útlendsku luttakar- arnar. Eitt vóru teir á ein- um máli um, og tað var, at ruskið skuldi skiljast, áðr- enn nakað víðari varð gjørt við tað. Onkur helt, at ikki var gjerligt at sleppa heilt undan brenn- ing, men var treytin tá, at einki vandamikið rusk var í brenningini. Annar vísti á, at endurnýtsluparturin var upp ímóti 90% av rusknegdini, og tá átti eitthvort annað at verðið gjørt við restina, megu- liga deponering uttan- lands. Tað vandamikla ruskið er serstakliga battaríir, brotin termometur, evna- freðisligir løgir av nógv- um slag, plastikk og gummi, impregneraður vidur og matleivdir. Tað vandamikla stendst av, at brenningin framleið- ir klorgass, frå m.a. mat- leivdum, og dioxin og svåvul, og eisini seyra restir av kyksilvuri og eðr- um tungmetallum frá eskudunganum niður á helluna og verða víðari ferd við regnvatninum út í firðirnar. Haðani fara evn- ini víðari út í feðiketuna, og fáa vit menniskju tey vandamiklu evnini í okk- um, tá vit t.d. eta fisk og skeljadjór. Eiturevnini leggjast á graslendi og fara gjøgnum mjólkina og kjøtid i likam okkara. Vitloysi Uppá fyrispurning um neyðugt var við tveimum brennisteðum, nú Tórs- havnar kommuna hevði eina klára at taka í nýtslu, helt Anton Elmlund frá endurnytslufyritøkuni Gendan fyri, at tad var vitloysi ut yvir øll landa- mørk. Aðrastaðni royna myndugleikarnir at sleppa undan brennisteðum, og so ætla vit at byggja tvær góðar 150 milliónir. trúligt, so framskygdir okkara verkfreðingar og politikarar eru í hesum há- teknologiska samfelag. Nei, vit skulu heldur lagað okkum til eina end- urnýtsluskipan og taka upp samstarv við feløg, myndugleikar og persón- ar, ið liggja inni við týdn- ingarmiklum upplýsing- um og stórum royndum innan ruskspurningin. Anton Elmlund sópaði IRF ætlanina av borð- inum við at leggja fram konkreta ætlun/skipan fyri, hvussu vit kundu gjort. Eitt kanningarar beiði kostar góðar 100 tús- und krónur, og skitsan til eina alternativa rusk- skipan varð mett til uml. 600 túsund. Skipanin ella sjálut projektið kostar fyri alt landið uml. 20 mill. krónur, og fer raksturin at liggja á uml. 6 mill. um árið. Altso góðar 21 mill. krónur fyri at fáa eina loysn á: rusktrupulleik- unum. Hetta læt seg gera at fáa í lag innan fyri 2 ár. Tað lættasta at byrja við er at savna alt pappír og papp saman. Húsar- haldini eiga at bunta dag- blød og tílíkt reint pappír saman og leggja tað út til ruskstativið ella pappírs- konteynara, ið settur er til t.d. 10-20 húski. Tað sama kann gerast við glas, jarn og metall. Eftir er so mat- leivdir og annað lívrunnið evni saman við plastikki og beinleiðis vandamikl- um ruski, sum t.d. battarí o.t. Her skulu vit brúka tvey ruskílet. Eitt til lív- runnin evni og eitt til rest- ina. Tað lívrunna evnið er her sera áhugavert, tí vit kunnu framleiða methan- gass, hita og allarbestu teðini. Um vit ikki vilja tað, letur seg gera at tyrva á skynsaman hátt. Dentur varð lagdur á, at restruskið skal vera reinskað áðrenn tað TTT Kári Thomsen: — Vit mugu til at skipa fyri endurnýtslu av burturkastinum verður lagt í ruskposan. Hetta er fyri at lætta um skiljingina av innihald- inum, ið m.a. vil vera tóm- ar dósir, plastikkbjálving og onnur tílík evni. Innsavning Vit skulu hava eina skipan av ruskinnsavningini við serútbúnum bilum og kon- teynarum. Vit skulu fáa í lag avtalur við apotek, handlar og virki, ið fáast við vandamikil evni, um mótteku av brúktum lut- um og evnum. Vit skulu fremja skipanir á teim náttúrliga avmarkaðu økj- unum, sum t.d. Suðuroy, Sandoy, Vágar o.s.fr. og byggja móttekuhell til endurnýtslutilfar. Í Suð- uroy hevði t.d. ligið væl fyri at havt felags stød við Drelnes. Her er stórt eki tøkt, og liggur væl fyri at avskipa til endurnýtslu- virki í ellum norðanlond- um. Eisini skal stórt upplýs- ingararbeiði gerast um rusk, og hvussu fólk á besta hátt eru við til at fáa skipanina at virka. Hugsa vit longri fram í tíðina, eigur okkara ídn- aður og veruframleiðsla at leggja seg eftir tí, at ver- urnar skulu kunna brúk- ast aftur í víðari fram- leiðslu. Vegna meriút- reiðslur í eini vroyting í framleiðsluháttinum má roknast við, at framleið- ararnir verða trekir til endurnýtsluílegur, og mugu vit tí leggja trýst á og krevja av politikar- unum, at teir gera greitt, hver leiðin er, at bann kann setast, um fram- Siða / BI leiðslan ikki verður legd um. Tíbetur eru vit ikki við í EEC, og ger tað at vit í dag, um vit vilja tað, kunnu steðga ellum inn- flutningi av t.d. teim tús- undtals brennivínskass- unum, ið dálka okkara um- hvervi í stóran mun. Politikkur og svik At enda eigur at nevnast, at um javnaðar- og tjóð- veldisflokkurin i sam- gonguni ikki veruliga siga frå i teimum ovurhonds- stóru náttúruneyðtskum, sum teir hava lagt rygg til hesi seinastu árini, so skulu teir rokna við, at vit fáa ein nýggjan flokk, ið ikki ætlar at umsita og geva eftir fyri trýsti frá peningamonnum og eðr- um, ið renna erindi fyri hesar spekulantar. Fer- oyska arbeiðarafjeldin hevur merkt, hver ið skipar stýrið í letuni, og ivaleyst eru heilt nógvir veljarar, ið kenna seg vón- sviknar ferð eftir ferð, og fara at ivast stórliga, um tað yvirhevur er nakar flokkur á tingi, ið stendur við síni orð. So nú er í tøkum tíma, at javnaðar- og tjóðveldisfólk vísa, hvenn lit tey hava, um bert eitt vet av trúverdig- heit er eftir í teimum. Kári T.