Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 1987síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sjóvinnubankin ávarar: Hundraðtals milliónir grýttar í ivasom svartkjaftaprojekt — Viti Okkara banka eru álvarsliga bangnir fyri, at eitt eins stórt skrædl, sum tað, ið nú rakar farmaskipaflotan, um heilt stutta tíð fer at raka ein part av teimum nýggju skipunum til svartkjaft. Hetta er greiða og skelkandi niðurstoðan, sum neundin í Sjóvinnubankanum ger um útlitið hjá svartkjafta- vinnuni. Úrskurðurin hjá nevndini er soljóðandi: Svartkjaftavinnan „Henda vinnan hevur verið nógv umtalað 8-10 seinastu árini. Ikki er tað sert, at onkur hevur trúð, at tann føroyska menning- in innan fiskivinnuna kom at verða á hesum eki — og kanska er tað onkur, sum framvegis trýr hesum. Tey nógvu og dýru skip, sum framvegis verða bygd til hesa vinnu, mugu væl takast sum eitt prógv um, at tað framvegis er onkur, sum hevur ovur- honds stórt álit á svart- kjaftinum. Royndir hava verið gjørdar í nógv ár við, eftir vanligari metan, hóskandi skipum bæði til avreiðing á landi, til matna og til ídnað, og til framleiðslu av ymsum úrdrátti umborð. Úrslitini kenna vit øll — ella vit áttu at vita um hetta. Men framhaldandi verða bygd skip í stórum tali í 100 millióna-klass- anum til svartkjaft ! ! ! Man hevur loyvi til at spyrja um teir sum lata hesi skip byggja, fígging- arstovnar ella játtandi myndugleikar hava sett seg inn í allar tær royndir, sum gjerdar eru og sum eru miseydnaðar Hvat er veruliga farið fram? Hví eru úrslitini, sum tey eru? Er tað galið við veruni? Hvat er eðr- vísi við teimum nýggju, dýru skipunum? Hvat er tað, sum ger, at teirra úr- slit skal verða so nógv bet- ur, 0.s.fr., 0.s.fr. Hóast ávaringar frá sak- kenum, so verða hundrað- tals milliónir frá skatta- borgarunum grýttar í hesi ivasomu projekt, uttan nakra frágreiðing um sam- bandið millum tær roynd- ir, sum gjerdar eru, og tað, sum m an hevur í hyggju at gera. Vit í Okkara banka eru álvarsliga bangnir fyri, at eitt eins stórt skrædl, sum tað, ið nú rakar farma- skipaflotan, um heilt stutta tíð fer at raka ein part av teimum nýggju skipunum til svartkjaft. Tað er ófatiligt og stórt spell, at man skal leypa so framav, sum vit nú eru við at gera, til stóran ampa Nýggjasti svartkjaftatrolarin í føroyska flotanum er Raðhamar. Hann kostaði 88 mió. kr. Er tað m.a. henda trol- Nr. 24 - 26. februar 1987 Nevndarformaðurin í Sjóvinnubankanum er Birgir Dan- ielsen, sum eisini er stjóri á Feroya Fiskaselu fiskivinnuna sum Sjóvinnu- fyri heild, bankin. sigur TYGARA YNSKI — OKKARA UPPGÁVA BECKERS MALING Tel. 13657 . Tórshavn aran, ið nevndin í Sjóvinnubankanum sipar til, tá hon sigur, at vit kunnu vænta eitt skrædl í svartkjaftaflotanum? KØKSMIDSTØDIN Tif. 144