Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Úr Runavík Stóru bílarnir av vegnum av vegunum Runavíkar býráð arbeið- ir við at fáa politiviðteku um, at allir teir stóru bil- arnir ikki skulu standa á almennu vegunum í bý- num. Málið var fyri á bý- ráðsfundi hóskveldið. Dia P. Johannesen, bý- ráðsformaður, sigur, at bilarnir eru til stóran ampa. Tað er heldur ikki rætt, at dumparar og aðrir stóri bilar skulu standa parkeraðir á hev- uðsvegunum. Býráðið ætlar nú at fáa nekur eki til bilarnar. Ferðslunevndin hjá bý- ráðnum hevur víst á 3—4 eki, og nú skulu tekniska nevnd og havn- arnevndin gera ummæli. Dia P. Johannesen væntar, at býráðið á næsta fundi sínum kann avgreiða málið. randi Miðbýarhúsið kann nú byggjast Tórshavnar býráð sam- tykti á fundi hóskveldið, at miðstaðarhús við bókasavni skal byggjast í Tórsgetu millum Sjó- mansheimið og Posthús- ið. Býráðið valdi trí- mannanevnd, sum saman við arkitektinum J. P. Gregoriussen skal standa fyri byggingini. Í nevndina vórðu valdir Jan Christiansen, Arn- stein Niclasen og Heðin Mortensen. Í 1984 samtykti bý- ráðið at fyrireikast skuldi ein projektkapp- ing um byggingina, men nú er tann ætlanin slept. Arbeiðast skal víðari út frá tekningini, ið varð gjerd í 1984. At neyðugt er sum skjótast at byggja bóka- savn vóru allir býráðs- limirnir samdir um. Eis- ini at bókasavnið eigur at vera í miðbýnum. Tór- finn Smith segði seg kortini ivast eitt sindur í, um staðið var tað rætta at byggja á, men hann visti einki betri uppskot. Tórfinn Smith vónaði, at bygningurin ikki bleiv ov hegur og áleypandi. Roknað verður við, at arbeiðið kann byrja næsta ár. tíðindablaðið Kalt kriggj á Ikki betti tað um steðuna á Ellisheiminum í Havn, at álitiskvinnan og keks- leiðarin varð koyrd úr starvi fyri fýra vikum síð- an. Heldur tvertur ímóti. Ikki er stuttligt hjá teimum, sum hava somu áskoðan sum tann upp- sagda álitiskvinnan — at arbeiðsumsteðurnar mugu gerast betri, og at skil má fáast á ymisk við- urskifti á Ellisheiminum. Fyri at gera tað betri bæði fyri starvsfólk og búfólk. Kvinnurnar á Ellisheimin- um kenna seg ógvuliga ótryggar, og eingin torir at stíga fram av ótta fyri fylgjunum. Tær eru sum luft fyri fyristeðukvinn- uni, og tað kalda kríggið er hart, siga tær. — Tað var so órættvíst, at álitiskvinnan varð koyrd. Hon gjerdi einki uttan at bera fram sjónar- miðini fyri okkum, siga tær. Men tað eru onnur enn starvsfólkini, sum vita, hvussu ring viðurskiftini eru. Fólk, sum hava vitjað Ellisheimið, hava hoyrt málageipini frá fyristeðu- kvinnuni, tá onkur hevur staðið fyri skotum. Og harvið hava tey fingið váttað, at alt ikki er, sum tað skal. Starvsfólkini ivast ikki í, at ein orsek til uppsegn- ina er, at starvsf9olkini hava stevnt býráðnum eftir góðum tveimum milliónum krónum fyri len, sum tey halda seg eiga til góðar. Sum demi um óskil við- Ellisheiminum víkjandi len nevna tær viðurskiftini hjá fótarekt- ini. Lenin hjá henni er ikki regulerað síðan 1984, og sum lent eftir donskum sáttmála fær hon ikki Fer- oya-ískoytið, sum hon hevur rætt til. Tí málinum arbeiddi álitiskvinnan eis- ini við. Tær kenna seg illa sviknar av kommunala starvs- og tænastumanna- felagnum, sum enn ikki hevur tikið steðu. — Felagið átti at farið til botns á málinum, farið inn á Ellisheimið, har so nógv er galið. Meðan felagið einki ger, fær leiðslan loyvi til at traðka fólkið niður. Annars vita tær um fleiri onnur demi, har fel- agið hevur svikið. Summi eru fryst út, eitt árið varð ein skrivstovukvinna koyrd, tí hon var við barn, og nú varð teirra egna álit- iskvinna koyrd. Tað er ov galið, at felagið ikki ger vart við seg, halda tær. Og Lisbeth Petersen hevur enn ikki latið frætt- að frá sær. Hvussu kann hon, sum hevur ábyrgd av tí sosiala, hava samvitsku til einki at gera við steð- una á Ellisheiminum, spyrja tær. randi Torfinn til Poul eftir frågreiding um Ellisheimið Á býráðsfundi hóskveldið bað býráðslimurin Tórfinn Smith býráðsformannin Poul Michelsen um at fáa eina frágreiðing viðvíkj- andi uppsegnini av álitis- kvinnuni á Ellisheiminum. Tórfinn Smith segði seg hava varhugan av, at bý- ráðið bara hevði lurtað eft- ir eðrum partinum í máli- num. Býráðið hevur lýst starvið leyst aftur, um- sóknarfreistin er úti, og Tórfinn vildi hava at vita, um býráðið ætlaði at seta nakran í starvið, áðrenn viðurskiftini eru kannað. Poul Michelsen svaraði, at hann hevði havt fund við kommunala starvs- og tænastumannafelagið, og at starvið fór at verða sett. Men vildi Tórfinn Smith vita meira, kundi hann koma á skrivstovuna hjá býráðsformanninum og fáa eina frágreiðing. — Tað ætli eg mær at gera, tí sum býráðslimir hava vit einki fingið at vita um, hvat er fyrifarist á Ellisheiminum, sigur Tórfinn Smith. randi i Síða 3 Ur Fuglafirdi Miðstaðarokið skal vidkast Økid, sum Fuglafjarð- ar kommuna hevur lagt av til miðstaðarek- ið á Kambsdali, er ov lítið. Tí ætlar kommun- an nú at fáa broytt byggisamt, xtina, so- leiðis at eitt eki til al- mennar stovnar verður lagt aftrat miðstaðar- økinum. Tað fer at muna eitt sindur. Umsóknirnar til at byggja á miðstaðarek- inum eru nógvar, og kommunan heldur tað hava skund at fáa ekið víðkað, so fyritøkurnar kunnu byrja at byggja handlar o.a., ið skulu verða á miðstaðarekin- um. randi Ídnaðarstykkini verða bíligari Grundstykkini á ídnað- arøkinum á Kambsdali verða bíligari, enn Fuglafjarðar kommuna einaferð ætlaði. Á fundi týskveldið sam- tykti bygdarráðið, at fermetraprísurin skal verða 100 krónur. Fyri tveimum árum síðan var prísurin settur til 165 krónur fyri fermet- urin, men tað hildu fólk verða ov nógv, og tí av- gjørdi bygdarráðið at lækka prisin. Tað eru 16 grund- stykki á idnadarøkin- um á Kambsdali. Til steddar eru tey millum 1200 og 7.600 fermetr- ar. Seks av teimum eru longu umbiðin. Har verður ikki tungídnað- ur, mest tænastur sum bilverkstaður o.t. Trý eki hevur Fugla- fjarðar kommuna lagt av til sín sjálvs. Tvey til eitt kommunufjós, sum skal rúma gravi- maskinum og eðrum | frá kommununi, og eitt | til Fuglafjarðar havn, sum á Kambsdali skal hava hús til at goyma trol 0.a., sum annars hevði ligið á bryggjuni Fuglafjarðar komm- una hevur nú sekt landsstýrið um loyvi at selja grundstykkini. randi Svimjihylurin við Skúl- an á Oyrabakka læt uppaftur í gjár eftir at hann hevur verið stongdur síðani summ- arfrítíðina. Umvælingararbeiðið hevur tikið langa tíð, og bæði skúlabern og foreldur hava ótolnast Skúlastjórin á Oyra- bakka, Hans Erland í Svimja aftur á Oyrabakka Brekkunum sigur, at arbeiðið hevur tikið ; óvanliga langa tíð. | Millum annað tí, at so nógv arbeiði er hjá handverkarunum Dekkið kring sjálvan hylin er styrkt, membr- anur lagdur í, tí dekkið lak nakað, og haraftrat eru ilisar lagdar á tor.-