Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Teiefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Ábyrgdarblaðstjóri P/f Sosialurin Jan Miller Krisjan Dahi Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Térfirin Smith Kalmar Lindenskov P/f Sosialurin P/f Pressan 1981 Utgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfótk: ljósmyndari: Uppseting: Prent: Sinnisbati vísir vegin HESA seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyra um trupulleikar í psykiatrisku deild á Landssjúkra húsinum. Hvat orsøkin er til trup ulleikarnar kann vera ringt hjá leikmanni at fáa skil á, men úrslit ið er ið hvussu er, at ringt er at fáa manning til viðgerðina av sjúklingunum. Og tann sum fyrst og fremst følir sviðan av hesum er sjúklingurin sjálvur. MEN nú er felagið Sinnisbati komið við uppskoti um, hvussu hetta felag kundi hugsað sær at loyst áðurnevndu trupulleikar. Her er talan um eitt felag, sum hevur fingurin á pulsinum á hes- um øki, og tí er eisini vert at lurta eftir, hvat her verður sagt. OG loysunarorðið hjá Sinnisbata er desentralisering. Í veruleikan- um er als ikki neyðugt, at øll við- gerð fyri sinnisligar sjúkur eins og nú skulu fara fram á einum sjúkrahúsi. Uppskotið hjá Sinnis- bata er at leggja viðgerðina út í passalig sethús, sum fáa eitt hóskandi tal av viðgerðarfólki, sum kann samskipa viðgerðina við læknarnar á psyk. deild. Á HENDAN hátt ber til at skapa eitt heimligt umhvørvi hjá sjúk- lingunum, sum ikki kann fáast á einum sjúkrahúsi. Og kann hetta bert vera sjúklingunum til gagns. Samstundis kunnu sjúklingarnir vera so nær sínum heimliga um- hvørvi sum møguligt. Viðgerðin verður jú á hendan hátt løgd út um landið, og her kunnu vit fáa eina desentralisering, sum t.d. Kommunufelagið hevur virkað fyri. Skotið verður nevniliga upp, at tað verða kommunur sum út- vega húsini og heilsuverkið sum ber sjálvan raksturin. Á hendan hátt verður tað ein rættuliga yvir- komilig uppgáva at flyta hendan partin av viðgerðini ut á bygd. Og hetta verður ein bygdamenning, har tað fyrst og fremst er upp til kommunurnar sjálvar, í hvønn mun hon skal verða framd. SINNISBATI mælir eisini til, at meguligt skal verða at fáa ambul- anta viðgerð fyri sinnisligar sjúk- suðrir hann bru e hei fyri at fáa vidge minni enr a hav læknamitostø skjótt á hvørjum tang bøta um servisuna otvegis sjúklingum. Tað skuldi sera væ kunnað latið seg gjørt at læknar nir á psyk. deild fáa fastar viðtalu tíðir á teimum ymsu læknamið- støðunum. SINNISBATI hevur eisini ná- greiniligt uppskot um distrikts- psykiatri, t.v.s. viðgerð av sinnis- liga sjúkum í heiminum. Mett verður, at hetta eisini kann fara at minka um innleggingar. EISINI verður mælt til at útvegað- ir verða meguleikar fyri arbeiði hjá brekaðum, og uppskot er eis- ini um hvat kann gerast fyri psyk- otisk børn og ung. Hetta er ein lít- il bólkur, sum kanska fólk vanliga ikki gera sær so nógv far um. Men hjá teimum avvarðandi eru trupulleikarnir so mikið sterri, og eiga vit eisini har at lurta eftir Sinnisbata. SINNISBATI er eitt felag sum vit hvat tað tosar um. Hetta felag rekur ein bústovn, har sinnisliga sjúk fólk kunnu búgva ístaðin fyri at vera á sjúkrahúsi, og tað sigst at royndirnar av hesum eru sera góðar. Og tað er út frá hesum royndum at Sinnisbati hevu sett fram hetta uppskot. VIT fara at mæla til, at landsstýrið beinanvegin loftar hesum upp- skoti. Summi av tilmælunum kunnu setast í verk við heilt stutt- ari freist. Vanliga merkja uppskot um nýskipanir eisini eyka út- reiðslur. Men soleiðis er ikki her. Í tann mun gingið verður eftir upp- skotinum hjá Sinnisbata, tess lægri verða útreiðslurnar hjá sam- felagnum. SO tað er bert at fara til verka og at taka Sinnisbata við uppá ráð. +. | A OS STONES ILLS: Formaðurin í IRF Nr. 25 28. februar 1987 Jógvan Isaksen | sum fíggjargandakallur Formaðurin í ÍIRF Jógvan Isaksen tvi- heldur framvegis um KOSin8goGarmeting hja Il noasi henda ht samanii: må er «tor Arligar útreiðslur fyri IRF ekið 3,1 mill. kr. Kostnaður í dag:5,1 mill. kr. (Innsavn- an * koyring kostar í dag 5,1 mill. kr. árliga, hon verður drivin av framúr dugnaligum og idealistisk- um monnum) + yrir ROY 2 Drift av 6 ruskplássum: 484.000 kr., t. v. s. 81.000 kr. fyri hvert ruskplássið. (Bert sjálvur Fossdals- bakki í allari sínari elend- igheit kostar í dag 400.000 kr. árliga). Drift av brennistødini 1,2 mill. kr. årliga. (Hetta dekkar kanska lønina til starvsfólkið á brennistød- ini. Brennisteðin í Havn er mett at kosta 3 mill. kr. ár- liga í rakstri) Kann nakar feroyingur slúka slíkum rátt ? »Tølini = hava verið gjøgnum hendurnar á fleiri fakfólkum<, møsnar Jógvan Isaksen í Dag- blaðnum fyri nøkrum deg- um síðan. Talar maðurin í svevni ella gongur hann í ørviti? Ein og hver kann síggja at hesi tel hava einki sam- band við veruleikan, og formaður IRF's ger heldur ikki í síni jánkasligu sam- reðu við Sosialin 19.02.87 nakra roynd at vísa at her er nakað samband við veruleikan. Hann leggur sum altíð einki ítekiligt fram, sum kann prógva, at talið 500 kr. pr. íbúgva um árið er rætt. Og hetta hev- ur hann ongantíð gjert. Bara sama júkið um mongu útrokningar IRF's. Ábyrgdin Men á herðum Jógvan Isaksens hvílir í hvussu er tann stóra ábyrgd, at sannleikin kemur fram í hesum máli. Tað ger hann ikki nú. Og spurningurin er tí: Er Jógvan lsaksen ein ábyrgdarloysingur, ella er hann naivur og óvitandi og bara eitt ekkó av illu- sjónsleysum kynikarum, sum sita aftanfyri og teska honum í oyra. Hvussu er og ikki, hans- ara er ábyrgðin. Men hvussu langt rekk- ur henda ábyrgd? Verður Jógvan Isaksen og restin av IRF-leiðsluni at standa til svars fyri nekrum? Eitt er givið, at tá rokn- ingin skal gjaldast, sum verður nógv sterri enn IRF hevur fyrigyklað fólki, so verður hon send til skattaborgararnar. Tað verða teir, sum mugu bleða. IRF-leiðslan betalir ikki meirkostnaðin, teir verða ikki drignir til svars nakrastaðni, so teir kunnu svara fyri tað teir hava gjørt, og neyvan fara vit at uppliva at Jógvan Isak- sen trínur fram á pallin av sínum eintingum, sum tann angrandi syndarin. Spurningar til formann- formannin í IRF, Jógvan Isaksen Tí vil eg beint nú krevja at Jógvan Isaksen svarar hesum spurningum við- víkjandi egnu telum IRF's. 1. Hvussu kunnu tit i IRF savna ruskið inn fyri 3,1 mill. kr. um ár- ið, tá innsavningin í dag kostar 5,1 mill. kr. og verður rikin av burt- urav røskum og dugna- ligum monnum ? kunnu 2. Hvussu tit driva 6 ruskplåss fyri uml. 80.000 kr. pr. stk. árliga, tá skrímslið Fossdalsbakki kostar 400.000 kr. árliga at dríva? Hetta eru bert útreiðs!- ur til sjálvan bakkan og har verður so sanni- liga ikki oyðsla við nekrum. 3. Hvussu kunnu tit IKF klára at dríva brennisteðina fyri 2,1 miil. kr. um árið, tá ið tann í Havnini, ið hev- ur júst somu stedd, verður mett at kosta 3 mill. kr. um árið í rakstrarútreiðslum ? Hvussu kann hetta lata seg gera, tá tit á brennisteðini skulu hava nekur fólk í ar- beiði, og tit skulu gjalda eina oljurokning uppá meira enn % mill., kanska fleiri milliónir krónur, eina elrokning uppá meira enn '% mill. kr. o.s.fr. 0.s.fr. Um tú, harra Jógvan Isak- sen, er ferur fyri at greiða mær frá hesum gátufera samanhangi, so mást tú av sonnum sigast at vera Feroya stersti fíggjar- gandakallur. Eg og fleiri við mær bíða í stersta spenningi eftir svari. Jóannes Eliasen