leygardagur 28. februar 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— grundað á
vit og skil
ella á heilaspuna
Henda yvirskrift stóð at
lesa í Dagblaðnum hin 28.
oktober 1983, og sipar hon
sambært Óla Breckman til
teir grenu og reyðu um-
hvervisdemagogarnar ið
bert hava eittans í bolla-
num, nevniliga at prædika
dómadag, forða ídnaðar-
menningini og máað steði
undan ellum privatum
fyritakssmei og so syrgja
fyri sjálvir at fáa eitt gott,
mergja bein at gnaða av.
Øll kenna Óla Breckman
og hansara ultrahegra-
vendu áskoðan. Synda-
bukkar eru sera góðir fyri
at rættvísgera seg sjálvan
og úteftir vísa sínum við-
haldsfólkum at hasir eru
teir brúnu hundarnir.
Ikki hevði eg nakrantíð
ætla at brúka tíð og kreftir
til at skriva og vísa á hin
Breckmanska heilaspun-
an, men mark er jú fyri øll-
um.
Sambært O.B. er alt
umhvervistos bert ein
dilla ella eitt mótafjas, ið
tók seg upp í 1968, og var
endamálið at leypa ræðslu
á vanlig fólk, at rudda slóð
fyri størri skrivstovu-
veldi, og harvið at vinna
sær alment starv, sum
varðhundur hjá hverji vill-
dunnu, mosatúgvu,
maðkapirru og amebu.
Umhvervisman er aka-
demiskur heilaspuni úr
enda í annan, og fólki aft-
anfyri eru m. a. pedagog-
ar, sosiologar, arkitektar,
journalistar (frá serstak-
liga vinstrapressuni), list-
arfólk (tey progressivu),
studentar og ikki minst
biologar.
Í oddagreinini hjá Ó! B.
frá 20. februar í ár kemur
antiumhvervisurin = enn
og forsprákari tí óstýriliga
peningavaldinum enn
einaferð inn á hetta tos í
samband við ruskmálið. Í
einari sera ósakligari og
tverrandi argumentatión,
ið fult og heilt avdúkar
myrkasta heilaspuna á
hægsta stigi, leggur blað-
stjórin eftir formanninum
í FNU fyri hansara úttal-
ilsir í sjónvarpinum fyri
stuttum um alternativar
rnekviAverÅir
Ó.B. grópar í odda-
greinini runt í vanærandi
lýsing av formanninum og
leitar fram samanberingar
við tað ferðsliga Jerusa-
lem, puritanska framferð í
sosialistiskum londum,
dálking í Hamburg og
Dares-Salam og hvussu
samfelagsins sjálv-út-
nevndu pínslaváttar á
endurnytslustevnuni skul-
du buka meiniga mannin
um einastu røttu læru um
ruskvidgerå.
Satt at siga ein Breck-
mansk sugga av format.
Um nú Óli hevði kunnað
seg eitt sindur um rusk-
og burturkasttrupulleikan
og verið við til — sum øll
hini dagbleðini — at upp-
lýsa fólk um hetta vanda-
mál, so hevði hann megu-
liga ikki vassa út har hann
druknar ella kvalist í
óhumsku.
Til kunning kann eg for-
telja Ó. B., at umhvervis-
arbeiðið í FNU og ellum
eðrum tilikum feløgum í
eðrum londum, hevur sum
fremsta endamál at verja
og varðveita vakurleikan í
óspiltari náttúru og um-
hvervi. Eisini at breiða út
kunnleika manna millum
um, at ein lívsháttur í ídn-
aðarlondum við steðugt
vaksandi nýtslu skapar
vistfreðiliga úrskeping og
tí má broytast, skal eftir-
komarum okkara vera lív
lagað.
Hetta merkir ikki, sum
Ó.B. annars roynir at
leggja tað fram, at FNU
setur føtur í spenni móti
Kári Thomsen
ellum framburði í landi-
num, við undanferslu í
náttúruvernd.
Allur framburður bæði
innan ídna og menning í
samfelagnum sum so, skal
hava allarbestu umsteður
at arbeiða og liva í, men
ansast skal eftir, at stødid
ikki verður måad undan
samfelagnum og teim
grundleggjandi treytu-
num fyri framhaldandi
vekstri.
Her kemur ruskspurn-
ingurin sum eitt demi inn í
myndina, vegna ta ein-
føldu orsøk, at okkara
vistfreðiliga skipan sum
jú er treytin fyri víðari lívi
á fold, verður brotin niður
av eini vaksandi og meiri
vandamiklari dálking.
Okkara interkommunali
ruskfelagsskapur, IRF, ið
skal bera so í bandi, at
rusk verður burturbeint
og dálking av umhvervi
heldur uppat, hevur í heilt
nógv ár belt á brennistød-
arloysnini meðan onnur
lond hava kunna fólk og
arbeitt seriøst við eðrum
ruskviðgerðarháttum
Tá IRF eftir óteljandi
óbeinleiðis áheitanum ikki
lætst um vón, at aðrar
leiðir meguliga vóru hugs-
andi, tók FNU stig til at
skipa fyri eini upplýsing
um ruskspurningin. Fleiri
útlendskir serfreðingar frá
Nr. 1 = 4. január 1986
almennum sum privatum
stovnum komu til Føroya
og greiddu teir fólki ið
hevði við hetta mál at gera
frá hvussu gekst aðra-
staðni.
Til staðar var ikki ein
einasti IRF-limur, sjálvt
um teir hevdu fingið bæði
munnliga og skrivliga inn-
bjóðing. Enntá bleiv
stevnan útsett eina viku,
tí IRF var í óvissu um
hver og hvussu hetta til-
tak skuldi viðgerast. Ann-
ars vóru fleiri series fólka-
floksfólk til staðar, líka-
sum lærarar og skúlanæm-
ingar, og journalistar frá
teimum seriøsu bleðunum,
og fólk ið hevdist við rusk
og burturkast í tí dagliga,
vístu tiltakinum stóran
ans.
At enda skal sigast at
tiltakið bleiv stuðla av pri-
vatum, tí almenna, Fiska-
seluni og fleiri handils- og
vinnuvirkjum, tí hesi vita
at tað tað snýr seg um bú-
skaparliga m.a. er at vit
veruliga kunnu siga
„clean quality =.
Kári Thomsen
SETIFÓLK
Vit sóknast eftir dugnaligum setifólki til
at byrja sum skíótast.
Setimaskinurnar
Compugraphic.
eru av slagnum
Tíðindablaðið SOSIALURIN
Postsmoga 76 + 110 Tórshavn
Tlf. 11820
A
A