leygardagur 28. februar 1987síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22
Eitt ljós
a
getu mini
a
v/Karl N. Hansen
Samgrógvin við
Kristus
Tí at eru vit vorðin samgrógvin við
hann í líkingini við deyða hansara, tá
skulu vit eisini verða tað í líkingini
við uppreisn hansara.
Róm. 6, 5.
Um deyðan talar Paulus. Og um uppreisn-
ina. Eisini um dópin. — Í dópinum fáa vit fel-
ags lagnu við Kristus, verða eitt við hann,
eru óskiljandi frá honum, bæði tá ið vit
doyggja, og tá ið vit rísa upp frá deyða.
Tá ið allir okkara tankar og allar okkara
fyrimyndir eru farin í sor, stendur ein eftir —
Kristus, Kristus einsamallur. Niður í dóps-
ins vatn hvarv mín skuld. Til hansara eri eg
doyptur. Til hansara eri eg risin upp at liva
saman við her, tá ið eg kom upp úr aftur
dópsins vatni. Og til hansara skal eg rísa upp
— til ævigt at liva við honum.
Luther sigur: >Við himmalsins portur
einaferð meti eg Mósesi, og hann sigur
strangt: Hevur tú hildið mína lóg? — Tá
svari eg: Ja, eg kenni tína lóg. Hon hevur
jagstrað og rætt meg, so eg at enda ikki visti
onnur ráð enn at flýggja til Kristus. Har
fann eg lógina uppfylta. — Og Móses svarar:
Tú hevur skilt mína lóg rætt. Hon leiðir til
Kristus. Og — millum okkum sagt — sjálvur
eri eg komin higar á sama hátt !«
Guds sterka, stranga lóg vendir okkum
aftur — soleiðis skal tað vera. Men Kristus
vendir lógini aftur — soleiðis er tað.
Men Guds-gávan í dóps-vatninum kann
leka burtur úr einum mannalívi. Her kunna
vit nevna tveir hættir, hvussu hetta kann
henda.
Annar er, hvar ein ikki semist við tann, ein
er komin til ilnar við — hver av pertunum
tað so var, sum birti klandrið í. Av rettum
sigur Augustin: — >Hevur onkur gjert tær
ilt, so skunda tær at fyrigeva honum, so at
ikki tvey ill menniskju verða burtur úr ti.«
Hin er, har Guds góðska gerst húsvill. Tað
er, tá ið tú semist við tína synd í staðin fyri
at semjast við Gud. Har hvar eg semjist við
mín egna ónda vilja í staðin fyri at leita eftir
friðinum í Guds góða vilja.
Harri — takk, at tú aldri sjálvur vilt skera
okkum frá tær! Lat okkum altíð vera grógv-
n saman við teg.
Nr. 25 — 28. februar 1987.
Gudstænastur í føstuinngangi
Havnar kirkja: Inge Tranholm-Mikkelsen, altargongd.
Talvan gongur fyri Ytrimissión.
Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre
Hestur: Høgni Poulsen
Kaldbak: Axel Tórgarð
Kvívík: Marjun Bæk kl. 12.00
Vestmanna: Gerhard Hansen kl. 12.00
Hvalvík: Martin R. Jacobsen kl. 12.00, altargongd
Eiði: Emil Olsen kl. 11.00, altargongd. Skála
streingjakór syngur
Sjóvar kirkja: Peter Petersen kl. 12.00
Elduvík: Torkil Beder, altargongd
Nes: Jákup Kass kl. 11.00
Klaksvík: Elsa Funding
Svínoy: Jógvan Johansen kl. 12.00
Miðvágur: David Johannesen kl. 12.00
Skúvoy: Jákup R. Hansen kl. 12.00, altargongd
Tveroyri: Jónsvein Bech kl. 12.00, barnagudstænasta.
Talvan gongur fyri sunnudagsskúlan
Leiti: Bjarni Bæk kl. 12.00, altargongd
Í Sandavágs kirkju gongur talvan til frama fyri kirkj-
una
DMS-ringurin
Fundur vid Inge Tranholm Mikkelsen, presti, i dag kl.
17.00.
KFUM og KFUK
Sunnukveldið kl. 20.30 verður i KFUK almennur fund-
ur við Inge Tranholm Mikkelsen, presti.
Samkoma teirra eldru
verður í KFUK mánadagin kl. 15.00: pottasláing.
Norea
Radio
Danmark
Millumbylgju 1467 kHz
kl. 19.30—19.45.
Norskar sendingar eru á
stuttbylgju, 31 metra-bandi-
num hvønn dag kl. 8.00.
Mánadagin: »Hvad gavner det at vinde. . ?«
Temasending hjå Jens Erik Rasmussen.
Tysdagin 24. mars sendir Norea Radio Danmark fyri
seinastu ferð á millumbylgju 1467 kHz. Orsøkin er
vánalig fíggjarsteða. Samstundis eru komnar nógvar
kristnar útvarpssteðir í Danmark og tær hava sjálvandi
ávirkað lurtaratalið hjá Norea. Hesar senda á FM og
hoyrast betur enn sendingarnar hjá Norea á MB. Men
lurtararnir hjá Norea Radio Danmark verða ikki heilt
sleptir upp á fjall. Frá 1. apríl ber til at lána bond við
andaktum. Samstarv er eisini byrjað við lokalar út-
varpssteðir, sum fáa sendingar frá Norea. Og annað
virksemi hjá Norea heldur fram óskert, eitt nú ytri-
missiónsarbeiðið. Norea sendir á stuttbylgju til Rum
enia, Etiopia og Kina
Læknavaktirnar vigar:Tif 32 413
Tórshavn: Alvur av Suðuroy (norður): Tlf
Kák, tlf. 125 57, leyg- 71 560
ardag og Selvi W. Ol- Suðuroy (suður): Tlf
| sen, tlf. 16611, 73030
sunnudag
Eysturoy: Pól Johs. í
Horni, tlf. 44038, Tannlæknavakt,
leygardag og Pól Ol- Tórshavn
sen, tlf. 47 010, mm
sunnudag. Brådfeingishjålp fæst
í dag og í morgin kl
13.00—14.00
Tlf. 145 44.
Norduroyggjar: Olav-
ur Gaard, tlf. 5 69 00.
At finna utav
Eingin ivast i, at hesi orðini, at finna útav, eru
beinleiðis tikin úr donskum máli og umsett orð
fyri orð; men tað verður ikki føroyskt at siga so-
leiðis.
Vit hoyra so ofta tikið til: >Ég finni ikki út av
tí. Tá stendur fast. Eingin glotti er at hóma.
Tá ið skúlanæmingar sita og gera sín skúlasetn-
ing, tá siga teir ofta: »Eg finni ikki út av hesum.
Hvussu skuldu teir so sagt?
Rokna teir, og tað stendur fast, so duga teir
ikki at rokna stykkið. Tað kann vera, at teir duga
ikki at skriva stílin. Teir duga ikki at umseta. Teir
duga ikki at svara spurningum.
Í einum broti stóð beinleiðis skrivað: Stjørnu-
freðingar hava roynt at finna út av mannalagnum
eftir stjørnunum.
Skuldu vit hugsað á føroyskum, so høvdu vit
sagt: Stjørnufrødingar hava roynt at lesa manna-
lagnur í stjørnunum, ella týða mannalagnur í
stjørnunum.
Ein drongur stóð við einari fløktari línu; so sig-
ur hann: Eg dugi ikki at finna út av hesi fløkjuni.
Drongurin kundi sagt: Eg dugi ikki at greiða
hesa fløkjuna.
Í einum blaði stóð: Nógv ung finna ongantíð út
av at tilpassa seg í lívinum.
Man tað ikki vera so, at nógv ung duga ikki at
laga seg eftir viðurskiftunum.
Drongurin skundaði sær at finna út av, hvat ið
hekk í trænum.
Drongurin skundaði sær at fáa greiði á, hvat
hekk í trænum.
Tá hevdu teir ikki funnið út av, hvussu ið filmir
skuldu verða gjørdir.
Tá vistu teir ikki, hvussu ið teir skuldu gera
filmir.
Vit kunnu siga um okkurt, ið torfert er at fáast
við:
Eg fái ikki greiði á tí.
Eg fái skil á tí.
23. februar fingu Alv-
ilda og Jógvan Elia
sen, Klaksvík, ein
son.
23. februar fingu
Margretha og Ludvík
Petersen, Tórshavn,
eina dóttur.
25 februar fingu
Y Signhild og Rasmus,
b Miðvágur, eina dótt
Ja AL ur
25 februar fingu
13 februar = fingu Eyðdis Eidesgaard
Marianna Hansen, "Og Baldvin Baldvins
Kollafjørdur, og Pet son, Tórshavn, eina
ur G Gullaksen, dóttur
Hattarvík, eina dótt
ur 25. februar fingu
Hanna og Andreas
21. februar fingu Sól Hvannastein, Kald-
fríð Danielsen og Þak, ein son.
Andrias Hammer,
Tórshavn, eina dótt 25. februar fingu
ur Joan og Grækaris,
Leynar, ein son.