Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Skil má fáast á Ellisheimið og tí hevur Jastrud Clementsen sett seg uttan fyri Ellisheimið, til álitiskvinnan er komin aftur í starv Tórshavnar býráð letst ikki um vón, sjálvt um átta fakfelog og fólk í hópatali saman við Jastr- ud Clementsen krevja álit- iskvinnuna aftur í starvið á Ellisheiminum. Vanlig fólkaligheit hjálpir lítið, tá mótpartur- in er Tórshavnar býráð. Og Tórshavnar Kommun- ala Starvs- og Tænastu- mannafelag er líka lítið vert sum einki fakfelag. Tað hevur ein stórur partur av starvsfólkunum á Ellisheiminum sannað. Og fríggjadagin var tolið hjá varaálitiskvinnuni Jastrud Clementsen uppi. Tá avgjerdi hon at seta seg uttan fyri Ellisheimið í Havn sunnudagin, og har vildi hon sita, til álitis- kvinnan fekk arbeiði sítt aftur. Álitiskvinnan varð uppsegd fyri einum mán- aði síðan. Hverjir hesir samstarvstrupulleikar eru, er ongantíð komið fram alment. Jastrud var ikki einsa- mell sunnumorgunin klokkan sjey, tå hon setti seg uttan fyri Ellisheimið. Maðurin stóð við hennara lið, og eisini komu fólk úr eðrum fakfeløgum og onn- ur, sum vildu vera við at mótmæla, at álitiskvinnan varð koyrd uttan nakað. Summi høvdu bara eina løtu — onnur blivu við Ell- isheimið meginpartin av degnum ella vitjaðu aftur og aftur. Summi komu á veg til arbeiðis, onnur frá arbeiði. Jastrud var sjálv í góð- um hýri. Nógv hevur stað- ið á henni hesar fýra vik- urnar, tí einki er komið burtur úr teimum nógvu fundunum, ið hava verið millum Tórshavnar býráð og nevndina í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag. Jastrud avgjedi at seta seg, og so fekk hon at síggja, hver stuðulin varð. Jastrud útgjerdi seg til at sita leingi; hvussu leingi dugdi hon ikki at meta um. Allan sunnudagin komu fólk til Jastrud. Summi stuðlaðu við orðum, onnur komu við teppum og klæð- um, flamingoplátum at sita á, kaffi, suppu og ødr- um mati, góðgæti o.s.v. Ein kona gav henni sítt regnskjól, tá tað móti kveldi enn eina ferð fór at regna. Nekur av fólkunum, sum komu, kendi Jastrid, men tey flestu hevði hon ikki hitt áður. Á middegi kom ein genta við eini rósu, síðan ein ungur mað- ú við blómutyssi, og seinni komu aftur blómur. Neyvan nakrantíð hev- ur so nógv ferðsla verið í Hammershaimbsgetu sum sunnudagin. Ellis- heimið var útferðarmálið hjá teimum, sum koyrdu sunnudagstúr. Nekur bara fyri at forvitnast, men sjálvt um tey ikki steðgaðu á, sendu fleiri heilsu við at veittra ella rópa nekur fløvandi orð. Eingin ivi er um, at tey, sum búgva á Ellisheimin- um, eru góð við Jastrud og hennara felagar. Fleiri teirra komu út á trappuna til hennara, kroystu hana í hondina ella mussaðu hana á kjálkan. Ein stakk henni ein pakka við góð- gæti í hondina. Tey eldru hava eisini ilt við at skilja, hví álitiskvinnan varð uppsegd. Bæði fakfelagsfólk og onnur komu heilt av bygd fyri at vísa Jastrud sín stuðul. Tórshavnar byråd er hægsti myndugleiki yvir Ellisheiminum í Havn. Men ikki er líkt til, at allir býráðslimirnir eru líka nógv sinnaðir at greiða flokjuna á Ellisheiminum. Sunnudagin vóru bara tríggir býráðslimir og heilsaðu upp á Jastrud. Tað vóru Tórfinn Smith, Leivur Johannesen og Ingi Mohr. Allir í minni- lutanum í býráðnum. — Vit vita líka lítið sum onnur fólk í býnum. Gjegnum býráðið fáa vit einki at vita, segdu teir og skrivaðu undir stuðuls- skrivið. Við at spyrja fólk við tilknýti til Ellisheimið, hava teir kortini fingið eitt og annað at vita. Tær upplýsingarnar gagna av- gjørt ikki leiðsluni og bý- ráðnum, segdu Tórfinn Smith og Leivur Johanne- sen, sum báðir vitjaðu Jastrud aftur og aftur sunnudagin. Mitt á degnum kom Poul Michelsen, býráðs- formaður, út á Ellisheim- ið. Ikki fyri at hitta Jastr- ud; uttan at heilsa smeyg hann sær inn um dyrnar. Og nakað seinni kom Ron- ald Poulsen upp á sama máta. Hetta var ikki sosi- ala nevnd, sum vitjaði Ell- isheimið, tí Leivur Jo- hannesen og Ingi Mohr eru báðir nevndarlimir, og hvergin teirra hevði fingið nekur boð. Poul Michel- sen og Ronald Poulsen komu ikki fyri at hoyra sjónarmiðini frá teimum nógvu, sum stuðla Jastr- ud. Inni á Ellisheiminum hevdu teir fund við fyri- steðukvinnuna og tríggj- ar, sum stuðla henni. Hvat hendi á tí fundinum, fekk eingin nakað at vita um. Allan dagin varð gitt, hvat Tórshavnar býráð nú fór at gera. Mundu teir fara at lata Jastrud doyggja úti í kulda? Munnu teir ikki nú vilja lurta eftir báðum pertum? varð spurt ferð eftir ferð. — Og hvar er Lisbeth Pet- ersen, forkvinna í sosialu nevnd? Nú átti hon at víst seg sum eitt rætt konufólk og stuðlað sínum kynsfeløgum, sum vilja hava skil i å Ellisheimin- um. — Byrådid hevur gjørt sær fyri skommum, og somuleidis Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag, sum ikki so frætt sum stuðlar sínum limum í stríðnum fyri rættvísi. Onnur fakfeløg hava nú í vikur bíðað eftir, at Tórs- havnar Kommunala Starvs- og Tænastu- mannafelag før at gera onkur tiltøk. Tey hildu tað ikki vera rætt at gera nak- að sjálv áðrenn av ótta fyri skuldseting um uppi- legging í viðurskifti hjá eðrum felag. Men tá nú so iong tíð var liðin, felagið einki hevði gjørt, og Jastrud Clementsen sjálv fór til verka, bar ikki til at bíða longur. Leygardagin sendu átta fakfeløg út yv- irlýsing, sum mótmælti tí harðrendu og ólógligu framferð, sum Tórshavnar býráð hevur víst við at reka álitisfólk úr starvi. Tað er at undirgrava álit- ismannaskipanina, segdu fakfelegini, sum fyri at sláa manngarð um álitis- mannaskipanina heittu á allar limir í yrkisfeløgum kring landið um ikki at taka upp sterv á Ellis- heiminum, fyrr enn álitis- kvinnan aftur er komin í starv sítt. Yrkisfelegini, sum sendu út hesa yvirlýsing, vóru Feroya Arbeiðarafel- ag, Starvsmannafelagið, Havnar Arbeiðsmannafel- ag, Feroya Sjúkrahjálp- arafelag, Feroya Prent- arafelag, Feroya Postfel- ag, Feroya Handverkara- felag og Teknikarafelagið. Havnar Arbeiðskvinnufel- ag var ikki við. Og Tórshavnar Komm- unala Starvs- og Tænastu- mannafelag hevur íkki givið nakað tekin frá sær. Ikki so frægt at nakar nevndarlimur í felagnum kom til Jastrud sunnu- dagin ella mánadag fyrra- part. Jastrud var ongantíð einsamell. Heldur ikki um náwttina. Hinar kvinnur- nar á Ellisheiminum skift- ust tá at vera um hana saman við manni hennara. Fakfelegini, sum stuðlaðu, sendu eisini fólk til Ellisheimið um náttina. Hesi skiftust eisini at standa hjá henni. Náttin var køld, helt Jastrud mánamorgunin. Men hon fall kortini ikki í fátt. randi Hvussu drúgt tað enn verður, ætlar Jastrud ikki at gevast, fyrr enn álitis- kvinnan er komin inn aft- ur á Ellisheimið FERÐSLUTRYGD er altíð at vera blanka edrúur i H k £