hósdagur 5. mars 1987síða 2
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Eldur í mikunáttina:
Helst er eldurin kyknaður í loftinum yvir gongini
uttan fyri rúm nummar 121, niðan fyri restauratión-
ina. Í loftinum eru káplar og leiðingar. Maðurin,
sum búði á nr. 121, hugsaði so langt, at hann læt
ikki upp hurðina. Í staðin ringdi hann til avgreiðsl-
una og segði, hann fór út gjøgnum vindeygað.
Gongin er illa farin og opið er upp í gjøgnum fleiri
metrar yvireftir.
Ongin visti í gjár at siga, hver orsøkin var til eld-
in. Men tveir teknikkarar hjá løgregluni í Keyp-
mannahavn komu við flogfarinum í gjár og teir
skuldu hjálpa løgregluni í Havn at kanna m. a. loft-
ið í gongini uttan fyri nr. 121.
Eldurin var bara í hesi gongini. Men roykurin fór
um mest alt hotellið og roykskaðin er umfatandi.
Tað eydnaðist eftir stuttari tíð at vekja og fáa út
allar gestirnar. Alt riggaði, sum tað skuldi, sigur ho-
tellstjórin, Jørgen Andersen. Brandåvaringin
ringdi og tær sjálvvirkandi hurðarnar millum lonir-
nar eisini.
— Slekkiliðið kom einastandandi skjótt og eg
haldi, tað var rættiliga skjótt, teir fingu tamarhald á
eldinum. Men roykurin var nógvur, sigur Jørgen
Andersen, sumhevur verið stjóri á Hotel Borg í
fimm mánaðir. Hnn var tí eisini har nýggjársaftan,
tá ein rakett festi í flagtakið og einir 30 fermetrar
indad sosialurin N
Opið aftur
mikumorgun
brunnu.
Tann ódámligi lukturin av
royki fyllir nasarnar, tá tú
kemur inn í forhellina.
Men nærri tú kemur av-
greiðsluni, blandast lukt-
urin av sterkum lúti uppí.
Fleiri kvinnur eru longu
farnar at vaska. Av-
greiðslan skal vera klár
sum skjótast, tí fólk hava
biðið um rúm mikudagin
4. mars. Og tey hava ikki
fingið avboð.
Telefonin ringir. Uttan
fyri steðgar flogrutan sum
vant á veg vestur. Tveir
gestir gjalda og fáa eina
sótuta kvittan. Teir fara
ikki svangir. Morgunmat-
ur er í fundarhelinum við
forhellina. Og ljósið spælir
í vatninum í listaverkin-
um hjá Tróndi Paturssoni.
Hotel Borg hevur
streym og vatn. Hotel
Borg virkar aftur.
Sluppu væl
— Samanumtikið má sig-
ast, at vit eru sloppin væl,
sigur Jergen Andersen,
stjóri á Hotel Borg.
Hann var sjálvur á hot-
ellinum, tá fólkini i av
greiðsluni um midnáttina
varnaðust royk og stutt
eftir eld. Eldur var í takin-
Roykurin var øgiligur og
er farin um næstan alt
hotellið
um uttan fyri restaura-
tiónina.
Tað gekk egiliga skjótt
og roykurin var skjótt
nógvur, greiðir Jergen
Andersen frá. Hann sigur,
at alt virkaði, sum tað
átti. Tað gekk skjótt at
boða ellum gestunum frá
og kanna eftir, at ell vóru
sloppin út. Jørgen Ander-
sen heldur, at tað gingu
einir tiggju minuttir til øll
vóru úti. Summi fingu alt
við sær. Onnur lótu viðfer-
ið standa eftir. Men onki
hjá gestunum hevur fingið
skaða.
Jergen Andersen sigur,
at tað gekst væl at fáa
teimum 28 gestunum inni-
vist. Nekur fóru á Hotel
Hafnia, onnur á vallara-
heimið Fráhald og onkur
slapp at gista hjá fólki í
Havnini.
Ávirkar raksturin
Jergen Andersen sigur, at
sjálvandi ávirkar elds-
brunin raksturin hjá hot-
ellinum. Men hann kundi
ikki í gjár siga, í hvussu
stóran mun. Hotellið tek-
ur tó móti gestum, men
helst verður neyðugt at
avlýsa stórar veitslur eina
tíð.
— Eg rokni við, at vit
um ein ella tveir dagar
hava fingið ein rímiligan
rakstur aftur.
Nr. 27 — 5. mars 1987
ou
Við bretskari ro
— Brandávaringin vakti
Martti Jakobsson úr Finn-
landi. Hann hugdi út í gong-
ina, sá roykin, læt hurðina
aftur, pakkaði kuffertið, læt
seg í og fór so út gjøgnum
vestaru dyrnar á hotellinum
Martti Jakobsson úr Hel-
sinki búði á nr. 107 á
Hotel Borg. Hann svav, tá
brandávaringin ringdi
— Eg vaknaði við, at
einklokka ringdi. Fyrst
hugsaði eg við mær sjálv-
um: hvat er nú á vási? Er
hetta festulávintsskemt
ella hvat ? Síðani tendraði
eg ljósið og sá, at tað var
brandávaringin. Eg fór á
føtur og læt varliga hurð-
ina upp. Tá sá eg roykin
og læt hurðina aftur. Eg
koyrdi so í kuffertið hjá
mær, læt meg í og fór út á
Í gongina. Eg sá ongan eld
2 t
Dara roykK.
Martti, sum tók steðuna
við slíkari bretskari ró,
sigur, at hann sá tveir aðr
ar gestir úti í
Hesir hevdu skund og
høvdu ikki givið
stundir at latið seg ordi
liga í.
— Men eg segði við teir,
at teimum nýttist ikki at
hava slíkan øgiligan
skund. Ongin eldur var at
síggja, bara roykur. Tað
ríddi eisini um at lata seg
væl í, tí kalt var úti
Martti Jakobsson fór út
gjøgnum tær vestaru
dyrnar og tá hann kom út
og sá alt rokið uttanfyri
gongini
sær
gjørdist hann greiður yvir,
hvussu álvarslig steðan
var. Hann sigur, at hann
fór til starvsfólkið á ho-
tellinum og segði, hann
var komin út í ellum góð-
um.
Martti fór heim við flog-
farinum í gjár. hendingin
mikunáttina skakaði hann
ikki. Men hann svav íkki
nógv afturat ta náttina
kanska ein tíma
Orð: hd
Myndir: Kalmar
1
ES