hósdagur 5. mars 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A T—
Nr. 27 — 5. mars 1987
1099050) ' 35
Pr Lr R
nki broytt í hundrað ár
„Fjallið á baksíðu mán-
ans« er søgan um russisku
Sonju Kowalewsky og
landsmann hennara Max
Kowalewsky. Tey bæði,
sum tó ikki vóru í familju
hvert við annað, búðu og
starvaðust í Stockholm
fyri hundrað árum síðani.
Hon var matematikari
og fyrsta kvinnan í heim-
inum, sum gjerdist prof-
essari.
H inn var mannfreðing-
ur og stjórnfreðingur, vin-
maður hjá Darwin og
Marx, heitur talsmaður
fyri arbeiðararersluna og
javnrætt millum kvinnur
og menn.
Filmurin er í stóran
mun um hendan javnrætt
og stríðið hjá kvinnunum
at fáa hann. Tað er tí
ógvuliga hóskandi, at
Filmsfelagið sýnir filmin í
Sjónleikarhúsinum sjálv-
an kvinnudagin, 8. mars,
kl. 15.00.
Tíðin, filmurin er um —
1880ini — líkist nógv okk-
ara. Tað var hendan tíðin
sum skapti tað Europa,
vit nú liva í. Men lítið
hava vit lært.
Sum hjá
Shakespeare
Í einum ummæli í Dan-
marks Radio segði Freder-
ik Dessau, at hvert eitt
orð, sum verður sagt í
filminum, kundi eins væl
verið sagt í dag. Tað er
sum hjá Shakespeare: per-
sónarnir siga tað, sum øll
onnur siga. Men teir duga
bara betur at siga tað.
„Fjallið á baksíðu mán-
ans« er gjørdur í Svøriki í
1983. Rithevundin og
journalisturin Agneta
Pleijel skrivaði handritið
og Lennart Hjulstrøm,
sum fæst við leiklist, hev-
ur her leikstýrt sínum
fyrsta filmi, við avbera
góðum úrsliti.
Åstarsøga/
sorgarsøga
Tey bædi, Sonja og Max,
fáa tokka hvert til annað.
Hann er ógiftur, hon er
einkja og eigur eina dótt-
ur, sum verður ein úti-
hýstur, syrgin og ákær-
andi áskoðari til ástarleik-
in.
Men ástarsegan gerst
skjótt ein sorgarsega. Tey
hava hver sína fatan av
kærleikanum. Hon hevur
síni krev, hann síni. Hon
vil ikki gifta seg við hon-
um og hann rýmir. Hon
fær seinni eina altjóða
heiðurslen fyri vísindaliga
arbeiði sítt og heldur hug-
tung fyri, at tað stersta,
hon kann gera sær vónir
um her í lívinum, er, at
okkurt fjall á baksíðu
Gunilla Nyroos
Berggren»
FÅ
månans fær navn henn-
ara. Max kemur aftur,
men tey hava onga fram-
tíð saman. Tað fer, sum
Sonja segði: fær kærleikin
ikki tað rúm, honum terv-
ar, henda vanlukkur.
List og politikkur
Frederik Dessau segði
m.a. um >Fjallið á baksíðu
BJERGET
på MÅNENS
BAGSIDE
Bibi Andersson
hommY
månans«:
»Det er en stærk og be-
vægende film i et ubesvæ-
ret spændingsforhold og
fortæller os noget væsent-
ligt og centralt om konf-
likten mellem det mandli-
ge og det kvindelige i et
samfund, måske en civili-
sation, der stadig kæmper
med erkendelsen af disse
aspekters afgørende ind-
flydelse på menneskeligt
liv. Og den handler om det
altafgørende behov for at
kunne give og modtag
kærlighed, for at høre til
og blive elsket som den
man er.«
Filmurin varar 101 min
utt og byrjar kl. 15.00
stundisliga!!!
Ein ferå fyri tvey til Paris
er fyrsti vinningur i tekni-
kappingini, sum apotekini
skipa fyri.
Kappingin er liður i her-
ferðini móti AIDS og
verður hon bæði í Feroy-
um og Danmark. Evnið er
fyribyrging og allir næm-
ingar í 7., 8., 9. og 10.
flokki kunnu vera við.
Tekningin skal í mynd-
um og/ella orðum lýsa evn-
ið, fyribyrging (præven-
tión). Hetta kann gerast
álvarsamt ella skemtiliga.
Luttakararnir hava leysar
teymar, tó má myndin í
mesta lagi vera 29,7 cm
breið og 42 cm høg, ella í
A3 stødd (dupul. 44)
- —| | En sikker forbindelse
ren Vil du vide, hvordan AIDS smitter | |
—— - og hvordan AIDS ikke smitter.
LINJEN
Í
Í
|
|
Í
Í
|
|
|
i ADS — |
Á =
if 2: | |06136513- 01911119 - 09911119
| l
Verða orð brúkt skulu tey
sjálvandi vera á feroysk-
um.
Uppskot skulu latast
apotekunum í Feroyum í
seinasta lagi 1. apríl í ár. Á
baksíðuni á hverjum upp-
skoti skal skrivast navn,
bústaður, navn skúlans og
flokkur.
Uppskotini, sum koma
inn her í Feroyum, verða
síðani send til Danmarkar,
har ein dómsneynd í mai
fer at kunngera, hverjir
teir 20 vinnararnir eru.
Vinningar verða latnir
fyri fimm tey bestu upp-
skotini úr hverjum flokki.
Tað er tó ikki so, at fer-
oysku uppskotini verða
viðgjerd fyri seg og tey
donsku fyri seg. Øll verða
viðgjerd saman og demd
javnt.
Fyrsti vinningur er ein
ferð fyri tvey til Paris í
summarfrítíðini (virði:
5.000 kr. Meguligir vinn-
arar í Feroyum fáa eisini
goldna ferðina Feroyar—
Danmark — Feroyar).
Tann næstbesti teknar-
in í hverjum flokki fær
Beosystem 10 útvarpstól
og bandspælara, frá Bang
og Olufsen (virði: 3.295
kr.)
Triði = vinningur er
súkkla frá Kildemoes
(virði: 2.500 kr.), fjórði
vinningur klæði frå Red &
Heilsustýrið í Danmark
hevur brúkt stívar 8 mill.
kr. til herferðina móti
AIDS. Talan er um lýsing-
ar í bloðum og tíðarritum,
filmar og annað.
Her eru dømi um blað-
lýsingar.
Nú heita apotekini í
Danmark og Føroyum á
tey ungu um at koma við
uppskotum, sum kunna
fáa fólk at brúka fyribyrg-
ing og soleiðis minka
vandan fyri at fáa hervi-
ligu sjúkuna AIDS
Green fyri 2.000 kr. og
fimti vinningur er gávu-
kort uppá 1.000 kr. frá
Sydbanken.
Meguligir vinnarar i
Feroyum fáa tollin endur-
goldnan frá apotekunum.
Apotekini svara ellum
spurningum um tekni-
kappingina og heita á øll í
7.—10. flokki um at vera
við.
Tosa við vinfólk tíni og
lærarar, so tú fært so nógv
hugskot sum gjerligt.
Brúka hugflogið og lat
blýantin lýsa kenslur og
hugmyndir tínar um fyri-
byrgjandi evni !
Hósdagur 5.
11.01 Fiskivinnutátturin
16.00 Føroyskt mál
16.20 Ténleikasending
16.50 Fiskivinnugransk-
ing i Noreg
17.20 Løg mær dåmar
19.00 Aktuell reportasja
19.30 Fiskivinnutåtturin
20.00 Visuløg
20.30 Sålmar og sangir
Friggjadagur 6.
19.00 Politiska søgan
frå 1925 til 1936 5.
fyrilesturin hjå J6-
annes Dalsgeard,
søgufrødingi, í
rødini um før-
oyska søgu
19.20 »Eydnulandid« 3.
partur
19.50 Ungdéms-
diskotekið
20.30 Fríggjakvelds-
tónar
sjónvarp
Hósdagur 5.
20.00 Dagur og vika
Ítróttur
Fríggjadagur 6.
19.30 Barnaløtan
Dagur og vika
Cosby og tey
World Safari
Tað syngjandi
telegrammið
Hattaeskjan 3 (4)
Lain McKintosh
og Hamis Imlach
Serundir-
vísingin
á pallborð
Leygardagin kl 13.00
verður pallborðsfundur í
skulahøllini i Trongisvági
Evnið er serundirvising-
in 4 sernåmfrødiligi stuð-
ulin i fólkaskúlanum.
Feroya Læraraskúla
skipar fyri og við pallborð-
ið sita Johs. Andr. Næs,
skúlapsykologur, Sverri
Jacobsen, yvirlærari, Hel-
ena Petersen, foreldur,
Sofus Strem, talu- og
hoyrilærari og Maud
Benjardøgg, serlærari.
Fundurin er almennur.
Nytt felag
fyri lærarar
Leygardagin varð stovnað
felag fyri limir í Feroya
Lærarafelag, sum burtur
av ella partvís starvast
við fyrisiting.
28 fólk vóru á fundi og í
fyrstu nevnd felagsins
vórðu vald Arnold Abra-
hamsen, Fuglafirði, Han-
us Joensen, Kollafirði,
Andor Sivertsen, Funn-
ingi, Eigil Hentze, Klaks-
vík og Arne Ludvig,
Runavík.
Nevndin hevur ikki enn
skipað seg.
Tiltakslimir eru Egon
Hansen, Tórshavn, As-
mund Lamhauge, Lamba
og Ólavur Sjúrðarberg,
Leirvík.
Nýggja felagið hevur
ikki samráðingarrætt
Hann hevur Feroya Lær-
arafelag.