Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mars 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Býráðið ongan myndugleika — men deildarleiðararnir Tórshavnar Býráð hevur ikki myndugleika til at siga Petru Hansen upp, men myndug- leikan hava sosialdeildarleiðarin Eyðun Jensen og býráðsskrivarin Kjartan Kristi- Í øllum tidindablødum, i útvarpinum og í sjón- varpinum við, verður bert tosað um Tórshavnar bý- ráð. Spurningar verða settir býráðsformanninum í samband við at Petra Hansen er segd úr starvi á Ellisheiminum og Jastrud Clementsen mótmælir á sín friðarliga hátt. Sjálvt royndir býráðslimir ting- ast við býráðsformannin og onkur býðir Jastrud til seriøsan fund við Poul Michelsen. Tað sær út fyri mær, sum um býráðslimir ikki ána, hver ið hevur mynd- ugleikan til at seta í starv og at loysa úr starvi. At tíðindafólk ikki hava kannað mannagongdina er spell, tí so hevði umtalan verið einheilt onnur. Kommunan í Havn skal sjálvsagt halda seg til leg- tingslog um feroysku kommunurnar Lógini tilhjálpar hevur býráðið samtykt og Feroya lands- stýri góðkent reglugerð um fyrisitingina av kommunalu viðurskiftu- num í Tórshavnar komm- unu. Eftir hesi reglugerð stjórnar sosiala nevnd Ellisheiminum og ongin onnur nevnd. Umframt so er eisini ein samtykt og góðkend starvsfólka- reglugerð. Í henni standa ell normerað sterv í kommununi — lenarlag o.s.fr., og í henni standa eisini reglurnar um, hver ið setur í starv og hver, ið loysir úr starvi. Teir, ið hava myndug- leika at siga Petru Hansen upp — um hon er álitis- kvinna, trygdarumboð, kokkur ella stendur fyri matgerðini á Ellisheimi- num, eru sosialdeildarleið- arin Eyðun Jensen og bý- ráðsskrivarin Kjartan Kristiansen í felag. Fyri at kunna effektisera upp- segnina, mugu teir fáa góðkenning ella samtykki frá sosialu nevnd og fíggj- arnevndini. Hesa góð- kenning hava teir fingið, so tann rætti myndugleik- in hevur sagt upp og upp- segnin er lóglig. Um innihaldið í upp- søgnini er ólógligt, er ann- að mál, ið dómstólurin fer at taka steðu til Rætt til at fáa uppsagn- arorsekina at vita hevur sjálvsagt tann uppsagda og so sosiala nevnd og fíggjarnevndin. Málip kann takast fram á einum býráðsfundi, men býráðið hevur ikki krav uppá at fáa uppsagnarorsekina at vita og skal heldur ikki fáa hana at vita, tí tað hevur ongan avgerðarrætt í málinum og býráðsfundir- nir eru almennir Tað nyttar onki at ganga á kroppin á býráðs- formanninum at finna or- sekina til uppsegnina, tí tað er ikki hann, ið skal koma við henni, men Eyð- un Jensen og Kjartan Kristiansen. Býráðsfor- maðurin hevur onki við málið at gera, uttan at at- kveða í figgjarnevndini fyri ella ímóti. Hinir báðir hava biðið um góðkenning frá sosialu- og fíggjar- nevndini um at siga Petru Hansen upp, og hana hava teir fingið. Grundgevingin hjá teimum er góðkend. Annars kann sigast, at í sosialu nevnd og í fíggjar- nevndini sita næstan tey somu* følkini. Í sosialu nevnd eru Lisbeth L. Pet- ersen, Ronald Poulsen, Ingi Mohr, Páll Petersen og Leivur Johannesen. Í fíggjarnevndini eru Lis- beth L. Petersen, Ronald Poulsen, Ingi Mohr, Zakarias Wang og Poul Michelsen. Ongir býráðs- limir uttan hesir sjey nevndu hava krav uppá at fáa orsekina og grundgev- ingina at vita, og hetta bert fyri at kunna taka steðu til góðkenning ella ingar í hesum máli og enn minni almenningurin. ikki Aðrir býráðslimir, sum Petur í Gong, Jan Christi- ansen, Tórfinn Smith, Arnstein Niclasen og Eli- esar Arge hava onki krav uppá at fáa nakrar upplýs- 5/3-1987 Poul Johs. Johansen Ernst Hansen farin frá sum formaður Kvinnurnar við yvirlutan i nevndini Formaðurin i Starvs- mannafelagnum eitur ikki longur Ernst Hansen. Á aðalfundi í felagnum hós- kveldið, legði Ernst Han- sen frá sær, tí hann er far- in í annað, ikki alment, starv. Åge Davidsen næstformaður legði eisini frá sær. Fyri teir í nevndina vórðu vald Ása Vitalis Hansen, sum starvast á Landssjúkrahúsinum, og Jógvan Páll Háberg, sum arbeiðir á skrivstovuni hjá Strandferðsluni. Jógvan Páll Háberg er fyrrver- andi skrivari í Starvs- mannafelagnum. Hver verður formaður, er ikki avgjert enn. Nevndin skipar seg sjálv, og tað ger hon væntandi í næstu viku. Hinir nevnd- arlimirnir eru Andras Skaalum á Tryggingar- sambandinum, Turid Deb- es á Endurbúgvingarstov- uni og Sigrun Joensen á Almannastovuni. So nú eru kvinnurnar við yvir- lutan í nevndini í Starvs- mannafelagnum. Tað vóru eini 200 fólk á aðalfundinum. Limataliå er umleið 700. Aðalfundurin gav nevnd- ini heimild tilat seta niður nevnd at endurskoða skip- anina í Starvsfelagnum. Fyri at teir einsteku starvsbólkarnir og ar- beiðsplássini betur skulu kunna koma til orða við- víkjandi arbeiðsviður- skiftum, ásetan av len 0.ø., er sum nevnt at fáa eina klubbskipan, sum byggigrunn. brúkt verður í eðrum lond- Blaðnevndin hjá Starvs- um. Henda nevnd fer mannafelagnum er nakað broytt. Í henni sita nú Leivur Hansen og Sonne Smith í útvarpinum, Árni Gregersen í sjónvarpinum og Sofus Johannesen í væntandi at leggja fram uppskot sítt fyri næsta aðalfund. Samtykt varð, at yvir- skotið fyri 1986 hjá fel- agnum skal setast í ein Líkningarráðnum. randi Br Hansen er farin frá sum formaður. Hann er eisini farin úr starvinum á telefon- verkinum. Ernst Hansen hevur verið formaður í Starvusmannafelagnum í 12 ár