Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mars 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Á sama arbeiðsplássi i meira enn 20 ár Arbeiðsplássið er so hogligt, siga menninir á asfalt- og skervverkinum hjá Landsverkfroðinginum á Lambareiði Av vegnum sæst ikki so nógv til, hvat fyriferst á arbeiðsplássinum á Lamb- areiði. Har er asfalt- og skervverkið sjálvt. Menn síggjast fáir, tí blandi- verkið er sjálvvirkandi og verður stýrt innan úr húsi- num, kabinuni. Har hittu vit ola og Ev- ald, sum hava arbeitt á Lambareiði í 21 ár. Teirra arbeiði er fyrifallandi, hjálpa til við at leða, reinsa, kanna um nakað krevur åbøtur o. a. Óli og Evald hava ikki nógv at finnast at arbeiðs- plássinum. Dustið er ikki so nógv longur. Nú borar eingin við hond longur, tað var ikki altíð líka lætt fyrr. Oyrnavernd fanst ikki fyrr, og tí eru vit eldru kanska nakað dulir, siga teir Evald er gamal sjómað- ur. Hann fekk arbeiði á Lambareiði, tí hann vildi royna at arbeiða á landi, og tað hevur hann verið síðan. Og so er tað heglig- ari. Evald býr í Seldafirði, Oli á Skipanesi — Tað er gott at kunna hava fast arbeidi, og ar- beiði er hvønn dag, siga teir. Arbeida onkun- tid yvir Arbeidsdagurin er vanliga frá átta á morgni til fimm, við einum tíma frí á deg- urða. Eitt korter plaga teir at steðga á til kaffi hverju megin degurða. Tá eftir- spurningurin eftir skervi og asfalti er stórur, hend- ir tað meira enn so, at teir arbeiða til sjey. Tí hava teir onki ímóti. Onkuntíð arbeiða teir til níggju, tað er nokkso teir Teir leingi, halda fáa tímalen og verða lentir eftir sáttmála- num millum Feroya Ar- beiðsgevarafelag og Fer- oya Arbeiðarafelag. Har- umframt fáa teir avisa upphædd fyri tonsið av skervi Skrivstovufólk er einki á lambareiði at taka ímóti bíleggingum. Oftast er tað virkisleiðarin Poul Lam- hauge, sum tekur ímóti, tá fólk ringja, og tá ringt verður frá Landsverkfrød- ingsstovninum í Havn at siga frá, hvussu nógv as- falt og hvussu nógvan skerv, stovnurin skal brúka Tað arbeiða umleið 20 mans á verkinum. Fleiri teirra hava verið leingi á arbeiðsplássinum. Longst hevur arbeiðsformaðurin Martin Magnussen verið Hann byrjaði á Lambar- eiði 1. mars 1964 og hevur sostatt arbeitt í staði í 23 ár sama Sjalvvirkandi Eingin ætlan er um at taka fleiri fólk inn í ar- beiði. Um summarið plaga fleiri skúladreingir at ar- beiða har og gera tað fyri- fallandi arbeiði fyri hinar, sum hava summarfrí. Tað mesta arbeiði á sjálvum verkinum er sjálvvirkandi. Soleiðis er eisini, tá teir koma við lastbilum at keypa skerv ella asfalt. Bilarnar fylla teir við at trýsta á ein knett og koyra síðan yvir á eina vekt, sum vigar bil við last. Í húsinum við vektina hittu vit Lenu. Hennara arbeiði er at avgreiða bil- arnar, sum koma at keypa skerv og asfalt. A skermi- num sær hon, hvat vigar, nummar stendur å bili- num, hvør eigur bilin, og hinar upplysingarnar skrivar hon å sjålv. Dag Nr. 28 — 7. mars 1987 () 4 og klokkutíð, um tað er skervur ella asflat, prí o.a Rokningin a skrivar hon út beinanvegin, soleiðis at bilferarin fær avrit. Lena hevur havt hetta arbeiðið í eitt ár. Hon ar- beiðir hálva tíð, og henni dámar væl arbeiðið. Tær eru tvær um hetta arbeið- ið, arbeiða aðru hverja viku. Frammaundan hevði ein maður hetta arbeiðið. Tá hann fór, varð starvið lýst leyst. Nógv sektu, og leiðslan helt tað bera ka væl til at seta starvið sum tvey hálvdags sterv Hústoft Sjálvt grótbrotið er uppi á Hústoft, væl omanfyri sjálvt verkið Í skúrinum hjá maskin- ferarunum hittu vit Bern- hard, sum hevur koyrt