Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mars 1987síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — Ivamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Í næstu viku fer E. Pihl & Son undir arbeiðið á Sundi Fyrst í næstu viku fer byggifelagið E. Pihl & Sen til verka uppi á Sundi. Men við tað er ikki sagt, at øll mál viðvíkjandi teirri ætlaðu útbyggingini eru liðugt viðgjerd. Mill- um annað hvussu stórt stykki skal vera uttan um bóndagarðin og haraftrat, hvussu loyvið frá lands- stýrinum til Tórshavnar býráð skal tulkast. Landsstýrið sigur seg hava givið loyvi til bryggju og bryggjueki, meðan býráðið metir loyvi frá landsstýrinum at um- fata alla ætlanina, har- uppii eisini ídnaðarbygg- ingina. Men hetta seinasta fer byggifelagið = ikki at blanda seg uppí. — Okkara arbeiði fevnir um at gera eina umleið 200 metrar langa bryggju og bryggjuøki, og hartil tilkoyring. Hvat bryggju- ekið skal brúkast til, við- kemur ikki okkum, sigur Steen Balle, stjóri í E. Pihl & Søn, tá vit hittu hann uppi á Sundi hósdagin. Tilkoyringin inn á sjálvt bryggjuøkid verður løgd nakað omanfyri enn upp- runaliga ætlad. Hetta er av teirri orsøk, at eingin veit i løtuni hvussu størt stykki skal liggja uttan um bóndagarði. Hesum mugu vit taka hædd fyri, sigur Steen Balle. Bryggjan rekkur frá bóndagarðinum og einar 200 metrar eystureftir, og skulu einir 100 metrar fyllast út. Haraftrat um- leið 100 metrar inn í ver- andi lendi. Men haraftrat verður stórur partur av benum grivin upp og nýtt- ur sum ífylla í bryggjuar- beiðinum. Sjálvt bryggju- ekið verður sostatt umleið 40.000 fermetrar. Bøurin í havið Áðrenn byggifelagid E. Pihl & Søn kom inn i myndina í samband við Sundsætlanirnar, hevði Landsfelagið gjert pro- jekt. Eftir hesi ætlan skuldu stórar negdir av tilfari koyrast til sum ífylla. Hetta projektið var mett til einar 75 til 80 miljónir. Hetta kom ikki kommununi væl við, og hendan hevði ikki ætlanir um at gjalda meira enn einar 40 miljónir fyri hetta arbeiðið. Síðani hendi tað, at Hans Mortensen av sín- um eintingum fór til byggifelagið E. Pihl & Søn og bad teir um at gera eitt projekt. Tad kundu teir gera fyri 46 miljónir. Høvudsorsøkin til at projektið hjá E. Pihl & Sen var so nógv bíligari var, at teir vildu nýta negdirnar á staðnum sum ífyllu. Men vansin við hes- um var, at so mátti nógv av bei uttan fyri sjálvt bryggjuøkid gravast burt- ur og nytast sum ifyllu. Hendan loysnin varå so vald. Garðurin fluttur umleið ár 1800 Bóndahúsini á Sundi hava ikki altíð verið har tey eru í dag. Á einum korti frá 1780 sæst, at garðurin tá lá nakað omanfyri og vest- anfyri. Á leið har oman- koyringin av landsvegn- um fer oman á SEV-ekið. Í hesum sambandi var Símun Arge fornfreðingur á Sundi hósdagin fyri at tryggja sær, at einki fer fyri skeyti tá byggifelagið fer at arbeiða. Tí verður tað fyrsta sum byggifel- agið fer at gera á Sundi í komandi viku, at grava nakrar veitir, har tilkoyr- ingin skal byrja, í samráð við fornminnissavnið. Koma teir tá niður á nak- að av fornfreðisligum týdningi, verður hetta út- grivið, sigur Símun Arge. Ikki minni enn 5.000 fermetrar Vit hittu eisini sunds- bóndan, Hans Bærentsen, sum sigur, at hann á fundi við Jarðarráðið hevur fingið teirra hugsan um hvussu stórt eki skal liggja eftir uttan um garð- in. Jarðarráðið metti, at talan ikki kann verða um minni enn 5.000 fermetr- ar. og hetta er at liva við, heldur sundsbóndin. Men hóast einir 5.000 fermetrar koma at liggja eftir, verður tað avmark- að, hvat vit kunnu gera, sigur Hans Bærentsen. Beurin uttan um verður jú flustur omanav og má tí seyðatalið avmarkast munandi, sigur Hans Bærentsen, men hann vónar, at tað fer at bera teimum til at dyrka nakað inni á fløtum — nakað inn- an fyri Sundsverkið — og kunnu hava nakað av seyði gangandi har. tór.- Hósdagin vóru menn frá E. Pihl & Sen, Tórshavn- ar Kommunu og Forn- minnissavninum á Sundi og tosaðu um hvussu farast skuldi til verka Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og einstaklingum í lýsingaspurningum Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. uðuroyar- tíðindi TF Jon Hestoy, blaðstjóri gevst nú við Suðuroyar Tíðindum Suduroyar Tíðindi fara at gevast. Blaðið kom á fyrsta sinni út 22. no- vember 1984 og eru higartil komin 99 blød. Í seinastu Suðuroyar Tíðindum skrivar blað- stjórin, Jón Hestoy, at orsekirnar til at tey gevast, eru fleiri. Fyrsta orsekin er fíggj- — — — 5 — —— Mn mt Be em - — me | -— | Á. % + om — —- — -—- —— >. hs Un - —- A m— Do > eee fo OD mt or ———“ Å -. — —|0— 10. < —# Í" rsins —— —— 1 mr mt en + == en mm Ol 08 0 - + — - ——— 4 — ” . SUÐUROYAR- gevst arsteðan tí tað eydnað- ist teimum ongantíð at fáa nóg nógvar av teimum 1700 húsar- haldunum í Suðuroy sum lesarar — Í mun til tey polit- isku bleðini verður eingin stuðul latin lokalblødum, og tå saman um kemur, er bert ein møguleiki at fåa tilik blød at ganga, og tað er ólent arbeiðs- megi. Hetta er eisini grundarlagið undir flestu bleðunum, men tað er altíð mark fyri, hvussu nógva tíð fólk kunnu og vilja nýta ó- lent. — Tá arbeiðsgongdin verður tung, fer hugur- in, og tað er nakað, sum lesarin merkir beinanvegin, skrivar Jón Hestoy, blaðstjóri millum annað í sein- asta Suðuroyar Tíðind- um. ! Suduroyar Tidindi nr. 5 stundis eitt av teimum seinastu skjott og væl Vaskitoy tygara fáa tygum vaskað | — 4. árgangur og sam- hjá okkum!