týsdagur 10. mars 1987síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 29 — 10. mars 1987
Jørgin Thomsen, logtingsmaður:
Vit vera tvingaðir
at yvirtaka politiið
7 R
— um vit ikki fåa møguleika at seta eykamanning til
ferdslupolitiid til at ansa eftir ikki minst náttarferðsluni
— Ferðslan er vorðin Føroya størsta
vandamál. Vit hava ikki rætt til bara at
lata standa til — og alt fer av lagi — tí vit
hava eitt danskt politi, sum er ov htid.
Fáa vit ikki bott um hesi viðurskifti við
m.a. at seta ferðsluverðar, so verða vit
tvingaðir at yvirtaka politiið til foroyskt
sermál.
Hetta segði Jorgen Thomsen, tingmað-
ur m.a. undir viðgerðini av uppskoti
fólkafloksins um at seta eykamanning til
ferðslupolitiið.
Jorgen Thomsen segði:
Eykamanning til
ferðslupolitiið
Uppskotið hjá fólkaflokkinum um at
seta eykamanning til ferðslupolitiið
er soljóðandi:
Landsstýrinum verður álagt at syrgja fyri, at log-
reglan fær upp til 5 ferðslupolitistar aftrat, ið
skulu sum hevuðsarbeiði hava at vera á vegunum
til tess at ansa eftir, at ferðslulógirnar verða
hildnar.
Er ikki meguligt at fáa pening til tær útreiðsl-
ur. sum standast av hesum, í verandi løgreglu-
skipan, verður landsstýrinum heimilað at taka
peningin av eykafíggjarlegtingslóg fyri 1987, og
síðani at seta upphæddina á fíggjarlegtingslógina
framyvir.
Viðmerkingar:
Ferðslulógirnar eru munandi broyttar í seinast-
uni — t.d. eru reglurnar fyri, nær ið bilstjóri miss-
ir koyrikortið fyri at koyra ov skjótt, munandi
skerpaðar — og vit vónaðu ell, at hetta fór at
hjálpa upp á ferðslutrygdina, men vit mugu
ásanna bert fáar mánaðir aftaná, at hesar lógir
komu í gildi, at ferðsluvanlukkurnar aldri hava
verið fleiri.
Hetta sýnir bert, at lítið hjålpir at seta lógir í
gildi, um tær ikki verða hildnar, og hvat kunnu
vit nú gera, fyri at so skal verða?
Eftir at hava verið í samband við sýslumenn og
leiðsluna fyri løgregluna halda vit, at um fimm
ferðslupolitistar verða settir aftrat við tí hevuðs-
uppgávu at vera á vegunum og hava eftirlit við
ferðsluni. so hevði tað verið koyrt munandi hóv-
ligari enn nú. Um hetta kostar 1 millión krónur
ella so, eiga vit at taka hesar útreiðslur á okkum,
um roknast kann við, at hetta hevði fækkað um
ferðsluvanlukkurnar.
Á Feroya Logtingi, 2. februar 1987
Olaf Olsen
Tað eru nógv uppskot
komin frá andsteðuni, ser-
liga hugagóður hevur
fólkaflokkurin verið at
leggja uppskot fram.
Nóg av hesum uppskot-
um hava eftir mínum
tykki ikki verið rættiliga
nógv verd sum uppskot og
hava tí ikki vunnið frama.
Um hesi uppskot høvdu
verið viðtikin, so høvdu
tey harafturímóti givið
landskassanum stórar út-
reiðslur, ja, í hundraðtals
milliónum.
Men hetta uppskotið frá
fólkaflokkinum skarar
framúr í so máta.
Hetta er eitt gott upp-
skot eftir mínum tykki.
Tað eru veruliga góðir
tankar í hesum uppskoti-
num
Her verður eisini víst á
eitt veruligt vandamál, ja,
her verður víst á Feroya
stersta vandamál. Eitt
vandamál, sum hevur tik-
ið seg upp í ferðsluni.
Tað er hetta, sum er
Feroya stersta neyð í dag.
Ein neyð, sum nívir fer-
oysku tjóðina, sum nívir
føroysku fólkasálina.
Uppskotið snýr seg í
stuttum um at fáa eitt lið
av fólki út at ansa eftir
ferðsluni yvirhevur og ser-
stakliga er tað náttarkoyr-
ingin, ið hugsað verður
um.
Uppskotsstillarin sigur
frá, at hann hevur verið í
sambandi við sýslumenn-
inar — legregluna. Einki
verður sagt í uppskotinum
um, at politiið skal yvir-
takast — so hetta munnu
fólkafloksmenn hava
kannað til botns. At hetta
kann gerast saman við
danska politinum, sum vit
vita virkar í Feroyum.
Eitt uppskot frá fólka-
flokkinum um yvirteku av
flest ellum felagsmálum
og annars øllum sum ikki
eru nevnd í heimastýris-
lógini liggur í serstakari
tingnevnd til viðgerðar —
so nær sum alt skal yvir-
takast til føroyskt sermål
eftir tí uppskotinum, men
har verður frárátt av
fólkaflokkinum at
yvirtaka dómsvaldið.
Spurningurin er tí, um
hesi kunnu skiljast sund-
ur ella ikki, men hetta hev-
ur fólkaflokkurin uttan
iva kannað. Men sum
sagt, einki verður sagt um
hesi vidurskiftini í upp-
skotinum, sum fyriliggur.
Í hesum uppskoti verð-
ur víst á, at vit væntandi
skulu gjalda henda kostn-
aðin sjálv. Hesum eri eg
samdur við uppskotsstill-
aranum í, skulu vit hava
alt hetta fólkið at hjálpa
politinum, so mugu vit
uttan iva gjalda tað sjálv-
ir.
Tí danir vilja neyvan
gjalda meira ella lata
sterri orku til danska poli-
tivaldið í Feroyum. Skulu
vit hava ferðsluverðar, so
mugu vit sjálvir gjalda.
Vit hava danskt politi.
Tá er tað, at spurningurin
kemur til min !
Hvussu sleppa vit yvir-
um fordingarnar ella byrg-
ingarnar. Ti hesar vilja
nokk visa seg. Fåa vit
loyvi at seta ferðsluverð-
ar, sum hava myndugleika
t.d. at taka ein bil og gera
kanningar av ferara og
bili.
Tí seti eg mær nakrar
spurningar í sambandi við
hetta uppskotið:
1. Skulu vit taka hetta
stigið?
2. Letur tað seg gera ella
kunnu vit í samstarvi
við politiið seta okkara
egnu ferðsluverðar ?
3. Kunnu vit eftir før-
oyskari lóg seta á stovn
eitt lið av ferðsluverð-
um skipað eftir før-
oyskari log? Tað er ikki
sert. at eg kvíði fyri aft-
urhaldskreftunum í
hesum landinum —
heldur enn fyri teimum
donsku myndugleiku-
num — sum neyvan
kunnu fáa seg til at
seta seg ímóti einari
feroyskari ferðslu-
verðaskipan, sum vit
gjalda sjálvir. Tí tað
dugir nokk lítið um ikki
samstarv verður við
politiið, sum skal
hevda feroyska lóg.
Tað verður yvirhevur hild-
ið, at ein skipan við
ferðsluverðum kemur at
beta um støduna. Og um
so er, at vit kundu bjarga
bert einum parti av teim-
Síða 7
Jørgin Thomsen, tingmadur: — Tad verdur yvirhøvur
hildið, at ein skipan vid ferðsluverðum kemur at beta
um steðuna. Og um so er, at vit kundu bjarga bert ein-
um parti av teimum sorgarleikum undan, sum henda á
feroysku vegunum, ja, so eigur okkurt líknandi sum
hetta at setast í verk.
um sorgarleikum undan,
sum henda á feroysku
vegunum, ja, so eigur okk-
urt líknandi sum hetta at
gjøgnumførast. So eiga
vit at streingja á donsku
myndugleikarnar um at
fáa ferðsluverðar. Um so
er, at hetta ikki letur seg
gera vegna okkara ríkis-
rættarligu steðu — sum eg
illa kann hugsa mær, so
eiga vit at umhugsa at yv-
irtaka politiið.
Her má eg kortini við-
merkja, at hetta er ein
samgonguspurningur.
Harafturat er at siga, at
grundgevingarnar um
ferðsluverðar og teir tank-
ar, sum eru í hesum upp-
skotinum ikki vóru inni í
myndini tá ið samgongu-
skjalið varð gjert.
Eg haldi álvaratos, at
hetta er ein sera álvarsam-
ur spurningur, sum er
reistur á tingi í dag. Ég
veit, at hesin spurningur
er havdur á lofti her fyrr.
Kanska tað var uppskots-
stillarin sjálvur, annars
minnist eg at Adolf
Hansen nam við hetta í
eini av sínum reðum. Men
ongantíð so beinleiðis við
einum uppskoti sum nú.
Útviklingurin hevur ging-
ið so ræðuliga skjott í hes-
um samfelag. Vit kunnu
siga, at vit fingu eina
ferðsluinnrás ógvuliga
brádliga, sum fáur kundi
hugsað sær. hetta hevur
havt sínar stóru avleiðing-
ar.
Í mínum uppvekstri,
ella um ta tíðina, tá ið eg
kom til, tá lógu mammur-
nar í ótta og andvekri fyri
sínum, sum baldust til
skips. Veiðiamboðini vóru
ikki hildin av teimum
sterkastu. Her eru broyt-
ingar hendar tann rætta
vegin. Hóast eingin bygg-
ir borð fyri báru, so eru
ferini munin tryggari.
Í dag er tað heldur so-
leiðis, at nú liggja fer-
oysku mammurnar mang-
an meiri í ótta og andvekri
fyri sínum, tá ið teir eru
heima millum túrar. Vit
hava skyldu at taka onkur
stig fyri at royna at beta
um tað, sum vit kunnu.
Uttan at siga nakað um
politiið, teir gera uttan iva
sína skyldu, men hava ikki
manning. Tað er ov lítið
fólk at ansa eftir náttar-
ferðsluni.
Tað, sum eg vil hava
fram, er, at vit kunnu ikki
— vit hava ikki rætt til
bara at lata standa til —
og alt fer av lagi — tí vit
hava eitt danskt politi,
sum er ov lítið.
Og um so er, at vit ikki
fáa bett um hesi viður-
skifti við heimligum kreft-
um, júst tí at vit hava eitt
danskt politi, sum er ov
lítið, ja, hvat so?
Tá er tað at eg sigi,
gerst tað ikki eðrvísi, so
verða vit tvingaðir at yvir-
taka politiið tilferoyskt
sermál. Tað verður sagt at
kosta 18 milliónir krónur.
Jergen Thomsen