leygardagur 14. mars 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nei, vestmenningar falla ikki í fátt. Soleiðis mál-
ber Agnar Nielsen seg í Dimmalætting tann 7.
mars 1987, og har gevi eg honum fullan rættin.
At her býr eitt virkið og framtakshugað fólk, er
heldur ikki nøkur loyna, men 10. mars er tónin um
vestmenningar koppaður eitt sindur á, og Vest-
manna Bygdarráð verður beinleiðis skuldsett fyri
at leggja bein fyri ávísar áhugabólkar í bygdini.
Nei, Agnar. Ætlanin hjá V.B. hevur ongantíð
veriuð at leggja bein fyri fyritakssemi, ið einkult-
persónar og fyritekur hava sett á stovn og hava
ætlanir um at fara undir, men harafturímóti at
hjálpa og stuðla handilsvirkseminum og at beta
um inntekugrundarlagið í bygdini
At skúlin og ítróttarhellin er eitt satt prýði fyri
bygd okkara er ikki at dylja yvir, men hví skulu
vit ikki i Vestmanna, eins og tað verður gjørt í oll
um hinum Norðurlondunum, nýta skúlan sum
gistingarhús, ístaðin fyri at hann stendur tómur
tá ið skúlaungdómur okkara er í summarfrí. Tú
veitst væl, at hurðarnar í skúlanum ikki allar
koma at standa opnar fyri teimum vitjandi, so-
leiðis at tey kunnu leika i sum tey vilja, og eftir
tínari dapurskygdu meting systematiskt oyði-
leggja skúlan
Annars kann eg upplýsa, at ætlanin er at seta
minst tvey fólk í starv, at umsita frítíðarmiðsteð-
ina, og sambært útrokningar, so kemur hetta til-
tak at geva V.K. fitt av innteku. Fólkini, ið skulu
taka sær av miðsteðini, skulu sjálvandi vera
heimahoyrandi í Vestmanna
At sjómansheimið verður undirgravað av V.K.,
má standa fyri egnu rokning Agnar Nielsens, tí
sum nevndin fyri sjómansheimið veit, so er ætlan-
in við hesum tiltaki, at gera reklamu fyri Vest-
manna sum ferðamannastað, og í faldaranum um
Vestmanna verður gjert vart við ætlaða sjómans-
heimið, eins og vart verður gjert við aðrar gisting-
armeguleikar.
Annars eru tveir klassar av ferðandi, ið vitja í
Feroyum. Tey, ið leggja nógvan pening eftir seg,
og sum ynskja luksuskømur og aðrar ágóðar. Og
so tey, ið heldur vilja ferðast bíliga, og heldur nýta
vallaraheim, privatar gistingar og camping.
Sum er hava feroyingar rættiliga lítlan møgu-
leika at fara í summarfrí í sínum egna landi. M.a.
tí at ov lítið er til av gistingarplássum. Um fleiri
bygdir gjørdu eins og Vestmanna, og m.a. nýttu
skúlarnar sum gistingarpláss í summarfrítíðini, so
ivist eg ikki i, at fleiri føroyingar heldur vórðu ver-
andi í sínum egna vakra landi, ístaðin fyri at fara
uttanlands.
Við at vísa á fleiri og fjølbroyttar møguleikar, so
eru vit á rættari leið, hvat ferðamannavinnuni við-
víkur.
Annars nevna tygum ta stóru reklamu, ið Tora
Tourist fær í áðurnevnda faldara, men her kann eg
upplýsa, at uppgávan hjá T.T. eina og aleina er at
skipa fyri og fremja seluarbeiði, soleiðis at ferða-
fólk í so stóran mun sum gjerligt koma til Vest-
mannar á síni Feroyaferð, eins og feroyingar eru
vælkomnir, og soleiðis koma at leggja pening eftir
seg í Vestmanna.
Vinarligast
Karmal Olsen
bygdarráðslimur í Vestmanna
Vestmanna skúli
sum fritidarmidstød
Nr. 31 — 14. mars 1987