Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mars 1987síða 24

‹ fyrra síða allar 24 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. 2 Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — tvamál? “ Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara Vit eru til reiðar! Augusturin skal á savn Tað eru nógv ár síðani, at so nógv hevur verið ar- beitt á hvalasteðini við Air sum júst nú. Men tað er ikki heilt upp á sama máta sum fyrr. Endamálið er í hvussu er eitt annað. Hósdagin drógu tey ein august upp við Air. Aug- ustin hevdu rituvíkingar funnið rekandi deyðan, og augusturin varð so sleip- aður norður til Airnar. Augusturin hevur verið deyður leingi. Minst 14 dagar. Hann er ikki deyð- ur av elli, sigur Edvard Hermansen á hvalasteð- ini. Hverjum hvalurin er deyður av, fær eingin sagt enn i gjár fingust tey við at flensa spikið av. Nógv var spikið ikki, tí augusturin var rak. Alt skal fáast utt- an av beinagrindini. Tað skuldi ikki verið so tor- ført, ti augusturin er so mikið rotin, heldur Ed- vard Hermansen. Augustur hevur ikki verið tikin upp við Air síð- an einaferð í 60-árunum. Fyrr skutu teir augustin fyri at fáa lýsi. Eitt fat av lýsi fekst fyri hvenn fót, augusturin var langur Kjetið er ikki etandi A hesum augustinum verður einki brúkt uttan sjálv beinagrindin. Hana vil Náttúrugripasavnið hava til savnið. Náttúru- beina gripasavnið hevur grindir av eðrum hvalum Umframt fólkini frá Nattúrugripasavninum eru tað hósvíkingar, sum skera augustin upp og taka alt frá beinunum. Ed- vard Hermansen og Levi og Edvard Petersen. Levi og Edvard byrjaðu at ar- beiða á hvalasteðini beint eftir kríggið og kenna tí arbeiðið væl. Tað fer væntandi at taka teimum einar tvær vikur at reinsa beinagrind- ina. Tá verður beinagrind- in tikin sundur, pettini koyrd í posar og legd í sjógv in fyri at fáa alt av Augusturin er góðar 15 metrar langur, 47 fetur Levi brynir sær flensikniv- in, til reidar at fara til verka 47 føtur er augusturin til longdar randi tå ið grønt lýsir ff