týsdagur 17. mars 1987síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SS
El A LO
A —— ——
Nr, 32 — 17. mars 1987 -
Logmaður ósamdur við banka og fiskasølu:
Rætt at gera
íløgur í fram-
leiðandi vinnu
— Vit eiga at halda aftur við óproduktiv-
um ílogum og útseta ílogur, sum kunnu
bíða, bæði innan tað almenna og tað pri-
vata og so prioritera ílogur, sum kunnu
skapa framleiðslu, framum, sigur Atli
Dam, logmaður í eini viðmerking til út-
talilsini hjá leiðsluni í Sjóvinnubankanum
g Foroya Fiskasølu um at vit eiga at
steðga við at gera ílogur í eitt nú svart-
kjaftavinnuna
— Eg eri ikki samdur við
leiðsluna í Sjóvinnubank-
anum ella stjóran í Feroya
Fiskaselu fyri tað, tá tað
verður sagt, at vit eiga at
steðga ílegum í framleið-
andi vinnu so sum svart-
kjaftin.
Hetta sigur Atli Dam,
legmaður í eini viðmerk-
ing til tað, sum nevndar-
formaðurin í Sjóvinnu-
bankanum og eisini stjór-
in í Feroya Fiskaselu,
Birgir Danielsen, hevur
ført fram í fjølmidlunum.
— Eg meini, at tær iløg-
ur, sum kunnu skapa
framleidslu her å landi,
skulu framprioriterast, ti
tað er einasti máti at
sleppa burtur úr trupul-
leikunum uppá.
— Eg havi fleiri ferðir
sagt, at vit eiga at halda
aftur við óproduktivum
ílegum og útseta ílegur,
sum kunnu bíða bæði inn-
an tað almenna og tað
privata og so prioritera
ílegur, sum kunnu skapa
framleiðslu framum.
Vit spurdu legmann,
hvat meira kann gerast
fyri at steðga tí nógva
virkseminum á landi?
Hann vísir á, at lands-
stýrið longu hevur framt
ymisk tiltøk so sum
nýggjar skattalógir, men
tað er greitt, at enn er ikki
rokkið á mál. Hann sigur,
Birgir Danielsen, nevndarformaður í Sjóvinnu-
bankanum og stjóri á Feroya Fiskasølu, hevur i
seinastuni gjørt vart vid, at vit eiga ikki at gera fleiri
iløgur i svartkjaftavinnuna. Legmaður er ikki samdur
vid honum i ti.
at arbeitt verður við at
fáa stýrt peningastreym-
inum og at steðga rentu-
spekulatiónini og at fáa
prioriteringsætlanir fyri
tær kommunalu og al-
menn útbyggingarnar,
men soleiðis beinleiðis at
steðga privatum útbygg-
ingum hevur landsstýrið
eingi amboð til.
jan
Atli Dam, legmaður: — Vit eiga at halda aftur við
óproduktivum ílegum og útseta ílegur, sum kunnu bíða,
bæði innan tað almenna og tað privata.