týsdagur 17. mars 1987síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
———
Prinsessurnar tólv
Annar partur
Tá ið tey høvdu siglt nokk so leingi, so
Mikal eina holl, og tá ið tey fóru úr bát-
inum, sá hann, at hatta var dansleikur.
Prinsessurnar dansaðu við prinsun-
um, meðan Mikal hugdi at teimum,
hann helt at Lina var vakrast av teim-
um. Tónleikurin vardi alla náttina, og
tá ið morgunin kom, steðgaði tónleikur-
in og alt fólkið settist og byrjaði at eta.
Mikal hugdi at skógvunum hjá prins-
essunum og sá hann, at teir vóru so
slitnir, at prinsessurnar máttu fara úr
teimum.
Tá ið øll høvdu etið, sleit Mikal eina
grein av silvurtrøunum, sum vóru har.
Mikal rann av stað heim, og tá ið hann
skuldi geva teimum blómur, læt hann
greinina í blómurnar hjá Linu.
Lina sá tað og ætlaði hon tá at tosa
við hann, men gjerdi tað ikki, men gekk
bara víðari. Næstu nátt hendi júst tað
sama, men nú varnaðist prinsessan, at
tað var ein annar við í bátinum hjá
teimum. Tá ið dansurin var, royndi
Lina at finna Mikal, men hon kundi ikki
síggja hann.
Tá ið tey fóru igjøgnum skógin á veg
heim, tók Mikal eina lítla træ-gullgrein.
Elsta systirin hoyrdi tað og spurdi,
hvat hatta var. Lina segði tá, at tað
mundi bara vera ein lítil fuglur, sum
sang.
Dagin eftir var lítil gullgrein í hond-
ini á henni, hon skundað sær tá og
spurdi Mikal:
„Har hevur tú fingið hatta?«
„Tað veitst tú væl, prinsessa,« segði
Mikal.
„Hevur tú tá elt okkum?<
„Ja, Lina min.«
»Jamen, hvussu kundi tú gera tad?«
„Eg krógvaði meg,< segði Mikal og
hugdi at gentuni sum hann elskaði.
Lina segði aftur: >So veitst tú um
loyndarmál okkara. Men sigur tú ong-
um frá, hvar vit eru um kveldarnar, so
skal eg geva tær nógvar pengar.«
„Ég selji ikki tøgn mína,< svaraði
Mikal og fór.
Næstu tríggjar næturnar lurtaði
Lina eftir onkrum ljóði, men hon hoyrdi
einki. Men fjórðu náttina hoyrdi hon
okkurt, og dagin eftir var grein við dia-
mant-blómum í hondum hennara.
>Tú veitst, at pápi mín gevur tær
nógvar pengar, sigur tú honum frá
loyndarmáli okkara? segði hon við Mik-
al í garðinum.
„Ja, prinsessa,< svaraði hann.
„Ætlar tú tær at siga honum tað?<
spurdi Lina.
»Nei, Lina min.«
»Hvi ikki, ert tå bangin?
Mikal svaradi vid at mussa hond
hennara. Hinar systrarnar skeldadu
hana og spurdu argar, um hon ætladi at
giftast vid einum manni, sum arbeiddi i
gardinum fyri påpa teirra. Lina bleiv
kedd, og segði teimum, at Mikal visti
alt.
»So mugu vit sleppa okkum av við
hann, og tað beinan vegin.«
»Jamen hann hevur vitað tað í fleiri
dagar, og hann hevur ikki sagt nakað
enn.< Lina var bangin um Mikal, tí tað
var ongantíð at vita, hvat elsta systirin
kundi finna uppá.
»Blakar tú hann í fongsul, so skal eg
sjálv siga pápa frá loyndarmáli okkara.
Nei, vit mugu heldur royna hann á
sama hátt, sum vit royndu hinar prins-
arnar, sum nú eru dansifelagar okkara í
hellini. Vit skulu bjóða hann við okk-
um, og geva honum heksadrykkin, so
hann gloymir alt.«
Hinar systrarnar hugdu at Linu, og
smiltu.
sk